21/02/2024
Kafe Olivia
Ein perla í miðbýnum ið hevur fullkomnu karmarnir at hava smábørn við á kafe💛
21/02/2024
21/02/2024
🌸 Loppumarknaður 🌸
Fríggjadagin 23.02.24 hevur Olivia opið fyri síðstuferð 🧡 í hesum sambandi selja vit alt inventar og leikur út. Ein rúgva av øllum góðum, so sum barnastólar, gløs, borð, stólar, myndir, hyllar, leikur og nógv annað !
Um okkurt kundi havt tín áhuga, kom so endiliga framvið og ger kvetti fríggjadagin longu kl 09:00 🤩
(Først til mølle og leggja onki av um tað ikki verur goldið beinanvegin)
01/02/2024
🚑KVØLDSKEIÐ! Hóskvøldið 8. Februar klokkan 20.00!
Hvat gert tú um barnið setur okkurt galið í hálsin? Ella hevur hjartasteðg?
Kom og lær teg bráðfeingishjálp til børn!
Skeiði varðar í ein tíma og er fyri ØLL vaksin!
Melda til her👇🏻
https://olivia.fo/tilmelding/bradfeingishjalp-born/
22/01/2024
Droymir tú um at reka tína egnu kafé/matstovu og manglar hølini til hetta?
Vit eru tilreiðar at geva stafettina víðari🤎
Skriva til okkum á [email protected], so kunnu vit ringja teg upp og takað eitt prát🤎
12/12/2023
Barnaføðingardagur, barnadóp ella okkurt líknandi? 😍👇
Vit leiga hølini út!
https://olivia.fo/leiga-hoelid/leiga-hoelid/
23/11/2023
🎄🎄🎄
31/10/2023
Hey!
Vit eru ein bólkur av antropologi-lesandi frá Københavns Universitet, sum gera 3. semesturs projekt um faðirskap og barsil í Føroyum. Serliga eru vit áhugaðar í, at hoyra um pápar og barsil.
Vit vilja gjarna spyrja um har er nakar, ið hevur hug at snakka við okkum um sínar barsilsupplivingar! Tað kunnu vera mammur og pápar við børnum í øllum aldursbólkum - einasta treytin er at man hevur okkurt forhold til barsil (tað kunnu tí eisini vera foreldur, ið ikki hava verið á barsil, men sum t.d. hava ein partnara, ið hevur verið á barsil).
Vit sita á Kafe Olivia og tit mugu gjarna taka fatur í okkum. Annars kunnu tit seta tykkum í samband við okkum á teldupostinum: [email protected].
Vit geva gjarna ein kopp av kaffi, um nakar er áhugaður!
- Anna, Alexandra, Emilia, Naja og Ró
23/10/2023
Heystskrá í Olivia 🍂
Yoga, mála leir ella bráðfeingishjálp?
Les okkara heystskrá her og tilmelda á heimasíðu okkara 🤎
20/10/2023
Kom og mála leir saman við okkum 💜
Nú myrka tíðin er yvir okkum, er aftur tíð til at sita heitt og fjálgt og latað kreativitetin ráða! 🍂🍃
Manglar tær tín heilt egna persónliga kaffi-kopp ella manglar tú kanska perfektu jólagávuna?
Vit hava sjálvandi alskins leirlutir at velja ímillum! Og hetta kvøldið bjóða vit eisini kaffi og køku ☕🧁
Av tí at tað er avmarkað pláss, skipa vit fyri tilmelding á heimasíðu okkara www.olivia.fo 🩷
Prísurin er 489 kr. pr. luttakara.
Við í prísinum er:
🫖Leirlutur
🎨Máling
🧑🎨Eftirviðgerð av lutinum (glasering og brenning)
🍰Kaffi og køka
Vit gleða okkum at síggja tykkum!
Helena, Rannvá og Jeannett 🤩🥳
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt skolen
Telefon
Internet side
Adresse
Áarvegur 5
Tórshavn
100
Hvad er åbningstiderne?
| Mandag | 09:00 - 16:00 |
| Tirsdag | 09:00 - 16:00 |
| Onsdag | 09:00 - 16:00 |
| Torsdag | 09:00 - 16:00 |
| Fredag | 09:00 - 16:00 |