07/08/2025
Í gjár koma Carolina úr Brasil til Føroya sum Rotary skiftisnæmingur. Fyrsta familjan, sum hon skal búgva hjá, var og tók ímóti saman við umboði fyri Tórshavnar Rotary klubba.
Carolina skal búgva hjá trimum ymsum familjum, meðan hon er í Føroyum. Hon skal ganga á Glasi og annars læra fólkið, málið og mentanina at kenna.
Vælkomin Carolina 🇫🇴🇧🇷 Vit gleða okkum til komandi árið saman við tær.
--
Yesterday, Carolina from Brazil arrived in the Faroe Islands as a Rotary exchange student. The first host family, with representatives from the Tórshavn Rotary Club, welcomed her upon arrival.
Carolina will stay with three different families during her time in the Faroe Islands. She will attend Glasir (a secondary school in Tórshavn) and will also get to know the people, the language, and the culture.
Welcome, Carolina 🇫🇴🇧🇷 We look forward to the coming year with you!
Rotary Distrikt 1440
22/05/2025
Í gjár hittu vit í Rotary tríggjar av skiftisnæmingum okkara í saman við økisumboðunum frá Rotary Distrikt 1440.
Tey eru fv: Lükka Maria, sum fer til Italia í august, Daniella, sum var í Kanada í 2019/20, og Michael, sum hevur verið í Føroyum síðani august.
12/02/2025
Eigur tú ein tannáring í 8. flokki, sum hevur útlongsul? Eitt skiftisár aftaná 9. flokk er sera spennandi og mennandi. Tórshavnar Rotary Klubbi lýsir nú eftir umsóknum til skúlaárið 2026/27.
Umsóknarfreistin er 30. juni 2025, men tit eru vælkomin at søkja fyrr enn tað. Skrivið til okkara, um tít eru áhugað at frætta meira.
27/07/2024
Góða ferð og alt tað besta í Peru Herbert Holm Johannessen 🇫🇴
Vit gleða olkum at frætta frá tær vðhvørt.
God rejse til Anne og Herbert, som er på vej til Peru 🇵🇪👊🏻 Vi glæder os til at høre om jeres spændende oplevelser i et land, som er fremmed for de fleste af os.
21/06/2024
Rotary skiftisnæmingar kunnu fara til fleiri ymisk lond í Norður- og Suðuramerika, Asia, Oceania og nú eisini einstøk lond í Evropa.
Aktuellu londini síggjast her:
https://www.rotary.dk/yep/hvor-vil-jeg-hen
20/06/2024
Noah Bech hevur skjótt verið eitt ár í Cortland, New York State í USA sum Rotary skiftisnæmingur. Hann hevur gingið í skúla og roynt ymsan ítrott, so sum amerikanskan fótbólt og kurvabólt. Hann hevur fingið nógvar vinir og nýggjar familjur, hevur upplivað eitt annað land við øðrvísi máli, mentan og siðvenjum. Hann hevur trivist væl frá fyrsta degi.
Eigur tú ein tannáring í 8. flokki, sum hevur útlongsul? Eitt skiftisár aftaná 9. flokk er sera spennandi og mennandi.
Tað kostar at fara avstað, men hetta er ein íløga fyri lívið.
Umsóknarfreistin til skúlaárið 2025/26 er 30. juni 2024. Skrivið til okkara, um tít eru áhugað at frætta meira.
20/06/2024
Mánadagin 17. juni fekk Maja Skonecka prógv frá NámX eftir at hava verið eitt ár í Føroyum sum Rotary skiftisnæmingur. Her hevur hon fingið nógvar vinir og nýggjar familjur, upplivað eitt annað land við egnum máli, mentan og siðvenjum og harvið hevur hon lært nógv um onnur og seg sjálva.
Eigur tú ein tannáring í 8. flokki, sum hevur útlongsul? Eitt skiftisár aftaná 9. flokk er sera spennandi og mennandi.
Tað kostar at fara avstað, men hetta er ein íløga fyri lívið.
Umsóknarfreistin til skúlaárið 2025/26 er 30. juni 2024. Skrivið til okkara, um tít eru áhugað at frætta meira.
17/03/2024
Eigur tú ein tannáring í 8. flokki, sum hevur útlongsul? Eitt skiftisár aftaná 9. flokk er sera spennandi og mennandi. Tórshavnar Rotary Klubbi lýsir nú eftir umsóknum til skúlaárið 2025/26.
Umsóknarfreistin er 30. juni 2024, men tit eru vælkomin at søkja fyrr enn tað. Skrivið til okkara, um tít eru áhugað at frætta meira.
06/07/2023
Umsóknarfreistin er longd til 1. august.
Eigur tú ein tannáring, sum júst er liðugur í 8. flokki, sum hevur útlongsul? Eitt skiftisár aftaná 9. flokk er sera spennandi og mennandi. Tórshavnar Rotary Klubbi lýsir nú eftir umsóknum til skúlaárið 2024/25.
Umsóknarfreistin er longd til 1. august 2023.
Skriva til okkara, um tít eru áhugað at frætta meira. Til ber eisini at lesa á leinkinum í viðmerking niðanfyri.