21/04/2026
Tvøroyrar skúli
Vælkomin á facebook-síðuna hjá Tvøroyrar skúla. Hendan síðan verður bert nýtt til kunning um tiltøk og annað, ið hava við skúlan at gera.
21/04/2026
17/04/2026
Frá skúlastýrinum:
Fundurin, sum bleiv útsettur í mars, verður nú endiliga veruleiki! Nýggja tíðspunktið er:
🔸 Ónskvøldið 22/4 kl. 19.00 til 21.00 🔸
Drekkamunnur í steðginum.
Sí lýsingina fyri nærri kunning!
Gleða okkum at síggja tykkum!
15/04/2026
Fittu Gluggabørnini vitjaðu sendingina Skratsj í morgun 😊
26/02/2026
FUNDURIN ER ÚTSETTUR! Skúlastýrið hevur útsett fundin.
03/02/2026
Framløga 4. februar, kl. 17.00 í Trongisvági Fit First hevur verið ein fastur partur av tímatalvuni hjá næmingunum í okra innskúling nú í trý ár, so hóast Fit First kanska er eitt nýtt hugtak í fólkaskúlanum, vita allir okra yngru næmingar, at tá Fit First er á skránni, so er tað rørsla og stuttleiki, ið er í miðdeplinu...
03/02/2026
Okra tinglimir :-)
Ungdómstingið 2026: Suðuroyartunnil og bíligari menstruatiónsvørur Miðalaldurin á teimum, ið sita á Løgtingi í hesum døgum, er munandi lægri enn vanligt, tí ársins Ungdómsting er júst sett. Í dag og í morgin er tingið mannað av næmingum úr fólkaskúlum kring landið, og okur eru við.
03/02/2026
Ungdómstingið 2026: Spennandi at fylgja við í dag og í morgin 😊
Tað er gevandi hjá ungum at hava ein pall, har onkur lurtar, og eisini at tey vita, at tað, sum tey koma við, kann gera, at okkurt verður broytt. Tað sigur Mariann Mikkjalsdóttir, lærari í Tvøroyar skúla, sum er við næmingum á Ungdómstingi fyri triðju ferð.
https://www.skulabladid.fo/tidindi/2026/februar/ungdomstingid-umradandi-pallur-hja-ungum/
29/01/2026
Innskriving í Gluggan, skúlaárið 2026-2027 Góðu foreldur/verjar at næmingum, ið skulu byrja í forskúlanum hjá Tvøroyrar skúla, Glugganum, komandi skúlaár
15/12/2025
Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin Seinastu fýra skúladagarnar hava okur millum annað arbeitt við at seta saman eina heilsan til øll tey í Tvøroyrar kommunu, ið eru 80 ár ella eldri. Næmingarnir í innskúlingini (Gluggin, 1.-3.fl.) hava tekna jólakort, 10. flokkur hevur bakað, og hinir flokkarnir hava evnað eina gávu, ...
13/12/2025
22/11/2025
Barnalógin í eygsjón Tórsdagin vóru Talita og Christian úr 9. flokki í Norðurlandahúsinum í samband við, at hoyringsskriv frá næmingaráðum í øllum Føroyum vórðu handað núverandi og komandi landsstýrisfólkunum í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen og Súsannu Bertholdsen.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt skolen
Internet side
Adresse
Kirkjubrekkan 3
Tvøroyri
800