08/05/2026
SafeHike á TONIK
Fantastiskt upplivilsi hjá SafeHike at fáa møguleikan at leggja fram sum gesta-pitchari til finaluumfarið í pitchkappingini í Kongshøll.
Bólkurin smæddist sanniliga ikki burtur og fekk netverkað við nógv fólk úr føroyska og útlendska tech- og íverksetaraumhvørvinum. Ein læruríkur og hendingaríkur dagur hjá ungu íverksetaraspírunum má sigast!
06/05/2026
SafeHike kosin fjórðbest av 41 finalubólkum!
2.000 næmingar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi hava luttikið í undanumførum av Company Programme 2026. Av hesum 2.000 høvdu 150 næmingar úr 41 bólkum vunnið seg víðari til finaluna í stásiliga bygninginum hjá Dansk Industri á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Dagurin byrjaði longu kl. 07.30 og endaði kl. 21.30, tá vinnarin varð kosin til galladøgurðan.
Jóna, Maria og Sámuel úr SafeHike gjørdust nummar 4 av heili 41 regionalum vinnarabólkum, og tað er eitt einastandandi avrik! Í hesum sambandi er vert at nevna, at okkara 1-ársnæmingar kappaðust fyri tað mesta í móti 2 og 3-árs næmingum, sum haraftrat sjálvandi eisini hava fyrimunin at skriva, leggja fram og kjakast á sínum móðurmáli.
Hægst møguliga stigatalið er 600 stig, og hesi max-stigini verða býtt í fýra øki – 150 stig fyri rapportina, 150 stig fyri framløguna, 150 stig fyri básin og 150 stig fyri dómarasamrøðuna.
SafeHike fekk tilsamans heili 541 stig, og hetta var bara 5 stig frá einum heiðursplássi. Millum annað átti SafeHike triðbestu rapportina og fjórðbestu framløguna av øllum 41 bólkunum - og tað í sær sjálvum er framúrskarandi!
Rektarin og vararektarin á Glasi, Una og Magni, sum vóru niðri í øðrum arbeiðsørindum, tóku sær tíð til at uppliva tiltakið og stuðla SafeHike í gjøgnum drúgva dagin. Tey vóru ikki sørt errin av føroysku luttakarunum – og serliga hildu tey, at framløgan hjá SafeHike var millum tær allar bestu.
Í samband við tiltakið legði granskingarleiðarin hjá Fonden for Entreprenørskab, Pernille Berg, fram úrslitini frá eini trý-ára granskingarverkætlan úr Svøríki undir heitinum: “Kan du se, om en gymnasieelev har deltaget i et iværksætterprogram?”.
Millum høvuðsniðurstøðurnar vóru, at gentur fingu serliga nógv burturúr at hava luttikið, og kanningarúrslitini benda tí á, at íverksetaraundirvísing kann minka um kynsmunir innan íverksetan og vinnulív. Eisini næmingar úr ikki-akademiskum heimum og næmingar við lægri akademiskum sjálvsáliti mentu seg serliga nógv lutfalsliga samanborið við aðrar bólkar í kanningini.
Sostatt sæst menningin av fakligum, sosialum og persónligum førleikum ikki bara aftur hjá SafeHike og hinum finalubólkunum, sum dystaðust um besta hugskotið í Industriens Hus. Menningin fevnir breiðari enn so, og heilt vist hava allir 28 bólkarnir úr føroyska undanumfarinum á Kambsdali í marsmánaði eisini lyft seg munandi og kunnu taka virðismiklar royndir við sær víðari í lívinum – um tað inniber íverksetan og nýmenning fer tíðin at vísa!
SafeHike á TONIK
Júst heimkomin úr Danmark skal SafeHike beint í eldin aftur, tí fríggjadagin 8. mai er bólkurin boðin at hava framløgu á stóru altjóða tøkniráðstevnuni TONIK í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Framløgan verður klokkan 10.00.
Sum altíð vilja vit úr Ungum Virki senda eina serliga tøkk til føroysku miðnámsskúlarnar og lærarar, Hugskotið og Íverksetarahúsið, og ikki minst stuðlarnar, sum í ár eru: Nema, Bygma Balslev, Norðoyar Sparikassi, Atlantic Airways og Bakkafrost.
SafeHike vil at enda takka Føroya Prent fyri plakatirnar og øllum hinum, sum hava stuðlað og veitt ráðgeving.
08/03/2026
Hugskotið um app verður helst til veruleika
"SafeHike", ið vann Ungt Virki á Kambsdali fríggjadagin, er eitt hugskot um eina app, sum ferðavinnan ætlar er at gera til veruleika
06/03/2026
https://kambsdalur.fo/85-naemingar-og-25-fyritokur-kyttu-seg/
85 næmingar og 25 fyritøkur kýttu seg - Miðnám á Kambsdali
Í vetur hava miðnámsnæmingar úr øllum landinum arbeitt við hugskots- og virkismenning, og í dag skuldi slagið standa. Í morgun klokkan 9 fór tiltakið Ungt virki 2026 av bakkastokki á […]
06/03/2026
Ungt Virki 2026 á Kambsdali: Kreativitetur og íverksetarahugur í hásæti
Fríggjadagin 6. mars var Kambsdalur karmur um regionalu finaluna í Ungt Virki 2026, har næmingar úr miðnámsskúlum kring landið kappaðust um besta hugskoti. Dagurin savnaði næmingar, lærarar, dómarar og vinnulív um eitt felags endamál: At menna og vísa føroyskan íverksetarahug og nýskapan.
Longu frá morgunstundini vóru næmingarnir í gongd við at prýða og gera klárt við básarnar hjá sínum fyritøkum. Í alt 25 bólkar luttóku - hvør við sínum egna hugskoti, sum varð sýnt fram á framsýningini.
Rektarin á Miðnámi á Kambsdali, Christian Joensen, setti kappingina og bjóðaði luttakarum og gestum vælkomnum. Eftir eina stutta kunning um dagin fóru dómararnir runt at vitja básarnar, har tey fingu innlit í hugskotini og arbeiðið hjá næmingunum.
Seinni á degnum høvdu allir bólkarnir stuttar framløgur, har teir løgdu fram um sína fyritøku, hugskotið og marknaðarmøguleikarnar. Aftaná framløgurnar vóru samrøður við dómsnevndina, har næmingarnir fingu møguleika at greiða nærri frá arbeiðinum og svara spurningum.
Samstundis sum dómararnir mettu um avrikini, var framsýningin opin, har gestir kundu vitja básarnar og hoyra meira um spennandi hugskotini hjá næmingunum.
Tá dagurin nærkaðist endanum, hevði dómsnevndin drúgvar umrøður fyri at finna vinnaran.
Úrslitið gjørdist:
🥇 1. pláss: "SafeHike" - Jóna Ellefsdóttir, Maria í Stórustovu og Sámuel á Smið (Glasir). Hugskotið: Ein gjøgnumførd app, ið skal gera tað tryggari og hugaligari at ferðast í føroysku náttúruni.
🥈 2. pláss: "Lýsi loysn" - Ester Nolsøe Olsen, Maria Jia Li í Túni Højgaard og Roda á For (Kambsdalur). Hugskotið: Eitt nýmótans lýsiprodukt, eitt gummibomm, ið skal fáa fleiri at taka heilsufremjandi lýsi.
🥉 3. pláss: "Ventra" – Bjarta Kelduberg Hellisdal, Dagny Maria Bjargardóttir Joensen og Sára Thorleifsson (Glasir). Hugskotið: Ein munnverji úr silikon, ið skal minka um livurhøgg og betra um úthaldni í samband við venjing.
Vinnarin av Ungt Virki 2026 fer nú at umboða Føroyar í ríkisfinaluni í Keypmannahavn 5. mai 2026.
Ungt Virki er partur av altjóða kappingini Company Programme og hevur til endamáls at styrkja íverksetarahug og vinnuligt hugflog hjá ungum. Dagurin á Kambsdali vísti greitt, at áhugin og førleikarnir eru til staðar hjá føroyskum ungdómi.
Dagurin eydnaðist sera væl og vísti eina ferð enn, at føroyskir næmingar hava bæði hugflog, arbeiðssemi og áræði at menna nýggj hugskot.
At enda vilja vit takka øllum teimum mongu, sum vóru við til at gera dagin møguligan. Ein serlig tøkk fer til dómsnevndina fyri teirra arbeiði og fakliga meting, og til stuðlarnar og samstarvspartar fyri stuðulin til tiltakið. Hugskotið Íverksetarahúsið Glasir Atlantic Airways Bakkafrost P/F
01/05/2025
Við Petsit til DM - 29. apríl 2025
Gott 2.000 næmingar luttóku í Company Programme 2025, og av hesum høvdu 150 næmingar úr 42 bólkum vunnið seg víðari til finaluna í stásiliga bygninginum hjá Dansk Industri á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Dagurin byrjaði longu kl. 07.30 og endaði kl. 21.00, tá vinnarin varð kosin til galladøgurðan.
Anita og Rannvá úr Petsit gjørdu sítt til at sannføra dómsnevndina um tørvin á og breiða potentialið í teirra djóraansingar-app. Umframt at prýða básin hjá sær hevði bólkurin framløgu fyri áhoyrarum og dómsnevndini, sum komu úr 18 stórum donskum fyritøkum. Eftir hetta vitjaði dómsnevndin básarnar, og at enda hevði dómsnevndin eina 15 min. langa samrøðu við bólkin.
Básurin er ein siðbundin og sera umráðandi partur av søluarbeiðinum hjá fyritøkum í dag. Petsit gjørdi eitt megnar arbeiði við at gera básin hjá sær so grafiskt innbjóðandi og informativa sum møguligt. Í hesum sambandi vil bólkurin takka Føroya Prent og Sansum fyri grafiska ráðgeving og stuðul.
Framløgan hjá Petsit var sera sannførandi og millum tær bestu, sum hava verið frá føroyskum bólkum til DM í nýggjari tíð. Ein kvinna, sum hevur tilknýti til DR-sendingina, Løvens Hule, vildi eftir framløguna vita, um tær úr Petsit høvdu havt áhuga í at luttikið í komandi sesong seinni í ár. Alt er ikki avklárað enn vv. tí fyrispurninginum, men møguliga er hetta ikki síðstu ferð, at Petsit leggur frálíka virkishugskotið hjá sær fram í Danmark.
Kappingin var tó sera hørð, og hugskotini vóru sera fjølbroytt. Fleiri bólkar, sum Petsit kappaðist í móti, eru enntá longu vorðnar virkandi fyritøkur við millióna-umsetningi og stórum netverki. Hóast Petsit kláraði seg framúr væl, so rakk tað ikki til heiðurspláss í hesum sinni. Rannvá og Anita eru tó á einum máli um, at dagurin hevur verið sera hendingaríkur, avbjóðandi og mennandi upp á allar mátar.
Allar súðir eru tó ikki siftar enn, tí bólkurin hevur ítøkiligar ætlanir um at arbeiða víðari við hugskotinum og taka til sín tey konstruktivu ráð og herðaklapp, tey hava fingið við at hava luttikið í FM og nú eisini í DM í Ungum Virki.
Ein serlig tøkk til Føroya Banka, sum í ár er vorðin nýggjur høvuðsstuðul hjá Ungum Virki, og til Atlantic Airways, sum aftur í ár stuðlar ferðini niður.
Íverksetarahúsið Hugskotið Glasir
29/03/2025
Petsit er vinnari av Ungt Virki 2025
Bólkurin Petsit úr miðnámi á Glasi gjørdist vinnari av íverksetarakappingini Ungt Virki 2025. Nr. 2 gjørdist Risus úr Miðnám á Kambsdali og Nr. 3 Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík. Allir bólkarnir siggjast á myndini omanfyri.
Vinnandi bólkurin Petsit hevur ment eina djóraansingarskipan, sum dómsnevndin metti vera so góða, at hon skuldi gerast vinnari av Ungt Virki 2025. Í bólkinum vóru: Anita Dahl, Rannvá Verlandsdóttir Hayfield og Maria við Sandá.
Í meting síni segði dómsnevndin m.a.:
Vit kenna øll støðuna: Tú skalt ferðast, men hvør skal passa húsdjórini? Petsit hevur skapt eina loysn, har tú lættliga kanst finna álítandi húsdjórapassarar í tínum øki, lesa ummæli og samskifta trygt og skjótt.
Petsit skal sostatt umboða Føroyar í DM í íverksetan, sum verður 29. apríl. Vinnari av DM fer víðari til EM í íverksetan.
Á 2. plássi var bólkurin Risus úr Miðnámi á Kambsdali, ið hevur ment litfagrar og stuttligar ruskspannir til børn. Í bólkinum vóru: Sára Hjalmarsdóttir Hansen, Helga Mikkelsen, Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal og Petra Nolsøe.
Dómsnevndin segði m.a. hetta í síni meting:
Vit skilja alt ov lítið rusk, ið kundi verið endurvunnið. Risus er eitt felag, ið hevur sett sær fyri at læra børn af skilja rusk við litføgrum og stuttligum ruskspannum.
Bólkurin Bilatorgið úr Tekniska Skúla í Klaksvík vann seg á 3. plássið við eini app, sum selur bilar og bildeilir. Í bólkinum vóru: Rasmus Hansen, Leroy Philbrow, Aleksandur Harryson og Marit Jonhardsdóttir.
Dómsnevndin segði m.a. hetta í síni meting:
Við Bilatorgið appini verður tað lætt og trygt at keypa og selja bilar og deilir. Finn skjótt tað rætta og gjald beinleiðis í appini.
Takk fyri hesaferð!
Fyriskipararnir vilja við hesum takka øllum luttakarum, lærarum, húsavørðum, køksfólkum og øllum hinum, sum onkursvegna gjørdu sítt til, at tiltakið eydnaðist so væl.
Ein serlig tøkk til dómsnevndina og okkara høvuðsstuðul, Føroya Banki.
05/05/2024
Við Atlasi til DM - 2. mai 2024
Danski vinnumálaráðharrin, Morten Bødskov, tók sær tíð at vitja 3 av 41 básunum. Limirnir úr Atlasi gjørdu sítt til at sannføra ráðharran um tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum teirra starvsportalur til ung skal nøkta.
Kappingin var sera hørð, og fleiri bólkar, sum Atlas kappaðist í móti, eru enntá longu vorðnar virkandi fyritøkur við stórum umsetningi. Hóast Atlas kláraði seg framúr væl, so rakk tað ikki til heiðurspláss í hesum umfari.
Til samans hava 2.000 næmingar luttikið í Company Programme 2024, og av hesum høvdu 150 vunnið seg víðari til finaluna í stásiliga bygninginum hjá Industriens Hus í Keypmannahavn.
Dagurin byrjaði kl. 07.30 og endaði kl. 21.00, so tað er onki at siga til, at limirnir vóru nakað moyrir, tá farið varð heim aftur á hotellið. Øll vóru tó á einum máli um, at dagurin hevur verið sera hendingaríkur, avbjóðandi og mennandi upp á allar mátar.
Ein serlig tøkk til Betri Banki, sum aftur í ár er høvuðsstuðul hjá Ungum Virki, og til Atlantic Airways, sum stuðlar ferðini niður.
Íverksetarahúsið Hugskotið Glasir
05/03/2024
Atlas er vinnari av Ungum Virki 2024 og fer at umboða Føroyar í DM í Keypmannahavn 2. mai 🥳
Høvuðsstuðul hjá Ungum Virki er Betri Banki og Atlantic Airways stuðlar við flogferðaseðlum 🤝
Sí frásøgn og myndir her:
https://www.glasir.fo/atlas-er-vinnari-av-ungt-virki-2024/