04/03/2025
Sí reportasjuna frá kappingini, sum var í Degi & Viku mánakvøldið 3. mars🎥
Handverkslærlingar um FM: "Gott at sleppa at royna okkurt øðrvísi"
27. og 28. februar var Glasir karmur um FM fyri handverkslærlingar 2025. Kappast varð innan bilsmíð, el-arbeiði, timbur, hárfríðkan, rør- og blikksmíð og maskinsmíð
03/03/2025
FM fyri handverkslærlingar 2025⭐️🏆
Hetta vóru tveir dagar við handverki á høgum støði, har lærlingar vístu sínir førleikar og ágrýtni innan sítt fak. Vit vilja ynskja øllum luttakarum til lukku við luttøkuni í kappingini í ár, sum var sera tøtt.
Eisini eitt stórt tillukku til føroyameistararnir, sum í ár eru:
▪️Hárfríðkan: Beinta Mouritsen, Karin’sa
▪️El: Karstin av Teiginum Jacobsen, El-Kervið
▪️Maskinsmið: Jónas Petersen, MEST Skála
▪️Timbur: Elmar Jacobsen, Holm Bygging
▪️Bilsmið: Símun Bendix Laursen, Reyni Service
▪️Rør- og blikksmið: Ólavur Abrahamsen, Renovent
Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, dómarum, lærarun, stuðlum og áskoðarum fyri teirra stóra íkast til FM fyri handverkslærlingar 2025!
Vit gleða okkum longu til næstu ferð, tá vit aftur fara at heiðra og hátíðarhalda okkara dugnaligu handverkslærlingar í Føroyum.
Takk fyri í ár – vit síggjast aftur 🤩
02/03/2025
MYNDIR FRÁ HÓSDEGNUM OG FRÍGGJADEGNUM✂️
Nógv fólk vitjaðu á Glasi meðan tiltakið var. Nærum allir 8. flokkar í Føroyum vóru og fingu rundvísing frá lærlingum og kunning um handverksútbúgvingar. Eisini fingu tey eina litríka pokebowl, sum varð gjørd av lærlingum frá Hotel Brandan, Hilton Garden Inn Faroe Islands og Hotel Hafnia
Kappast var í hárfríðkan, timbur, el, bilsmíð, maskinsmíð og rør- og blikksmíð.
Umframt kappingarnar, var Hjálpirót Spf og vísti anlegsgartnarin fram sum eina útbúgving. Næmingarnar fingu møguleika at royna seg🌳🪨
Myndir: Kateryna Vishchak Joensen
02/03/2025
MYNDIR FRÁ SETANINI 🛠️👏
Hósmorgunin varð tiltakið sett í gongd. Magni á Lakjuni bjóðaði luttakarum og áskoðarum vælkomnum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, setti tiltakið.
Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, hugleiddi um týdningin av góðum handverki ⚙️⛏️✂️
27/02/2025
MYNDIR FRÁ HÓSDEGNUM 🤩
Myndir: FM fyri handverkslærlingar
Kappast verðir á Glasir í allan dag – vinnararnir verða avdúkaðir seinnapartin í morgin
27/02/2025
LANDSSTÝRISMAÐURIN UM FM FYRI HANDVERKSLÆRLINGAR 🏆
- Tað er fantastiskt at síggja yrkini kappast, og at síggja, at í Føroyum kunnu vit vísa okkum frá okkara best síðu innan øll yrkir, sigur landstýrismaðurin.
FM fyri handverkslærlingar: Hevur týdning at vera stoltur av sínum yrki
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um at lærlingar fáa høvið at kappast í sínum yrki
26/02/2025
EIGUR TÚ EIN LÍTLAN HANDVERKARA?🩶🛠️
Góðu mamma og babba, býr ein lítil handverkari heima hjá tykkum? Kom so út á Glasir í morgin. Vit fara heilt inn á verkstøðini at vísa tykkum handverki í verki. Vit fara at smíða, skrúva, dreya, larma og klippa. Vit fara at tendra motorar og ljós. 🪚⛏️🔩⚙️✂️
Rundvísingin er í morgin, hósdagin 27. februar, klokkan 16. Eingin tilmelding. Eingin kostnaður.
Komið at forvitnast og síggið, hvat handverkið kann!
Liggur tað ikki fyri í morgin klokkan 16, so eru tit altíð vælkomin. Vit kappast allan hósdagin og eisini fríggjadagin fram til klokkan 13.30 🏆👏
FM FYRI HANDVERKSLÆRLINGAR 2025