Nám

Nám

Del

Nám gevur út undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, rekur kt-samskifti, og bjóðar ske

Námsætlanir sendar til hoyringar 29/04/2026

Hevur tú viðmerkingar til námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum?
Freistin at senda hoyringarsvar inn er mikudagin 6. mai.

Námsætlanir sendar til hoyringar Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum sendar til hoyringar.

14/04/2026

Thordis Dahl Hansen, forkvinna í Skúlabókavarðarfelagnum, á forsíðuni á nýggjasta Skúlablaðnum.

- Eitt skúlabókasavn er so nógv meir enn bara bøkur, tað er ofta snúningsásin um tað, sum hendir í skúlanum. Vit kunnu taka aktuell evni upp og gera framsýningar um alt millum himmal og jørð. Eitt skúlabókasavn er ikki bert til útlán. Okkara uppgáva er at skapa áhuga og miðla vitan. Eisini um smá evni.

NÝTT BLAÐ: Í nýggjasta blaðnum er samrøða við Elly Johannesen, lærara í Eysturskúlanum, um tað at vera lærari. Vitlíki verður viðgjørt í samrøðu við Tóra Slættalíð, námslektara, og Hans Fróða Jensen, lærara. Lærugreinin alis- og evnafrøði verður umrøtt í áhugaverdari samrøðu við teir tríggjar lærararnar, sum eisini hava gjørt námsætlanina í lærugreinini, Fíu í Skorini, Johann Petersen og Poul Grunnveit. Thordis Dahl Hansen, forkvinna í Skúlabókasavnsfelagnum, gevur í grein sítt boð uppá, hvat eitt skúlabókasavn er í dag. Samrøða er við Anniku Antoniussen, námslektara, um konfliktfatan innan skúlagátt, við Annvør Nielsen, lærara, um flokslærarauppgávuna, og við námslektararnar Fridu Poulsen, Biritu Poulsen og Annu Eikhólm, um co-teaching í fólkaskúlanum. Harumframt viðger Helgi W. Olsen, námslektari, hvussu vit kunnu bjóða øllum næmingum javnbjóðis rørslumøguleikar í skúlatíð, og Katrina Nattestad, lærari, hevur umrøðu av skeiði, sum hevur til endamáls at fáa betri innlit í, hvussu vit kunnu skapa og skipa betri læriumhvørvi fyri næmingar við ADHD/ADD.

26/03/2026

Sigga Rasmussen hevur gjørt eitt megnar arbeiði við bókini Plantur til matna. Vit her í Námi ynskja henni hjartaliga til lukku við nýggju, vøkru prentaðu útgávuni.
Vit gleða okkum til kavin fer, so vit kunnu fara út at sáa og dyrka - við Plantum til matna.

https://nam.fo/namstidindi/plantur-til-matna-nu-eisini-sum-prentad-bok

Frá nótum til net: Tónleikur sum sBók 24/03/2026

Tónleikur komin út sum sBók

Tónleikur er ein nútímans, talgild støðisbók til miðnám og onnur, sum vilja læra meira um tónleik og tónafrøði.

Við sBókini verður tilfarið lætt atkomuligt hjá næmingum og lærarum, og hon kann brúkast bæði í einstøkum tímum, í undirvísingargongdum og sum grundarlag undir víðari arbeiði við tónleiki. Bókin er eisini ætlað øðrum áhugaðum, sum vilja læra meira um tónafrøði og tónleik.

Høvundur er Hans Pauli Wenningsted Tórgarð, sum er cand.mag. í tónleikavísindum og fagurfrøði og mentan.

Frá nótum til net: Tónleikur sum sBók Nú er Tónleikur komin út sum sBók – ein nútímans, talgild støðisbók til miðnám og onnur, sum vilja læra meira um tónleik og tónafrøði.

Kveikir komandi ættarlið: Lærari vinnur Novo Nordisk-virðisløn 19/03/2026

Hjartaliga til lukku, Johann👏

Johann Jansson Petersen hevur fingið serstakan heiður frá Novo Nordisk grunninum fyri at menna undirvísingina í náttúruvísindum umframt at kveikja áhugan hjá ungum í Føroyum fyri náttúruvísindum.

Johann er ein av lærarunum, sum hevur verið við til at menna nýggju námsætlanina í alis- og evnafrøði, sum hevur til endamáls at gera undirvísingina ítøkiliga og spennandi fyri næmingar og lærarar at fara í holt við.

Nám ynskir Johann og Eysturskúlanum hjartaliga til lukku við hesi fínu viðurkenning.

Kveikir komandi ættarlið: Lærari vinnur Novo Nordisk-virðisløn Johann Jansson Petersen verður heiðraður fyri at menna undirvísingina í náttúruvísindum, umframt at kveikja áhugan hjá ungum í Føroyum fyri fakinum

11/03/2026

Vegna starvsfólkatiltak er eingin avgreiðsla í Námi og á Próvstovuni fyrrapartin hósdagin 12. mars. Latið verður upp kl. 13:00.

06/03/2026

Lærarabókin til Dropar 9 er nú komin.

Í lærarabókini er hópin av spennandi tilfari til næmingar í 9. flokki at arbeiða við.

Bókin liggur tøk á ibok.nam.fo.

Ársins vitanarfróðu 2026 03/03/2026

Ætla tit at luttaka í kappingini? Freistin at lata tilfar inn er 25. mars!

Ársins vitanarfróðu 2026 Ætla tit at luttaka í kappingini?

Ætlar tú at velta grønmeti í ár? 20/02/2026

Vilt tú læra um plantur og matframleiðslu? 🌱📘
Plantur til matna er ókeypis netbók og hóskar ógviliga væl til skeiðsrøðina í grønmetisvelting, sum Búnaðarstovan lýsir við í hesum døgum.

Ætlar tú at velta grønmeti í ár? Plantur til matna sum tilfar til skeið í grønmetisvelting

11/02/2026

Uppgávubókin til Støddfrøði 9 er komin

Í bókini eru uppgávur, sum er knýttar at Støddfrøði 9 Grundbók.

Nú er tíð at seta lit á fólkaskúlan 10/02/2026

- Tilmælini eru ikki eitt ynski – tvørturímóti eru hetta neyðug átøk, um vit vilja hava ein fólkaskúla, sum veruliga lyftir tey børn, vit siga okkum arbeiða fyri. Vit tosa um at menna sjálvstøðugar, skapandi og kritiskt hugsandi borgarar. Men veruleikin er, at lærugreinarnar eru so niðurraðfestar og óskipaðar, at hetta hevur avleiðingar fyri fakligu dygdina, trivnað og førleikar hjá næmingunum. Hetta er hvørki í tráð við fólkaskúlalógina, námsætlanina ella tað, vit sum samfelag siga okkum vilja raðfesta.

Soleiðis sigur arbeiðsbólkurin, sum hevur orða støðislýsing og tilmæli um nýggjan leist fyri skapandi lærugreinarnar í fólkaskúlanum.

Nú er tíð at seta lit á fólkaskúlan Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki krøvunum, sum ein nútímans fólkaskúli setur.

Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Hoyvíksvegur 72
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 16:00
Tirsdag 10:00 - 16:00
Onsdag 10:00 - 16:00
Torsdag 10:00 - 16:00
Fredag 10:00 - 12:00