Náttúruvísindadeildin - Fróðskaparsetur Føroya

Náttúruvísindadeildin - Fróðskaparsetur Føroya

Del

Á sumri 2024 tekur Náttúruvísindadeildin inn næmingar til:
BSc í Lívfrøði
BSc í Mýlalívsvísindum
BSc í KT-verkfrøði
Diplom í Web-menning

Photos from Náttúruvísindadeildin - Fróðskaparsetur Føroya's post 01/11/2024

Anja Herálvsdóttir Jensen, Bachelor í Lívfrøði

Anja hevur lisið lívfrøði á Náttúruvísindadeildini og hevur í dag vart sína Bachelor ritgerð. Heitið á ritgerðini er “Kynsstøddarmunur á føroyskum havhestaungum".

Vegleiðarar vóru Sunnvør í Kongsstovu (Náttúruvísindadeildin) og Sjúrður Hammer (Umhvørvisstovan). Próvdómari var Øystein Varpe (University of Bergen).

Vit gleðast saman við Anju og ynskja henni hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Nú er føroyskt á Google Translate 28/06/2024

Granskingarvirksemið hjá Barbaru Scalvini, adjunkti á Náttúruvísindadeildini, og øðrum starvsfólki á Setrinum hevur stuðla undir at føroyskt nú er á Google Translate.

Les meir um tað her:

Nú er føroyskt á Google Translate Í samstarvi við Máltøknidepilin á Fróðskaparsetrinum hevur Google nú lagt føroyskt aftrat mongu valmøguleikunum á Google Translate Í dag kemur nýggj dagføring av teldutýðingartænastuni Google Translate. Dagføringin hevur m.a. við sær eina víðkan av málum, sum til ber at velja....

28/06/2024

Í dag fáa okkara lesandi prógv í Kongshøll. Vit á NVD ynskja tykkum hjartaliga til lukku við próvnum og alt tað besta fram yvir. 🧑‍🎓

30/04/2024
Hvør útbúgving hóskar til tín? 12/04/2024

Veist tú ikki hvørja útbúgving tú skalt velja?
Svara seks spurningum og finn eina útbúgving sum hóskar til tín ;)

Hvør útbúgving hóskar til tín? Tú hevur áhuga fyri Les meira um okkara útbúgvingar á hesum økinum:... og tú hevur kanska eisini áhuga fyri Les meira um okkara útbúgvingar á hesum økinum:Hvør útbúgving hóskar til tín?Svara seks spurningum og fá svarið 1 av 6 Les um okkara útbúgvingar herLøgfrøðiDiplom í we...

Photos from Føroya Sjósavn's post 09/04/2024
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering 05/04/2024

Heðin Abrahamsen ger eina PhD verkætlan á Náttúruvísindadeildin - Fróðskaparsetur Føroya og Firum, og hevur júst útgivið eina vísindaliga grein í Ocean Engineering, Elsevier.

Á heimasíðuni hjá Firum stendur at greinin, ið ber heitið "Optimizing volume estimation in aquaculture sea cages: A comparative study of calculation methods and sensor placement", viðger eina av stóru avbjóðingunum við at ala, har ábært er, nevniliga at streymur og alda kunnu broyta skapið á alinótunum og føra til minni pláss til laksin. Við at hava trýstmátarar á nótini ber til at fylgja við skapinum og frá tí rokna, hvussu stórt rúmið er.

Les meir um greinina her:

Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering

Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse


Vestara Bryggja 15
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 12:00
Tirsdag 09:00 - 12:00
Onsdag 09:00 - 12:00
Torsdag 09:00 - 12:00
Fredag 09:00 - 12:00