07/05/2026
Læra næmingar minni av vitlíki? 🤖📖
Ein nýggj OECD-frágreiðing staðfestir tað, sum nógv hava haft varhugan av: Um vitlíki bert verður brúkt til at loysa uppgávur fyri okkum, so læra vit minni. Næmingar, ið brúka vanliga vitlíkistøkni uttan leiðbeining, klára seg ofta væl til heimauppgávur, men munandi verri til sjálvar royndirnar.
Skulu vit fáa gagn av vitlíki í føroyska skúlanum, mugu vit stýra nýtsluni námsfrøðiliga. Vitlíki skal vera ein kveikjari og ein viðleikari - ikki ein snarvegur uttan um sjálva læringina.
Hvussu brúka tit vitlíki í tykkara undirvísing ella læring?
Kelda: https://www.oecd.org/en/publications/oecd-digital-education-outlook-2026_062a7394-en.html
06/05/2026
Forkanningin um vitlíki er nú handað landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Sum summi tykkara vita, havi eg veri partur av arbeiðinum við hesi forkanning. Tað eri eg takksamur fyri, og eg vil fegin takka verkætlanarbólkinum og teimum mongu, sum komu við sínum sjónarmiðum til arbeiði.
Eg haldi, at mítt høvuðsíkast var at leggja dent á serliga eitt: Vitlíki fer ikki bara at ávirka tøknina ella einstøk arbeiðspláss. Tað fer at røkka bæði djúpt og breitt inn í føroyska samfelagið. Tað fer at ávirka málið okkara, almennu tænasturnar, skúlarnar, vinnulívið, arbeiðsmarknaðin og okkara gerandisdag. Ikki bara eitt sindur, men munandi.
Eg haldi tað eydnaðist væl og forkanningin fevnir sera vítt.
Frágreiðingin er tó skrivað sum ein forkanning. Tónin er varin og ítøkiligur, og dentur verður lagdur á næstu stigini. Tað sigst at hóska væl til hetta sniðið. Men sjálvur helt eg, at teksturin átti at víst nógv meira, hvussu átrokandi hetta er.
Eg vóni ikki, at tær varnu orðingarnar verða fataðar sum eitt tekin um, at sjálvt málið er minni átrokandi.
Tað er átrokandi.
Vitlíki er ikki bara enn eitt talgilt amboð. Tað er ein stór samfelagsbroyting, og Føroyar mugu viðgera hana hareftir.
Tú kann lesa forkanningina her:
https://www.fmr.fo/fo/kunning/tidindi/forkanning-um-vitliki-handad-landsstyrismanninum
30/04/2026
Ímynda tær, at tú hevur mist tína rødd, og tú lærir, at tøkni kann fáa teg at tosa aftur.
Men so kemur treytin:
„Ikki á føroyskum.“
Hetta er ein av teimum stóru blindu blettunum í kjakinum um vitlíki í Føroyum.
ChatGPT, Gemini og onnur vitlíkisamboð eru spakuliga vorðin betri til at skriva og skilja føroyskt. Tað er gott. Men ein risastórur putlispælsbrikkur manglar – at kunna tosa við vitlíki og fáa svar aftur sum ljóð, ikki bara tekst.
Og hetta snýr seg ikki bara um hentari amboð.
Tað snýr seg um hjálpartøkni.
Longu í dag síggja vit í øðrum londum, hvussu vitlíki kann hjálpa fólki við breki:
🗣️ Fólk, sum missa røddina, kunnu varðveita sína egnu rødd.
Við vitlíki kann ein skapa eina talgilda útgávu av sínari egnu rødd, sum síðani kann brúkast til at tosa fyri ein. Hetta er serliga týðandi fyri fólk við sjúkum sum ALS ella MND, har røddin kann hvørva.
👂 Fólk við ógreiðari talu kunnu verða betur skilt.
Google hevur ment Project Relate til fólk við óvanligari talu. Tað kann lurta eftir talu, sum vanlig talukenning ofta ikki skilir, skriva hana sum tekst ella endurtaka boðskapin týðiliga fyri onnur.
👁️ Blind og sjónveik kunnu spyrja telefonina, hvat hon sær.
Amboð sum Be My Eyes, Seeing AI og Envision brúka myndatól og vitlíki til at lesa tekst, lýsa myndir, kenna lutir og hjálpa fólki at skilja heimin uttan um seg við ljóði.
♿ Fólk, sum hava trupult við at brúka hendurnar, kunnu stýra teldu og telefon við røddini.
Bæði Windows og Android hava raddarstýring, har tú kanst opna forrit, skriva tekst, senda teldupost og flyta teg runt á skíggjanum við at tosa.
👩🏫 Deyv og hoyriveik kunnu fáa talu gjørda til tekst beinleiðis.
Beinleiðis teksting í Windows, Teams og øðrum skipanum verður longu brúkt til at gera fundir, undirvísing og samrøður meira atkomiligar.
Alt hetta er longu veruleiki.
Men ikki á føroyskum.
Nú føroyskt ikki er við í røddartøknini, mugu føroyingar við breki brúka danskt og enskt fyri at fáa atgongd til nøkur av teimum mest lívsbroytandi hjálpartólunum, sum vitlíki kann bjóða.
Vit hava tørv á føroyskari talukenning, føroyskum røddum, føroyskari upplesing og nógv meiri fígging til økið.
Og hetta er alt loysnir, sum á ymiskar hættir fer at gjalda seg fleirfalt aftur gjøgnum tíðarsparingar á føroyskum arbeiðsplássum, sum onki hava at gera við tey, ið bera brek. So hetta er bert ein íløga, sum støða skal takast til.
Føroyskt vitlíki er ikki bara málpolitikkur.
Tað er atkomna.
Tað er sjálvbjargni.
Og fyri nøkur kann tað vera munurin á at verða hoyrd — ella ikki.
28/04/2026
At gerast betri at brúka vitlíki er umráðandi.
Men eg síggi ov ofta, at fólk læra seg at brúka vitlíki, men nýta tað bara til smáar uppgávur:
- Teldupostar.
- Samandráttir.
- Snøggar orðingar.
Men smáar uppgávur geva smá úrslit.
Stóra virðið kemur frá at brúka vitlíki til arbeiðið, sum veruliga hevur týdning:
- At skilja eitt trupult mál.
- At fyrireika eina umráðandi avgerð.
- At finna veikleikar í einari dýrari ætlan.
So spyr ikki bara: Hvussu verði eg betri til vitlíki?
Men eisini:
Hvat er mín týdningarmesta og virðismiklasta uppgáva?
Og hvussu kann vitlíki hjálpa mær at loysa hana betri?
26/04/2026
Hvønn sunnudag fært tú ein neista til at kveikja tankarnar. Her er neistin hesa vikuna:
Hugsa tær eina vitlíkiskipan á sjúkrahúsinum, sum við ræðandi neyvleika kann siga frammanundan, nær ein viðgerð helst ikki fer at bjarga einum sjúklingi longur, men einans leingir um deyðastríðið.
Verður hon brúkt rætt, kundi hon hjálpt læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, sjúklingum og avvarðandi at tosa ærliga um støðuna fyrr. Hon kundi hjálpt fólki undan pínufullum viðgerðum, ið geva vón í orðum, men líðing í veruleikanum.
Men hevur ein maskina fyrst skrivað "sera lítil møguleiki" við síðuna av navninum hjá tær, broytist kanska okkurt á sjúkrastovuni. Fólk royna kanska eitt sindur minni og avverandi føla seg kanska illa um sína egnu vón.
Eigur vitlíki at hjálpa okkum at síggja, nær ein viðgerð ger meira skaða enn gagn?
Ella eru hetta júst tær metingar, sum ongantíð mugu koma burtur úr einari útrokning?
24/04/2026
🚨Ein nýggjur myndamyndil er komin til ChatGPT!
Eg royndi tað við einari púra vanligari uppgávu:
“Ger eina lýsing fyri mínar vitlíkisverkstovur. Nýt hesar k***a viðmerkingarnar: ...”
ChatGPT visti hvørja verkstovu eg meinti við, út frá okkara gomlu kjattum og gjørdi lýsingina sum sæst niðanfyri.
Tað áhugaverda er ikki bara, at myndin sær gott út.
Tað áhugaverda er, hvussu lítið nú skal til, áðrenn tú hevur eina klára lýsing, eina glæru til eina framløgu ella okkurt annað tilfar. Hvat fyrr var eitt gott útgangsstøði, er nú eitt úrslit sum er klárt at deila.
Nýggi myndamyndilin kann longu roynast í ChatGPT og avgjørt vert at fara í holt við.
23/04/2026
Hví hava summi ilt við at góðtaka vitlíki, sjálvt tá ið tað ger arbeiðið teirra bæði skjótari og lættari? Ein partur av svarinum kann vera tað, ið vit kalla "faklig sorg".
Hetta er tann stilla sorgin, ið kann stinga seg upp, tá ið vitlíki yvirtekur teir partar av arbeiðinum, sum ein treivst best við: sjálva tilgongdina, handverkið og skapandi løturnar. Úrslitið verður kanska meira effektivt vegna vitlíki, men gleðin hvørvur, tí hjá mongum lá hon júst í sjálvum handverkinum.
Tí snýr tað seg mangan ikki bert um mótstøðu ímóti framburði. Tað snýr seg í líka stóran mun um, at arbeiðið hjá mongum er tætt knýtt at samleikanum, fakliga stoltleikanum og nøgdseminum at avrika okkurt sjálvur, upp á sín egna máta.
Hjá summum hevur vitlíki longu skert júst teir partar av arbeiðinum, ið tey hildu mest um.
Eg veit ikki, hvat ítøkiliga loysnin er. Men tað hevur stóran týdning at viðurkenna, at hendan kenslan veruliga er til.
22/04/2026
Birgir Kruse spurdi meg her fyri um eina viðmerking til sína seinastu grein.
Niðanfyri havi eg deilt eitt brot úr mínari viðmerking, men í leinkjuni ber til at lesa alla greinina og alla viðmerkingina.
https://birkblog.blogspot.com/2026/04/a-fer-inn-i-vitliki.html