Vinnuháskúlin

Vinnuháskúlin

Del

Vinnuháskúlin - Centre of Maritime Studies and Engineering

20/04/2026

Arbeiðsroyndir á landi geva nú atgongd til skipsførara

Ein serstakur útbúgvingarmøguleiki á Vinnuháskúlanum er aspirantskipanin. Gjøgnum hesa skipan kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara ella maskinmeistara – og tú nýtist ikki at hava siglingartíð frammanundan. Siglingartíðin er nevniliga partur av sjálvari útbúgvingini, sum er ein samanseting av undirvísing á skúlanum og starvsvenjing hjá reiðaríum, sum skúlin samstarvar við.

Áður var miðnámsútbúgving eitt krav fyri at sleppa inn í aspirantskipanina. Nú eru upptøkukrøvini broytt, so tað eisini ber til at verða tikin upp við einari yrkisútbúgving ella við minst 2 ára viðkomandi arbeiðsroyndum.

Hetta merkir, at fleiri nú hava møguleika at velja hesa leiðina og fáa eina maritima útbúgving á Vinnuháskúlanum.

Ein av stóru fyrimununum við aspirantskipanini er, at siglingartíðin er partur av útbúgvingini. Tað ger skipanina til ein góðan og smidligan møguleika hjá teimum, sum vilja útbúgva seg til skipara, skipsførara og maskinmeistara.

Aspirantskipanin gevur sostatt einum breiðari bólki møguleika at søkja inn – og at taka fyrstu fetini móti einari framtíð á sjónum.

Umsóknarfreist 15 juli

24/03/2026

Vinnuháskúlin raktur av valinum.

23/03/2026

Medisinsk fyrstahjálp

Endurnýggjan av medisinskari fyrstuhjálp fyri maskinyvirmenn verður 07-05-2026 á Trygdardeplinum við Áir.

Skeiðið er í samsvar við STCW A-VI/4-1 (Medisinkista B).
Tilmelda teg her: https://skeid.vh.fo/Course/View/58

02/03/2026

Medisinsk fyrstahjálp

Endurnýggjan av medisinskari fyrstuhjálp fyri maskinyvirmenn verður 12-03-2026 á Trygdardeplinum við Áir.

Skeiðið er í samsvar við STCW A-VI/4-1 (Medisinkista B).

Tilmelda teg her: https://skeid.vh.fo/Course/View/58

13/02/2026

Medisinsk fyrstahjálp

Endurnýggjan av medisinskari fyrstuhjálp fyri maskinyvirmenn verður 19-02-2026 á Trygdardeplinum við Áir.

Skeiðið er í samsvar við STCW A-VI/4-1 (Medisinkista B).

Tilmelda teg her: https://skeid.vh.fo/Course/View/58

Photos from Vinnuháskúlin's post 27/01/2026

Nýtt lestrar hálvár

Vit á Vinnuháskúlanum eru sera fegin um at bjóða nýggjum lesandi vælkomin. Í ár eru 19 maskinmeistarar, 17 skiparar og 8 skipsførarar byrjaðir á teirra útbúgvingarleið. Tað vil siga, 44 lesandi eru lagst aftrat skúlanum í januar.

Vit á Vinnuháskúlanum síggja fram til at stuðla hvørjum einasta næmingi í teirra ferð móti at gerast framtíðar leiðarar. Vit eru errin av at kunna leggja lunnar undir vitan og førleikar, sum styrkja okkara samfelag og maritimu vinnuna.

Vit ynskja teimum góða eydnu og góðan byr á útbúgvingarleiðini, sum fer at mynda teirra yrkisleið og persónliga vøkstur.

Eisini ynskja vit at takka Tjóðsavninum og Betri Banka fyri, at geva teim lesandi eina góða byrjan til lestrarlívið.

26/12/2025

Leiðaraútbúgving í heimsklassa!

Enn er pláss at lesa til skipara ella skipsførara, ið geva tær møguleikan, at gerast leiðari í heimsins størsta vinnuøki.

Umsóknarfreist 15. januar 2026

Photos from Vinnuháskúlin's post 25/09/2025

Fyrilestur um grøna orkuskifti og duel-fuel motorar

Áhugaverdur fyrilestur var í vikuni á Vinnuháskúlanum við Hans Helga Strøm, skipara á Alexandru Maersk, og Tórleif Simonsen, maskinstjóra á Antoniu Maersk.

Alexandra- og Antonia Maersk eru nýbygningar hjá stóra danska reiðarínum, og felags fyri bæði skipini er, at tey hava duel-fuel motorar, ið kunnu brenna bæði vanliga bunkersolju og methanol.
Teir greiddu frá teirra leiklutum undir byggitíðini í Suðurkorea og dagliga rakstrinum, nú bæði skipini eru sett í sigling á rutuni millum Europa og Fjareystur.

Vinnuháskúlin takkar fyri vitjanina

19/08/2025

Seglini sett

Vinnuháskúlin hevur aftur sett seglini eftir summarsteðgin. Vit bjóða øllum vælkomin og ynskja hvørjum einstøkum lesandi eitt gevandi og læruríkt ár.

Vinnuháskúlin tekur lesandi inn tvær ferðir um árið. Hesaferð mynstraðu 9 skipsførarar, 25 maskinmeistarar og 10 skiparar á Vinnuháskúlan. Tað eru umleið 180 lesandi á skúlanum.

Vinnuháskúlin arbeiðir miðvíst við at menna seg. Visiónin hjá skúlanum er, at útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.

Ein afturvendandi siðvenja á Vinnuháskúlin er, at fara ein túr við Westward Ho við nýggjum lesandi

Photos from Vinnuháskúlin's post 25/06/2025

Prógvhandan

Í dag var hugnalig samkoma á Vinnuháskúlanum, har 34 lesandi fingu prógv handað, 18 maskinistar, 6 maskinmeistarar, 5 skiparar og 5 skipsførarar.

Millum annað, Heðin Mortensen, varaborgarstjóri , bar nøkur orð fram undir prógvhandanini og vísti millum annað á, at tað ofta hoyrist, at føroyingar eru væl lýddir og umbidnir, eisini hjá útlendskum reiðaríum.

“Ein grund til tað er ivaleyst, at tað liggur í okkara ílegum at búleikast á sjónum, og at vit altíð hava sjógvin so nær okkum. Men ein onnur grund er heilt vist, at tann førningur og tann útbúgving, tit fáa her á skúlanum, er nakað heilt fyri seg.

Hon letur hurðar upp út í heim, og tað er einki at ivast í, at av teimum mongu føroyingunum, sum í dag sigla um allan knøttin, eru nógvir, sum hava nomið sær lærdóm júst her á hesum skúlanum.”

Vit á Vinnuháskúlanum ynskja tykkum hjartaliga til lukku við útbúgvingini, og mátti Gud signað lívsleið tykkara.

10/06/2025

Heiður og tøkk til Ólav Joensen og Claus Thomsen

Í sambandi við, at Ólavur Joensen og Claus Thomsen fara frá fyri aldur, valdi ein M6 á Vinnuháskúlanum at takka teimum báðum við einari gávu – sum tøkk fyri teirra trúgva og dygdargóða arbeiði.

Ólavur og Claus hava í mong ár verið ein fastur og virðismikil partur av fakliga grundarlagnum á skúlanum, og teirra arbeiði hevur havt stóran týdning fyri næmingar og starvsfelagar.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og alt tað besta í pensjónistatilveruni.

Photos from Vinnuháskúlin's post 20/05/2025

Maritimi dagurin

Árligi maritimi dagurin hildin við góðari undirtøku á Vinnuháskúlanum. Dagurin var fyltur við áhugaverdum fyrilestrum, verkstovum og framløgum, sum øll høvdu til endamáls at varpa ljós á týdningin av maritimu vinnuni í Føroyum.

Nógvir gestir vitjaðu skúlan fyri at fáa innlit í ymiskar maritimar útbúgvingar, sum skúlin bjóðar, og møguleikarnir á arbeiðsmarknaðinum innan maritimar fakgreinar.

Við framúr góðari luttøku frá fyritøkum og felagsskapum úr vinnuni, herundir Vørn, Arctic Commando, Bakkafrost, Navigare og Smyril Line, fingu næmingar og gestir møguleika at netverka, seta spurningar og royna praktiskar venjingar, ið góvu eina betri fatan av tí, sum útbúgvingarnar fevna um í veruleikanum.

TORM, sum hevur eina verandi samstarvsavtalu við Vinnuháskúlan, luttók eisini á degnum. Tað serliga við hesi avtaluni er, at aspirantar fáa tryggjað 2 ára starvspláss hjá TORM, eftir at teir hava tikið aspirantútbúgvingina á Vinnuháskúlanum. Á sjálvum degnum vórðu eisini nýggir starvssáttmálar undirskrivaðir millum TORM og aspirantar, sum vóru til staðar.

Vit takka øllum, sum gjørdu dagin úrslitagóðan – bæði gestum, næmingum, starvsfólki og vinnulívinum fyri eina góða uppliving!

Vit gleða okkum longu til maritima dagin næsta ár!

Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Noatún 7
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 17:00
Tirsdag 09:00 - 17:00
Onsdag 09:00 - 17:00
Torsdag 09:00 - 17:00
Fredag 09:00 - 17:00