Fróðskapur Forlag

Fróðskapur Forlag

Del

Fróðskapur er bókaforlag, ið Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya eiga í felag.

Forlagið gevur út Fróðskaparrit og í meðal 5 bøkur árliga. Øll
Fróðskaparrit og gott 60 av bókum forlagsins finnast talgilt og frítt á ojs.setur.fo

In the Realm of Ae**us: Weathering Streymoy in Gregorius Möller’s Declamatio (1751) | Fróðskaparrit - Faroese Scientific Journal 20/02/2026

Nýggj grein í Fróðskaparritum:
"In the Realm of Ae**us: Weathering Streymoy in Gregorius Möller’s Declamatio (1751) -Í ríki Ae**usar: Veðurbarda Streymoy í “Declamatio” (1751) eftir Grækaris Müller"

Tað er Jonas Wellendorf frá University of California, Berkeley, sum hevur skrivað greinina, sum er á enskum við føroyskum samandrátti.

Greinin kann lesast niðanfyri.

In the Realm of Ae**us: Weathering Streymoy in Gregorius Möller’s Declamatio (1751) | Fróðskaparrit - Faroese Scientific Journal In the Realm of Ae**us: Weathering Streymoy in Gregorius Möller’s Declamatio (1751) Í ríki Ae**usar: Veðurbarda Streymoy í “Declamatio” (1751) eftir Grækaris Müller # .themes.bootstrap3.article.main # # # .themes.bootstrap3.article.sidebar # # Pdf Published Feb 20, 2026 DOI: h...

Sea of change | Fróðskapur Books 06/02/2026

Greinasavnið “Sea of Change – A Faroese ethnography written from within”, sum Annika Isfeldt og Firouz Gaini hava ritstjórnað, er nú tøkt talgilt á heimasíðu forlagsins.
Ger so væl 🎁

Sea of change | Fróðskapur Books Sea of change # .themes.bootstrap3.article.main # # # .themes.bootstrap3.article.sidebar # # Published Feb 6, 2026 DOI: https://doi.org/10.18602/knd29a94 Annika Isfeldt Firouz Gaini Fróðskaparsetur Føroya Abstract Historical narratives about the Faroes have been shaped largely by imperi...

Fróðskaparrit nr. 71 er komið 28/01/2026

Í dag eru øll Fróðskaparrit tøk talgilt á heimasíðu forlagsins. Her eru ritini opin fyri øll at lesa og taka niður í pdf sniði. Til ber at finna einstakar greinar og heil rit.

Fróðskaparrit nr. 71 er komið Við ársbyrjan 2026 eru greinarnar, sum eru komnar út í Fróðskaparritum 2025 savnaðar í rit nr. 71.   Talan er um ellivu greinar, sum spenna víða, frá málfrøði og bókmentum til stjórnmálafrøði og náttúruvísindi. Greinar eru á føroyskum, donskum og enskum.  Ritstjóra...

2025: Frændafundur 10 | Fróðskapur Books 17/12/2025

Loksins eru fyrilestrar frá Frændafundi 10 tøkarí talgildari útgávu.

Triðja hvørt ár heldur frændafundarsamstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðru hvørja ferð í hvørjum landinum, og fyrilesararnir hava havt møguleika at geva fyrilesturin út í bók.

Í mong ár varð bókin prentað, men nú er hon talgild.

Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum: Íslandsnevnd Fróðskaparsetursins og Føroyanevnd Háskóla Íslands.

Hesir fyrilestrarnir eru frá 10. ráðstevnuni Rutur og røtur, ið var hildin í august 2019 í Føroyum við ferðafrøði sum høvuðsevni.

2025: Frændafundur 10 | Fróðskapur Books Triðja hvørt ár heldur frændafundarsamstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðru hvørja ferð í hvørjum landinum, og fyrilesararnir hava havt møguleika at geva fyrilesturin út í bók. Í mong ár varð bókin prentað, men nú er hon talgild. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum lond...

Archives | Frøði 26/11/2025

Veitst tú, at allar útgávurnar av Frøði frá 2011 til og við 2022 eru tøkar á netinum? 25 bløð við styttri og longri greinum um alt frá náttúru til fornfrøði, heilsu til læring. Ger so væl 🥳

Archives | Frøði

Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining (“ecocriticism”) og evnisligari snaring (“new materialism”) | Fróðskaparrit - Faro 19/11/2025

Nýggj grein í Fróðskaparritum:
Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining (“ecocriticism”) og evnisligari snaring (“new materialism”.

Tað er Bergur Djurhuus Hansen, lektari á Føroyamálsdeildini, sum hevur skrivað greinina, sum er á føroyskum við enskum samandrátti.

Greinin kann lesast niðanfyri.

Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining (“ecocriticism”) og evnisligari snaring (“new materialism”) | Fróðskaparrit - Faro Einki hvørvur. Sundur- og samanrenningar í yrkingasavninum Korallbruni (2018) eftir Onnu Maluna Jógvansdóttur. Ein viðgerð við støði í vistgreining (“ecocriticism”) og evnisligari snaring (“new materialism”) Nothing Disappears. An Ecocritical Examination of Material Entanglements i...

Photos from Fróðskapur Forlag's post 15/11/2025

Í morgun skipaðu vit í Fróðskapi fyri orðaskifti um yrkisbøkur á føroyskum og í Føroyum - um mál, miðling, fígging, ábyrgd, týðing, vitlíki og annað.
Tiltakið var partur á Bókadøgunum 2025, sum eru í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið..
Takk til Súsonnu Eikhólm, Katrina Petersen og Heina í Skorini fyri tykkara íkast.

Orðaskifti um yrkisbøkur á Bókadøgunum 2025 10/11/2025

Vælkomin í Skálan í Norðurlandahúsinum leygardagin 15. november kl. 11. Fróðskapur bjóðat til pallborðsorðaskifti.

Orðaskifti um yrkisbøkur á Bókadøgunum 2025 Fróðskapur skipar fyri pallborðsorðaskifti leygardagin 15. november kl. 11. Vit hava boðið trimum fólkum at umrøða tørvin á og ábyrgdina av at fáa yrkisbøkur á føroyskum. Luttakararnir í panelinum eru Súsanna Eikholm, lærari á Glasi, Katrin Petersen, tíðindaleiðari í Kringvar...

An investigation of genetic fecundity variants in Faroese sheep | Fróðskaparrit - Faroese Scientific Journal 30/10/2025

Nýggj grein í Fróðskaparritum:
An investigation of genetic fecundity variants in Faroese sheep - Ein rannsókn av arvaligum fruktbæri hjá føroyskum seyði

Greinin er á enskum við føroyskum úrtaki.

Høvundarnir eru: Eva Kjæld Hansen, Jens Ivan í Gerðinum2 Dag Inge Våge og Svein-Ole Mikalsen

An investigation of genetic fecundity variants in Faroese sheep | Fróðskaparrit - Faroese Scientific Journal An investigation of genetic fecundity variants in Faroese sheep Ein rannsókn av arvaligum fruktbæri hjá føroyskum seyði # .themes.bootstrap3.article.main # # # .themes.bootstrap3.article.sidebar # # pdf Published Oct 30, 2025 DOI: https://doi.org/10.18602/jjvf5h28 Eva K. Hansen Jens I...

20/09/2025

Kongsbókin fær sera gott ummæli í European Journal of Scandinavian Studies:
“Although the language, content and not least provenance of Kongsbókin have been researched in the past … the manuscript has nevertheless remained largely ignored in recent decades. It is hoped that the present book will change this, and indeed its editor and translator, Andras Mortensen, is to be congratulated on this almost wholly successful enterprise. The choice to make a facsimile edition of Kongsbókin is welcome, especially in relation to current research conducted on the 750-jubilee of the Norwegian Laws of the Land of 1274.”

Alt ummælið kann lesast niðanfyri

Blocked Your access to the De Gruyter site has been temporarily blocked. Please try again later. If you think you are seeing this message in error, please contact Customer Services.

Út við 100 útgávur uppá 20 ár 15/09/2025

Tað eru í dag 20 ár síðani universitetsforlagið Fróðskapur varð sett á stovn. Hesi 20 árini hevur Fróðskapur givið út út við 100 bøkur.
Allar útgávurnar, íroknað tær hjá Fróðskapafelagnum síðan 1952, síggjast á ojs.setur.fo, og tær flestu kunnu takast niður sum pdf.

Út við 100 útgávur uppá 20 ár Í 20 ár hevur forlagið Fróðskapur útgivið ein stóran part av avrikunum, sum granskarar í føroyskum viðurskiftum hava latið úr hondum.  Forlagið varð stovnað 15. september í 2005, tá ið tað tók yvir útgávuvirksemið, sum Føroya Fróðskaparfelag hevði staðið fyri síð...

Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Adresse


J. C. Svabos Gøta 14
Tórshavn
FO100