02/06/2026
JÓAN PAULI JOENSEN, FAGNAÐARDOKTARI
Á stórum hátíðarhaldi við universitetið í Lund varð Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari og adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, fagnaður fyri sítt lívlanga akademiska yrki og avrik.
50 ár eftir, at hann varð útnevdur doktari í Lund, er hann nú heiðursframfluttur til fagnaðardoktara.
Hjartaliga til lukku, Jóan Pauli!
Lesið eisini góðu frásøgnina hjá Jóan Paula um hátíðarhaldið niðan fyri tíðindastubban her: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/joan-pauli-joensen-kosin-fagnadardoktari-vid-universitetid-i-lund
30/05/2026
Elsa F. Helmsdal vart ph.d. um grind
Fríggjadagin 29. mai vardi Elsa F. Helmsdal ph.d.-ritgerð sína, har hon hevur kannað, hví grind framvegis verður etin í Føroyum, hóast heilsuligir váðar eru væl prógvaðir.
Tað var ein áhugaverd verja, sum var í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Elsa byrjaði framløgu sína við grindadrápinum í vikuni og um grind í søguligum og matmentanaðarligum høpi. Síðani legði hon fram arbeiði sítt, sum er skipað í tríggjar kanningarpartar við vísindaligum greinum.
Fyrsti partur er um, hvussu føroyskir miðlar hava umrøtt dálking í grindahvali og síðani 1970’ini.
Annar partur er um kanning millum luttakarar í fyrstu føroysku burðarkohortunu á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu, har mammur og børn, fødd í 1986/87, hava verið kannað m.a. fyri dálkingarevni frá kosti, serliga grind.
Har varð hugt at, um samanhangur er millum metingina av mentanarliga týdninginum av grind, og hvussu ofta grind verður etin.
Triðji partur er um, hvussu ofta føroyingar eta grind, um føroyingar hava hoyrt um dálking og tilmæli, mentanarliga týdningin av grindahvalinum, og hvørjir samfelagsligir og demografiskir faktorar eru knýttir at, hvussu ofta fólk eta grind.
Hjartaliga til lukku við ph.d.-heitinum, Elsa! 🇫🇴
Les meira her: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/elsa-f-helmsdal-vart-phd-um-hugburd-til-grind-sum-mat
29/05/2026
The UArctic Congress 2026 concluded today in Tórshavn after five days of knowledge-sharing and connection-building.
With participants numbering in the thousands from the Arctic and beyond, the Congress also became the largest international conference ever held in the Faroe Islands.
Read more here:
https://www.setur.fo/en/the-university/news/uarctic-congress-2026-concludes-in-the-faroe-islands
29/05/2026
Around 150 participants joined the UArctic Assembly 2026 in Tórshavn, the Faroe Islands, on 29 May 2026.
The Assembly meeting was held as part of the UArctic Congress 2026, hosted by The University of the Faroe Islands, in collaboration with The Faroe Marine Research Institute and Ministry of Foreign Affairs and Fisheries.
This year set again a new record of new members approved in one year, reflecting UArctic’s expanding reach and collaborative strength
Read more here:
https://www.setur.fo/en/the-university/news/the-uarctic-assembly-2026-convenes-in-torshavn
Photo by Hannele Palviainen.
29/05/2026
The third day of the UArctic Congress 2026 in the Faroe Islands drew attention to the oceans theme through the Ocean Day.
A key part of the Ocean Connectivity Conference, the Ocean Day was dedicated to the Arctic Council’s work on ocean-related issues.
Read more here: https://www.uarctic.org/news/2026/5/uarctic-congress-2026-day-3/