17/03/2025
Vágs musikkskúli hevur í løtuni nøkur pláss tøk til trummursláttur og gittar. Upptøka er først-til-møllen og til ber at søkja á https://vagur.fo/tilmelding-til-musikkskulan
Vágs Musikkskúli.
17/03/2025
Vágs musikkskúli hevur í løtuni nøkur pláss tøk til trummursláttur og gittar. Upptøka er først-til-møllen og til ber at søkja á https://vagur.fo/tilmelding-til-musikkskulan
02/12/2024
Jólakonsert hjá musikkskúlanum verður 9 des kl 16:30 í auluni á skúlanum.
Vælkomin :)
19/09/2024
Vágs musikkskúli hevur tvey pláss til trummursláttur hjá James tøk. Upptøka er først-til-møllen og til ber at søkja á https://vagur.fo/tilmelding-til-musikkskulan
27/05/2024
Næmingakonsert hjá Vágs musikkskkúla verður í auluni í Vágs skúla í kvøld 27. mai, kl. 16:30
01/05/2024
Árliga orkesturstevnan var í fuglarfirði dýra biðidag. Tiltakið var sera væl eydna.
Á myndini síggjast blásarar úr Vági og av Eiði, saman við Agnar Lamhauge.
15/12/2023
Vágs musikkskúli ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Vit takka fyri farna árið og gleðast at møtast aftur í tí nýggja.
Vit enda árið við einum lítlum samandrátti av jólakonsertini sum var 4. desember 🎅
01/12/2023
Jólakonsert í Vágs skúla
4. Desember kl. 16:30 hevur Vágs Musikkskúli jólakonsert í auluni í Vágs skúla. Øll eru hjartaliga vælkomin.
20/09/2023
Kom og spæl!
Musikkskúlin í Vági hevur enn pláss fyri næmingum til:
- Gitar, mánadagar
- Messing (trumpet, tuba osv.), týsdagar
- Trummur, onsdagar
Tilmelding er umvegis https://vagur.fo/tilmelding-til-musikkskulan
Innliman er eftir "først til møllen".
Vinarliga
Vágs Musikkskúli
Summarkonsertin 2023
Árliga summarkonsertin hjá Vágs musikkskúla verður mánadagin 22/5 kl. 16:30. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vágs musikkskúli
15/05/2023
Næmingur á musikkskúlamiðnám
Vágs musikkskúli ynskir Ásgerð Stenberg tillukku við upptøku á musikkskúlamiðnám.
Eftir summarferiuna kemur Ásgerð Stenberg úr Vági at teljast millum næmingarnar á musikkskúlamiðnám. Ásgerð hevur breiðan áhuga í tónleiki og spælir fleiri ljóðføri. Á miðnám er hennara fokus floyta, ið hon hevur fingið frálæru í hjá Otniel Nygaard.
Musikkskúlamiðnám er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi. Tórshavnar Musikkskúli bjóðar út og skipar frálæruna. Meira er at lesa um musikkskúlamiðnám á: https://www.tm.fo/utbugvingar/musikkskula-midnam/
Vit ynskja Ásgerð stórt tillukku við upptøkuni, og góða eyðnu á tónleikarleiðini.
13/12/2022
Jólakonsert so tað forslær!
Jólakonsertin í ár gekk framúr væl. Tey vóru øll so f**t og dugnalig. Vit vilja takka øllum áhoyrarum, og ikki minst luttakarum og fyriskiparum. Hatta var eitt flott tiltak!
Vágs musikkskúli ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár