VALTILFARIÐ FÆRT TÚ Á FØROYAPRENT ☑️
Fríggjadagin varð valdysturin til Løgtingsvalið 2026 skotin í gongd og fyrsta valtilfarið prentað. 🌱
Enn er góð tíð til valstríðið, men um tú ætlar tær at síggjast í fjøldini, viðmæla vit tær at seta teg í samband við okkum sum skjótast. 🗳️
Tú kanst bíleggja valplakatir, visitkort, bannarar, floglepar, klistrimerki og mangt annað við stuttari veitingarfreist - púra ómakaleyst. ✨
Ring á 314555 ella send okkum ein teldupost á [email protected] og vit hjálpa tær fegin. ☎📫
Vel rætt – Vel Føroyaprent
Føroyaprent
Grafisk uppseting, framkomin prentsmiðja, bókbindarí, stórprent, skelti, bannarar, foliuprent og Vælkomin á Føroyaprent
Føroyaprent er ein framkomin prentsmiðja við tíðarhóskandi útgerð innan prepress, digitalprent, arkprent, bókbinding, skelti og stórprent. Vit meta prentsmiðjuna sum okkara kjarnuvirksemi og vit arbeiða hart fyri at vera í meistaradeildini innan prent í Evropa. Okkara fremsta mál er at tryggja føroyingum føroyskt framleiddar prentlutir og at áhaldandi menna okkum sum fyritøka og arbeiðspláss. Umfr
05/02/2026
FØROYSKT PRENTAÐAR BØKUR TILNEVNDAR TIL ÁRSINS LESARAVIRÐISLØN
Nú er Lesaravirðislønin aftur á skránni. Vit á Føroyaprent fegnast um at hava havt allar bøkurnar um hendi, og at tær allar eru prentaðar í Føroyum.
Bøkurnar eru:
Marta Marta eftir Marjuni Syderbø Kjelnæs. Forlagið Ungu Føroyar. Umbróting og prent Føroyaprent
Svørt Orkide eftir Vónbjørt Vang. Forlagið Eksil. Umbróting Kirstin Helgadóttir. Prent Føroyprent
Altartalvan eftir Jógvani Isaksen. Forlagið Marselius. Umbróting og prent Føroyaprent
Vit ynskja øllum teimum tilnevndu hjartaliga tillukku og takka fyri gott samstarv.
Dekorering av Luux 🍒
19/12/2025
GLEÐILIG JÓL 🎄 🎁
Føroyaprent er farið í jólaferiu. Opið er aftur týsmorgunin 6. januar kl. 8.00.
Hevur tú neyðsynjarboð, kanst tú ringja 594929 ella 594559. Vit lesa eisini [email protected] hvønn dag.
Hevur tú brúk fyri gravsálmum, so ber til at bíleggja teir á [email protected].
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól. 🎅🏼
Í dag renna vit skjótt fyri at avgreiða síðstu ordrarnar, so vit kunnu seta ferðina niður, nú vit fara í jólafrí í morgin. 🎄
Nógv er komið av skafti síðstu tíðina og vit eru vís í, at aftur í ár eru tað eini góð bókajól. 📚🎅🏼
07/11/2025
FØROYAPRENT KALENDARIN FYRI 2026 ER NÚ TØKUR 🗓️
Endiliga kanst tú fara í holt við at planleggja tað komandi árið.
Hvørt ár framleiða vit Føroyaprent kalendarar í A4 og A3 stødd, ið tú kanst fáa – púrasta ókeypis! ✨
Kom á gátt og fá tær eitt ella fleiri eintøk!
22/10/2025
Enn ein heiðursløn til Dropar 👏🏻👏🏻
22/10/2025
Hjartaliga tillukku Vónbjørt Vang við Bókmentavirðisløn Norðurlandarásins! 💐
Í gjár var almannakunngjørt at Vónbjørt Vang vann Bókmentavirðisløn Norðurlandarásins fyri yrkingasavnið, Svørt Orkidé.
Vit ynskja Vónbjørt hjartaliga tillukku við stóru og væluppibornu virðislønini. Somuleiðis ynskja vit hjartaliga tillukku til Forlagið Eksil við Kim Simonsen, ið hevur útgivið yrkingasavnið.
Vit eru errin og fegin um at hava prentað savnið.
Dómsnevndin segði soleiðis um verkið:
"Verkið hevur eitt sterkt visuelt úttrykk, og arbeiðir við bæði týdningum og tilfari í fleiri løgum. Síðurnar eru prýddar við kollagum, ið rithøvundurin sjálv hevur skapað burtur úr samanklippum av tekstum og myndum úr øðrum verkum. Hendan nýtslan av brotum og visuellum luteindum undirstrikar spjaðingina og leitanina í upplivingum mammunar - hennara roynd at finna orð fyri tí ósigiliga."
Forlagið Eksil
08/10/2025
Plakatir og klisturmerkir av Palla Halaleysa 😻
30/09/2025
Enn einaferð hava vit prentað og innbundið á miðjari nátt, so at “Uppskot til Løgtingsfíggjarlóg 2026” kundi leggjast fram í morgun. 🌙
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Telefon
Internet side
Adresse
Hoyvíksvegur 59
Tórshavn
100
Hvad er åbningstiderne?
| Mandag | 09:00 - 16:00 |
| Tirsdag | 09:00 - 16:00 |
| Onsdag | 09:00 - 16:00 |
| Torsdag | 09:00 - 16:00 |
| Fredag | 09:00 - 16:00 |