29/05/2026
Í apríl vóru 5. og 6. flokkur í Lítlaskúla í Danmark á vitjan hjá 5. og 6. flokki í Hobro Friskole & Fribørnehave og í mai komu tey at vitja okkum.
Mariagerfjordposten skrivaði eina f***a grein um hetta https://mariagerfjordposten.dk/hobro-elever-paa-faeroeerne/?fbclid=IwY2xjawSFdrtleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFhUE9lTUpTNkJzc0RuOHJ0c3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHjzs-6JGpqXdZX3HqjAt6dbEPRfcxS29ebOokHjGtohOj4KwB_5Sso_2VsIV_aem_jqab7jZ9jsKG6GXjt83BsQ
Verkætlanin fekk stuðul úr Nordplus
Hobro-elever fik store oplevelser på Færøerne
Elever fra Hobro Friskole har været på udvekslingsrejse til Færøerne, hvor nye venskaber og store oplevelser ventede.
12/05/2026
Lítliskúli fingið umhvørvisstuðul! 🐓 Til Grøna Kvøldið á Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu herfyri varð kunngjørt, at Lítliskúli í ár fær umhvørvisstuðul til at byggja høsnagarð og høsnarhús í skúlagarðinum. Men... hava vit ikki longu eitt høsnarhús? Jú, men vit hava spennandi ætlanir! Vit ætla m.a. at byggja høsnagarðin nógv meira miðskeiðis í skúlagarðinum, so hann gerst eitt miðpunkt í okkara gerandisdegi og bæði næmingar og starvsfólk hava lætta atgongd og dagligt samband við høsnini. Eisini fara grannar og vitjandi dagstovnar at fáa gleði av hesum. Vit - bæði fólk og fæ - eru so spent! 🐔
Hetta er triðju ferð at Lítliskúli fær umhvørivsstuðul. Fyrstu ferð til at seta gongd á matliga skúlagarðin, næstu ferð til verkætlanina Stuttflutt tilfeingi og so nú til høsnagarðin.
Myndirnar frá Grøna kvøldinum vísa Elspu, sum umboðaði Lítlaskúla, og eina stillmynd frá filminum um Lítlaskúla, sum varð vístur.
06/05/2026
🌿Ruddingardagur🌿
Í góðveðrinum í dag vóru næmingar og starvsfólk úr Lítlaskúla úti og ruddaðu okkara øki, sum er skúlagarðurin og økið runt um Hoyvíkstjørn. Eldru næmingarnir vóru so ágrýtnir, at tjørnin sjálv varð eisini ruddað, so sera røsk børn 💪🌼
(sí fleiri myndir á heimasíðuni)
04/05/2026
Ongin innskrivingarfreist er í Lítlaskúla, men um tú vilt hava svar áðrenn summarfrítíðina, mást tú skriva inn áðrenn 1. juni.
09/04/2026
Vit fingu so øgiliga flotta vitjan í dag 😍
05/04/2026
🐣Gleðiligar páskir🐣
Vikuna uppundir páskafrítíðina var evnisvika í Lítlaskúla, har børnini hoyrdu páskasøguna og arbeiddu í ymiskum handaligum verkstovum við træ, ull, páska list og gjørdu páskabøkur. Vikan endaði við eini postarenning við spurningum úr páskasøguni, og sigast má at næmingarnir hava fylgt væl við, tí sera tætt var ímillum bólkarnar.
Føroyski móðurmálsdagurin fall eisini í evnisvikuni, og hendan dagin var tíð sett av til at lesa føroyskar bøkur.
Í páskavikuni, tvs. mána- til mikudag var frítíðarskúlin opin, og hesar dagarnar var frítíðarhugni, sum endaði við eggjaveiðu í viðarlundini, áðrenn farið var í páskafrí.
Vit í Lítlaskúla ynskja tykkum øllum gleðiligar páskir, og vit gleða okkum at síggja tykkum aftur týsmorgunin kl. 8.00 🌼
01/04/2026
Í Lítlaskúla brúka vit pappírsbøkur og gamaldags krittalvu :-) Skúlin eigur sjálvandi teldur og børnini brúka tær viðhvørt, tá tað gevur meining fyri undirvísingina, men vit arbeiða í allar størsta mun analogt.
https://www.skulabladid.fo/tidindi/2026/april/skiggjar-i-skulanum-raedandi-hvussu-blaoygd-nogv-hava-verid/?fbclid=IwY2xjawQ50g9leHRuA2FlbQIxMQBicmlkETFrZWdvN0NTRmZrbmhtNFdLc3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHulsmHvM350s3uUrQ3J4qK07MtV9XhrF3EPb3ad95RxenbRc8lBR1DLLt_nu_aem_oyunU5rOpLd5ewQWevXgAQ
Skúlablaðið
Fyri umleið tíggju árum síðan tóku nógvir skúlar kring um í heiminum teldur og teldlar í nýtslu. Børn heilt niður í fyrsta flokk fingu egnan teldil ella egna teld, í stóran mun ístaðin fyri lærubøkur, skrivihefti, blýantar og viskileður. Hetta skuldi vera við til at kollvelta ...
23/03/2026
Í Lítlaskúla vilja vit hava, at øll skulu hava tað gott, og fyri at styrkja og menna tann góða felagsskapin og trivnaðin, nýta vit m.a. Betri Vinir sum námsfrøðiligt amboð.
Hesar seinastu mánaðarnar hava vit havt eitt felags trivnaðarátak fyri allan Lítlaskúla, har starvsfólk úr forskúlanum, skúlanum og frítíðarskúlanum hava arbeitt saman um eina felags Betri Vinir løtu hvønn mðr. frá oktobur til mars.
Átakið hevur verið skipað soleiðis, at øll hava fingið felags kunning um dagsins evni, síðani hava vit arbeitt í bólkum við evninum, og dagurin er endaður við felags spæli.
Evnini, sum vit hava arbeitt við eru:
“Betri Vinir virðini - tolsemi, umsorgan, virðing og dirvi”
“Blómu- og kaktus mál”
“Ein góður vinur”
“At arga fyri stuttleika og at arga av álvara”
“Ymiskleiki”
Og vit endaðu átakið hesa vikuna við at taka samanum og arbeiða við "Stjørnuløtum", har allir næmingar gjørdu hvør sína stjørnu við myndum og teksti við stjørnuløtum saman við floks- og skúlavinum.
At enda kom Bamsa at vitja, og næmingarnir fingu skreytbløð fyri at hava luttikið í Betri Vinir undirvísingini.
11/03/2026
Tvey pláss eru eftir í forskúlanum komandi skúlaár. Vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit vilja hoyra meira um skúlan.