07/03/2018
Seinasta garðsveitslan í Miðstovninum í Gundadali - Føroyski portalurin - portal.fo
Nú virksemið á Miðstovninum í Gundadali steðgar, verður seinasta garðsveitslan hildin. Hetta verður fríggjadagin 9. mars. Nú Tórsvøll
07/03/2018
Miðstovnurin flytir úr Gundadali oman í Realskúlan - Føroyski portalurin - portal.fo
Barnaansingarstovnurin við navninum Miðstovnurin í Gundadali flytir nú út úr gomlu felagshúsunum hjá B36 við niðara vøll í Gundadali.
05/03/2018
Seinasta garðveitsla í Miðstovninum 🍀🌺
Aftaná 32 ár í Gundadali flyta vit nú oman í Realskúlan og skjótt verða spælipláss og urtagarður eisini tikið burtur.
Fríggjadagin 9. mars kl 15-18 eru ØLL hjartaliga vælkomin til kaffi og køkur, hugnaligt prát og ymiskt undirhald ☕️🍰
Vit vóna at síggja nógv kend andlit 🎉🌿😊
Góðu tit, vinaliga deili hetta so vit fáa boðini so víða út sum gjørligt 👍
12/02/2018
Vit hava funnið ein Kattakong og ein Super Mario 👏
05/02/2018
Vit hugna okkum innandura í hesum regninum 💧💦
26/01/2018
Í gjár var Pállsmessa sum boðar frá ljósari tíðum ☀️Í tí sambandi fóru vit út at grilla í góðveðrinum í dag 😊
15/01/2018
Góðu foreldur.
Skjótt fara stórar broytingar at henda í garðinum hjá okkum. Fyri at greiða tykkum nærri frá hesum broytingum fara vit at hava ein kunnandi fund
hósdagin 18. januar kl 17-18
Vit bjóða tykkum ein drekkamunn og eina breyðflís.
Møtið fjølment.
Vinaliga Asta í Toft
11/12/2017
Góðu foreldur.
Miðstovnurin er raktur av verkfalli og verkbanni.
Frá í morgin, týsdagin 12. des, verða hvørki leiðari ella varaleiðari til arbeiðis.
Hósdagin 14. des er verkbann og tá hevur KAF gjørt av at stongja dagstovnarnir.
Við vón um at vit skjótt vera aftur til arbeiðis.
Asta
11/12/2017
Góðu foreldur.
‘Jólagrúgvan’ sum skuldi verða hesa vikuna er avlýst vegna verkfall.
08/12/2017
Henda árstíðin er eisini hugnalig ❄️⛄️
01/12/2017
Góðu foreldur
Aftur í ár verður “Jólagrúgva” á Miðstovninum.
Vit tendra grillirnar og grilla sneisadrýl og fáa heitt kakao. Kanska fáa børnini eisini ein lítlan pakka.
Jólagrúgvan er bert fyri børn sum ganga á Miðstovninum, men foreldur og systkin eru vælkomin at støðga á eina løtu tá tit koma eftir barninum. Ein kaffimunnur við onkrum afturvið verður at fáa.
Tað er umráðandi, at børn og vaksin eru væl ílatin, tí vit verða uttandura mest møguligt.
Jólagrúgvan verður ein dag í desember, tá veðrið er til vildar. Tit fáa nærri boð um hetta.
Vinaliga starvsfólki