Ferðaleiðaraskeið 2026-2027
Nú er klárt at søkja um upptøku á ferðaleiðaraskeiðið. Seinasta freist at søkja er týsdagin 26. mai 2026.
Les meira um skeiðið á https://www.miv.fo/utbugvingar/ferdaleidaraskeid
Miðnám í Vestmanna
Hevur tú áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd, so er Miðnám í Vestmanna rætta valið av miðnámsútbúgving.
Hevur tú áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd, so er Miđnám í Vestmanna rætta valið av miðnámsútbúgving. Skúlin bjóðar eina 3-ára tilfeingisbreyt, sum serliga vendir sær til ung við áhuga fyri náttúruvísindi.
Útbúgvingin gevur almennan lestrarførleika til víðarigangandi og hægri lærustovnar.
Í mars 2009 fluttu vit inn í ein nýggjan skúlabygning inni á Fjørð í Vestmanna. Skúlin er útgjørdur við øllum hugsandi hølum og hentleikum til nútímans undirvísing.
20/04/2026
OND ELLA HOND
Røða fyri alarum, sum fingu prógv fríggjadagin 17 apríl
Fyrr í tíðini var eitt øgiliga hvast mark millum ond og hond. Tað vóru tey handaligu og so vóru tað tey bókligu.
Onkur dugdi pythagoras og onkur annar, sum aldrin hevði hoyrt um pythagoras dugdi at smíða ein trappu. Hon var full av somu trýkantum, sum pythagoras lýsti støddfrøðiliga, men tað visti húsamiðjurin onki um - og trappan helt kortini.
Tað varð einaferð í skemti sagt um tríggjar verkfrøðingar, sum skuldu byggja eina brúgv. Tann eini hevði bara gingið í skúla fá ár – hann var akademiverkfrøðingur, tann eini hevði tað fínastu útbúgvingina. Hann hevði gingið í skúla øgiliga leingi – hann var sivilverkfrøðingur. Tann triðji var farin eitt sindur í skúla, men var upprunaliga hondverkari – tað sum fyrr varð nevnt teknikum verkfrøðingur.
Akademiverkfrøðingurin bygdi sína brúgv og hon skramblaði niður – hann visti ikki hví? Sivilverkfrøðingurin bygdi sína brúgv og hon skramblaði eisini niður – men hann visti hví. Teknikum verkfrøðingurin bygdi sína brúgv og hon helt – men hann hevði ikki ánilsi fyri hví.
Og hvar eru vit so við hesari yrkisútbúgvingini, sum tit alarar nú hava staðið?
Eg veit fullvæl at tit hava verið plágaði við nógvum powerpoint framløgum frá vælmeinandi granskarum við bestu hugsanum tykkara vegna og eisini einari øgiligari vitan. Okkurt, sum tit onkuntíð fáa brúk fyri seinni í tykkara yrki, hevur uttan iva fest seg. Men hetta er ein yrkisrættað útbúgving tit hava staðið, so tit hava eisini lært at bøta alinótir, kenna sjóvarfall og sum heild at kenna og virka í føroysku náttúruni og tað er tað týdningarmesta. At hava hendurnar við og at hava umsorgan fyri tí lívinum og tí vistskipanini, tit skulu virka í.
Víðagitni finski arkitekturin Palasma hevur skrivað eina fína lítla bók um júst hetta, sum er nevnd the thinking hand. Hondin og tað handaliga er ikki bara at byggja ting við, men eisini at vera í sínari verð við øllum kroppinum og ikki bara inni í høvdinum á sær sjálvum.
Í so máta er yrkisútbugvingin til alara, har tit eru komin inn til okkum at læra bæði yrki og ástøði, og samstundis virka í vinnu í føroysku náttúruni, vónandi bæði ond og hond.
Tað er altíð sorgblítt at siga farvæl. Men eg má nýta hetta høvið, at takka fyri, at tað vórðu júst tit, sum blivu fyrsta skúlaskeiðið, sum kom inn á hesa útbúgvingina. At alt, hóast avbjóðingar, er gingið so væl, við at fáa hesa nýggju útbúgvingina upp at koyra, er í ein stóran mun tykkara vælvild og dugnaskapi fyri at takka.
Og so vil eg eisini nýta høvið at takka alifyritøkunum fyri sera gott samstarv um útbúgvingina. Tað hevur ongantíð skorta við vælvild og positivum hugburði hesi 4 árini. Túsund takk fyri! Um alt vil væl, so koma stóru alifyritøkurnar at slóa fyri einari menning á øllum yrkisútbúgvingarøkinum í náttúru og tilfeingi í Føroyum.
Hóast blekkið nóg illa er turt á samgonguskjalinum, so haldi eg meg vita at ítøkiligar ætlanir eru um at taka skúlaskeið heim til Føroya í samgonguskjalinum so landbúnaður, fiskivinna og ferðavinna hava vónandi nakað at síggja fram til, nú man ætlar at raðfesta yrkisútbúgvingar og serliga hesar til tilfeingisvinnurnar í Føroyum. Tað eru nógvir myndugleikar og stovnar, sum hava tikið tøk fyri at gera útbúgvingina til veruleika. Yrkisdepilin, undirvísingarstýrið, Firum, Vinnuhúsið og Sjónám fyri at nevna nøkur. Takk fyri øll somul.
Og so má eg nevna tvey starvsfólk her á skúlanum undangongumannin Eyðun Leo, sum hevur roynt tað fyrr og Maud Poulsen í umsitingini, sum bæði arbeiða ótrottiliga á skúlanum. Tit hava tikið ódnartøk og eiga ein stóran lut í útbúgvingini og lærlingunum, sum nú eru vorðnir alarar.
Eg fari ikki at nevna allar lærarnar hjá tykkum, tí sum tit vita hava teir verið sera nógvir – kanska í og so nógvir. Ein av næmingunum segði við meg einaferð á fyrsta skúlaskeiði, at hetta var sum at vera á aliráðstevnu hvønn dag.
Takk fyri tíðina tit øll
07/04/2026
Kom nærri ungdóminum
Vit bjóða eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, møguleika at menna menna nýggjar yrkisútbúgvingar.
Les meira👇
04/03/2026
Ronja í Eyðanstovu gekk á tilfeingisbreytini fyri fáum árum síðan og lesur nú lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
https://www.kvinna.fo/tidindi/midnam-i-vestmanna-bleiv-naestan-sum-eitt-annad-heim?fbclid=IwY2xjawQVEIpleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFGQmttRzFZS1JySTN1M05Mc3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHsaTwXRvmU4yhpNZ7G7NQHl1TrsfiUlponUCMUAsAd5lZQfKq1IkFS5ta8XH_aem_6gVhFY_7CNkj8d-0HjRVyA
Eitt spennandi yrki
23/02/2026
Hug at koma á Tilfeingisbreytina? 😊
Vit gera nógv annað enn bara at lesa, skriva og rokna.
23/02/2026
Týskvøldið 24. februar 2026 kl. 19 verður Opið hús á Miðnámi í Vestmanna, har høvi verður at kunna seg um útbúgvingartilboðini hjá okkum, sum eru:
* Tilfeingisbreytin – ein trý ára gymnasial útbúgving, sum er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.
* Aliútbúgvingin – ein 4 ára lærlingaútbúgving. Lærlingurin er skiftivís á læruplássinum og í skúla á Miðnámi í Vestmanna. Alifyritøkurnar søkja eftir lærlingum um várið.
Vit bjóða eisini ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið, og høvi verður at hyggja seg um á skúlanum. Lærarar og næmingar gera ymsar spennandi royndir í starvsstovuni.
Til ber eisini at fáa hjálp við umsóknini, um tørvur er á tí.
20/02/2026
Søk inn á Tilfeingisbreytina
Nú er innskrivingin til gymnasialt miðnám opin.
Á Miðnámi í Vestmanna bjóða vit Tilfeingisbreytina.
Tilfeingisbreytin er serliga ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd.
Les meira um Tilfeingisbreytina her.
https://www.miv.fo/utbugvingar/tilfeingisbreytin
12/02/2026
Í einari Gallup kanning frá 1949 hildu 60 % av spurdu persónunum í Danmark, at tað er í lagið at revsa síni børn við harðskapi. Nógv hevur flutt seg síðan tá, og ein líknandi kanning í dag hevði neyvan víst tað sama. Men harðskapurin er ikki burtur fyri tað. Harðskapurin hevur fingið nýggj andlit og nýggjar pallar. Hann er ikki bara likamligur, men eisini sálarligur og ofta einamest til í talgilda heiminum. Hetta evnið upptekur tey ungu nógv, og tí skeyt næmingarráð, lærararáð upp fyri leiðsluni, at skipa fyri evnisdøgum um hetta týðandi og eitt sindur tabuiseraða evni.
12/02/2026
Spennandi evnisdagar á Miðnám í Vestmanna
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt skolen
Internet side
Adresse
Fjarðarvegur 4
Vestmanna
FO-350