Minnist til 5-aran í dag kl 17:00
Trivnaðarkanningin fyri YF verður løgd fram
Yrkisfelagið Miðnám
Ein síða fyri limir í Yrkisfelagnum og onnur áhugað
Góðu YF - limir
Kunning:
Mikudagin 12/5 kl 15:30 verður 50 ára starvsdagur hildin fyri Henriettu Svendstrup úti á starvsfólkastovuni á 4.hædd á Glasi.
Øll eru vælkomin.
15/04/2026
Magnús Þór Jónsson afturvaldurformaður KÍ
15/04/2026
Forkvinnan til Kennarasamband Íslands konferansu
18/03/2026
Forkvinnan til valfund um tann góða arbeiðsmarknaðin í Finsen
Fakfeløgini aftanfyri avtaluna um felags lønarkarm, sum varð undirskrivað 5. februar við Fíggjarmálaráðið, bjóða til almenna framløgu av avtaluni í Smæruni, týsdagin 17. februar kl 16.
Búskaparfrøðingar, sum hava gjørt tilmælið, greiða frá tilmælinum, og avtalan um felags lønarkarm verður gjøgnumgingin.
Møguligt er at seta spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fakfeløgini.
SEMJA UM FELAGS LØNARKARM: 12 FAKFELØG VIÐ Í AVTALUNI
Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.
Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.
Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.
Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.
Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.
Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
· Starvsfelagið
· Akademikarafelag Føroya
· Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
· Yrkisfelagið Miðnám
· Farmakonomar
· Kost- og Føðslufelagið
· Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar)
· Heilsurøktarafelagið
· Føroyskir Fysioterapeutar
· Føroya Tekniska Lærarafelag
· Ljósmøðrafelag Føroya
· Pharma Danmark
26/01/2026
STUÐULSSKRIV TIL IMAK/GRØNLANDS
Yrkisfelagið Miðnám, saman við lærarafeløgum í Útnorði - samstarvið millum lærarafeløg í Íslandi, Føroyum og Grønlandi - vil við hesum sýna IMAK, systurfelag okkara í Grønlandi, og grønlenska fólkinum fullan og treytaleysan stuðul.
Grønlenska fólkið er væl umboðað av sínum lærarum - djørv, vitug og sera tilvitað um sína søgu. Tey vita, nær teirra upprunamentan, mál og samleiki eru hótt, og tey vita, at tey ikki standa einsamøll, tá hesi skulu verjast.
Røddin hjá tjóðini verður ikki avgjørd av stødd, fólkatali ella landaøki. Hon verður avgjørd av virðum, tign og ágrýtni hjá fólkinum, ið dagliga virkar fyri at styrkja samfelagið. Lærarar eru í fremstu røð í hesum ábyrgarfulla leikluti.
Vit eru errin av at kalla grønlendsku grannar okkara brøður og systrar. Vit staðfesta, at Grønland og grønslendska fólkið hava ófrávíkiligan rætt at ráða yvir síni egnu framtíð.
Ein mentan, sum verður stýrd av teimum “stóru og sterku” kann ongantíð góðtakast. Yvirvald má ongantíð kolldøma virðing fyri fólki, náttúru og søgu. Vit taka frástøðu frá øllum heimsfatanum, sum eru grundaðar á hóttanir og kúgan.
Vit standa saman við Grønlandi. Vit standa saman við IMAK - nú og í framtíðini.
Grønland er ikki til sølu. Grønland skal ikki takast. Vit stuðla Grønlandi.
24/01/2026
VITLÍKI KANN STUÐLA LÆRARAYRKINUM, MEN SKAL IKKI AVLOYSA TAÐ.
Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í undirvísingi – men hon broytir ikki ta ábyrgdina, sum lærarin hevur.
Í dag, sum er Altjóða dagur fyri útbúgving (International Day of Education), verður ljós varpað á týdningin, sum útbúgving hevur fyri fólkaræði, javnstøðu og burðardygga menning í heiminum. Vit, sum skriva hetta, umboða tilsamans yvir eina hálva millión lærarar og skúlaleiðarar í Norðurlondunum. Vit virka í einari samtíð, har menningin innan tøkni gongur skjótt, og har hátturin, sum vitlíki verður brúkt í skúlanum, fer at ávirka, hvørt grundleggjandi virðini hjá skúlanum verða varveitt, ella um tey máast burtur.
Spurningurin er ikki, um menningin hendir – men hvussu og eftir hvørjum treytum. Tí er neyðugt, at okkara rødd fær serstaka ávirkan í avgerðunum fyri framman.
Vit halda, at um tøkni skal fremja undirvísing á høgum støði, so má sjálvræðið hjá lærarayrkininum, gerast greitt og verjast. Tað má vera lærarayrkið, sum avger, um, nær og hvussu vitlíki verður brúkt í undirvísingini. Undirvísing er grundað á yrkisfakligt skyn, didaktiskar førleikar og viðurskifti millum fólk, og her kann tøknin vera eitt amboð – men ongantíð útgangsstøðið í undirvísingini ella ráðandi normurin.
Samstundis síggja vit ein øktan vanda fyri, at stórar avgerðir um tøkni verða tiknar langt frá flokshølunum. Tá lærarayrkið ikki verður tikið uppí, er vandi fyri, at menningin verður stýrd av øðrum fyrilitum, enn tørvunum hjá undirvísingini. Avgerðir um vitlíki og talgilding í skúlanum mugu verða grundaðar á gransking og skjalprógvaðar royndir, og tær mugu takast í samráð við lærarayrkið.
Fyri at lærarayrkið skal hava veruliga ávirkan, er tørvur á viðkomandi kunnleika. Norðurlondini mugu tí hvør sær tryggja, at skipanir og tilfeingi koma í lag, sum skulu veita granskingargrundaða eftirútbúgving og førleikamenning til lærarar.
Talgilding í skúlanum kann ikki byggja á, at tað verður væntað av lærarayrkinum, at tað megnar hesa umstillingina sjálvstøðugt. Lærarar mugu fáa tíð og viðkomandi stuðul til at umleggja granskingina til praksis og at skilja og meta um avleiðingarnar, sum tøknin hevur við sær.
Førleikamenning er eisini ein treyt fyri javnlíkar fortreytir í skúlanum. Um vitlíkisskipanir verða settar í verk á ymiskar hættir, ella um kommunur og rektarar hava ymiskar fíggjarligar fortreytir fyri at geva lærarum viðkomandi førleikamenning ella gera íløgur í tøknini, so er vitlíki í vanda fyri at økja um munin millum skúlar og næmingar. Stjórnirnar í Norðurlondunum mugu tí veita tilfeingi og umstøður, sum arbeiða ímóti, at ójavni verður bygdur inn í talgildu menningina av skúlanum.
Men yrkisfakligir førleikar og ávirkan kunnu ikki standa einsamøll. Tað má eisini gerast greitt, hvar markið gongur, fyri hvussu vitlíki kann brúkast í skúlanum. Vitlíki má ongantíð brúkast til eftirlit við næmingum ella starvsfólki. Integritetur og rættartrygd mugu vera útgangsstøðið. Vitlíkisreglugerðin hjá Evropeiska samveldinum er her eitt umráðandi verjutiltak, sum má verjast og ikki gerast veikari. Her mugu Norðurlondini ganga á odda og standa fyri sterkum integriteti, rættartrygd og almennum eftirliti. Útbúgving krevur sterkar rættarligar karmar, sum tryggja ábyrgd, innlit og virðing fyri tí Norðurlendska modellinum, sum er grundað á álit.
Framtíðarinnar skúli rúmar bæði bókum, blýantum, talgildum amboðum og vitlíki. Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í undirvísingi – men hon broytir ikki ta ábyrgdina, sum lærarin hevur. Hon má ongantíð koma í staðin fyri lærarar ella gerast ein umvegur til sparingar. Tøkni kann gera leiðsluna sjálvvirkna, men hon hon kann ongantíð gera viðurskifti millum fólk, námsfrøðiligar metingar ella kjarnuna í undirvísingini sjálvvirkna. Læring rúmar nógvum, sum eingin tøkni fær gjørt: møtið ímillum menniskju, samrøðan, málið og minnið, spælið, hondskrivingin og kritiskur hugsanarháttur. Tá avgerð skal takast um tøkni, bók, pappír – ella eitt bland av øllum – eru røtt amboð í viðkomandi undirvísingarstøðu ein ábyrgd, sum altíð má liggja hjá læraranum.
Norðurlond hava góðar fortreytir fyri at ganga á odda í at menna eina javnlíka nýtslu av vitlíki í skúlanum, har lærarin stýrir. Men politisk ábyrgd er neyðug. Tí heita vit á stjórnirnar í londum okkara um at skapa eina felags tilgongd til vitlíki á útbúgvingarøkinum, sum samsvarar við tey krøv, vit nágreina her. Tørvur er á, at landið ger eina ætlan, sum gevur lærarayrkinum veruliga ávirkan og slær greitt fast, at tøknin skal stuðla – men ongantíð stýra ella koma í staðin fyri – ta lærarastýrdu undirvísingina.
Vit eru fyri menning innan vitlíki og talgilding. Vit, forfólkini í limafeløgunum í Nordiska lärarorganisationers samråd (NLS), síggja okkum tí sum sjálvsagdir samstarvsfelagar, tá stjórnirnar skulu velja røttu leið.
Vegna NLS (Nordiska lärarorganisationers samråd),
Yrkisfelag Miðnám, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag
Obs! Aðalfundurin er fluttur til fríggjadagin 20. februar! 🗓️ Sama skrá og staðseting. ✔️
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt skolen
Telefon
Internet side
Adresse
Varðagøta 8
Tórshavn
100