07/04/2026
Odyssé gittarans (SE/FO)
Á skránni eru klassisk verk úr vanligu tónleikaskránni hjá duoini, umframt nýggj verk. Fýra næmingar í tónasmíði hava skrivað hvør sítt verk í verkætlanini Nýggjar røddir til gittar. Talos Guitar Duo framførir hesi verkini á konsertini.
Verkini eru gjørd í samstarvi við Talos Guitar Duo og tónaskaldið Sunleif Rasmussen.
Odyssé gittarans (SE/FO)
Fýra ungir næmingar í tónasmíði leggja fram síni verk, ið eru ment í tøttum samstarvi við Talos Guitar Duo og tónaskaldið Sunleif Rasmussen.
20/03/2026
Orkesturlega í Nesvík endar við konsert í dag
Hósdagin 19. mars og fríggjadagin 20. mars hava blásara- og slagverksnæmingar úr musikkskúlum kring alt landið verið savnaðir til orkesturlegu í Nesvík. Tiltakið er skipað av teimum kommunalu musikkskúlunum og hevur til endamáls at styrkja samanspæl, førleikar og felagsskap millum næmingarnar.
Gjøgnum dagarnar hava næmingarnir arbeitt miðvíst við venjingum í bæði smærri bólkum og størri orkestrum. Tey eru býtt í tvey orkestur eftir støði, so øll fáa hóskandi avbjóðingar og menning.
Orkesturlegan hevur verið sera væleydnað og gevandi fyri næmingarnar, sum hava fingið nýggjar upplivingar, styrkt sínar tónleikaligu førleikar og knýtt nýggj vinabond.
Legan endar við einari konsert í dag, fríggjadagin 20. mars kl. 17.00 í Nesvík. Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina.
27/02/2026
UMSÓKNARFREIST 15. MARS
Musikkskúlamiðnám er tilboð til evnaríkar tónleikarar í aldrinum 14-25 ár. Tónleikarar úr øllum Føroyum kunnu søkja um upptøku á hesa 3 ára útbúgving. Meira kunning fæst við at trýsta á leinkjuna:
Musikkskúla miðnám
Ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar til tín, ið hevur áhuga í tónleiki og ynskir at menna tíni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik. Útbúgvingin fevnir um bæði verkligar og ástøðiligar lærugreinir, sum geva tær førleikar og vitan til ...
25/02/2026
ORKESTURSTEVNA Í NESVÍK
Hósdagin 19. mars og fríggjadagin 20. mars 2026 verður orkesturstevna í Nesvík fyri næmingar ið spæla blási- og slagverksljóðføri.
Kunning og tilmelding er at finna á hesum leinki:
https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSdiOkwmXxsUUSDDK0LjkwI6rGygB_TPF6TRhJU1NsrD5rOhRQ/viewform?usp=header
24/02/2026
Ein inspirerandi og fjølbroyttur dagur í musikkskúlanum
Mánadagin hevði Tórshavnar Musikkskúli vitjan av Univers på Vers, og tað gjørdist ein sera góður dagur fyri bæði næmingar og lærarar. Næmingarnir fingu høvi at royna nógv ymiskt.
17/02/2026
Leygardagin 28. februar kl. 14 verður ein spennandi konsert í Vágs Kirkju. Konsertin er við 3. árs næmingum á klassisku deild á Musikkskúlamiðnámi. Musikkskúlamiðnám er ein 3-ára útbúgving, sum Tórshavnar Musikkskúli bjóðar til næmingar, ið hava áhuga í tónleiki og ynskja at menna síni tónleikaligu evni, bæði í at framføra og skapa tónleik. Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tey, ið framføra eru:
Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta
Poulina Bjarnastein Restorff, viola
Rebekka Lindudóttir Olsen, obo
Sólja Ellen Rye, violin
Mattias Dimitris Kapnas, klaverfylgispæl
09/02/2026
Í dag hevur blásaradagur verið í Tórshavnar Musikkskúla.
Umleið 70 næmingar hava luttikið í tveimum ymsum orkestrum.
Á skránni hevur umframt venjingar, eisini verið sangur, spæl, postarenning og mangt annað.
Eisini hava børnini hugna sær saman og spælt borðspøl, etið matpakka, frukt osfr.
Seinnapartin var ein sera væleydnað konsert fyri foreldrum og avvarðandi í Hátúni 🎶
22/12/2025
Vit í Tórshavnar Musikkskúla ynskja tykkum báðum Jens Chr Guttesen og Gudmundi Mortensen hjartaliga til lukku við heiðrinum ❤️🎶🇫🇴
Jens Christian Guttesen og Gudmund Mortensen heiðraðir
Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs verður latið borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur. Tað var Elsa Berg, borgarstjóri, sum á samkomu seinasta mikudag handaði Jens Christiani og Gudmundi gullheiðurstekin.