15/01/2026
🔵 STARVSLÝSING: LÆRLINGUR – VENTILATIÓNSTØKNINGUR 🔵
Hevur tú áhuga fyri handverki og tøkni? Vilt tú læra eitt praktiskt og spennandi arbeiði, har tú verður partur av einum virknum og dugnaligum toymi? Fokus Industry leitar eftir lærlingi sum ventilatiónstøkningur.
Um Fokus Industry:
Fokus Industry er ein fyritøka, sum er staðsett í Tórshavn. Men arbeitt verður eisini út frá Klaksvík, Funningsfirði og Vági. Fokus Industry selur og veitir tænastur innan ídnaðarvørur til vinnulívið. Fyritøkan hevur eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar umstøður.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at kontakta okkum á 📞 225700
Umsókn skal sendast til ✉️ [email protected]
Fokus Industry
Fokus á inniklima
23/05/2025
Fokus Industry
Fokus á inniklima
09/04/2025
CREM kaffimaskina til ráðhúsið hjá Tórshavnar kommunu ☕️
25/02/2025
Ventilatión sett upp í bátahúsinum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag 🙌
24/01/2025
✨ FOKUS Á REINSAN – EITT SUNNARI INNIUMHVØRVI ✨
Vit veita dygdargott ventilatiónsreins bæði privat og til ídnaðin. Við okkara tænastum fært tú eitt reinari ventilatiónssystem, sum økir um vælveru og sparir orku! 🌬️
🚨 Vit bjóða:
Reinsan av ventilatiónsrørum og -anlegg
Innregulering av ventilatión
Ventilatións eftirlit
✅ Fyrimunir:
Heilsugott inniumhvørvi
Longri livitíð á anlegginum
Betri orkunýtsla
💬 Set teg í samband við okkum á 📞 295700 ella á ✉️ [email protected] – vit hjálpa tær fegin! 🤝
Fokus Industry
Fokus á inniklima
09/01/2025
Mikudagin 8. januar varð Uni útlærdur innan sølu 🥳💪
Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og bestu eydnu framyvir!
Fokus Industry
Fokus á inniklima
18/11/2024
LANDSBÓKASAVNIÐ
Vit hava reinsa ventilatión og gjørt støðumeting á Landsbókasavninum ♻️📉
Niðanfyri síggjast nakrar myndir 👇
30/10/2024
🌎 Myndir frá seinasta vikuskiftið, har vit luttóku á ráðstevnuni “Varandi heimur” ♻️
Fokus Industry
Fokus á inniklima
24/10/2024
VARANDI HEIMUR 🌏♻️
👉 Vit luttaka á ráðstevnuni og framsýningini “Varandi heimur” um orkuskifti, ið verður fríggjadagin og leygardagin 25. og 26. oktobur.
👉 Kom og vitja okkum og hoyr meira um, hvørjar orkuloysnir vit hava, m.a. við HVLS viftum og hitapumpum frá Refra.
📍 Høllin á Giljanesi
⏰ Fríggjadagin: frá kl. 8.40 til 18.00
Leygardagin: frá kl. 9.40 til 17.00
Ráðstevnan er ókeypis og øll eru vælkomin🤗
Fokus Industry
Fokus á inniklima