04/09/2024
📣Tíðindaskriv frá Grøna Háskúlanum
Grøni Háskúlin letur ikki upp sum ætlað.
Núverandi háskúlalóg tarnar endurupplatingini.
Í longri tíð hava tað verið miðvísar fyrireikingar at menna innihaldið á Grøna Háskúlanum fyri at bjóða næmingunum viðkomandi og spennandi skeið, og eftir ætlan skuldi skúlin nú verið opin.
Áhugin hevur verið stórur, tí sjálvsveitning og grøna leiðin er tíðarbær og liggur føroyingum nær at hjarta. Harumframt hevur tað verið áhugi úr útlondum at koma til Føroya at læra, hvussu vit her arbeiða við umhvørvi, innløgumentan og matgerð. Virðini, sum Grøni Háskúlin byggir á, tala til ein breiðan aldursbólk og til bæði leik og lærd.
Arbeitt hevur verið við at lata Grøna Háskúlan upp sambart verandi lóggávu, sum m.a. krevur minst 12 næmingar, sum skulu verða millum 17 og 25 ár, hava lokið 9. floksprógv og sum skulu ganga á skúlanum í minst 16 vikur, har teir m.a. verða undirvístir í føroyskum máli og mentan.
Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smæla lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá mynduleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú. Áhaldandi hevur verið víst á, at háskúlalógin ikki er hóskandi og má broytast, og tað verður altso aftur staðfest við hesum.
🌱 Ein grønari framtíð við vitan og førleikum
Tað er alsamt størri tørvur á Grøna Háskúlanum, bæði vegna broyttu heimsmyndina, har størri krøv eru til matsjálvbjargni og tørvinum á heilsugóðum umhvørvisvinarligum mati, men eisini vegna eitt fólksligt ynski um dygdarvitan og førleikar um matframleiðslu og tilgerð.
Føroyar eru eitt matframleiðandi land við egnari matmentan. Á Grøna Háskúlanum er tann grøna burðardygga framtíðin rótfest, sum byggir á egið tilfeingi og staðbundna mentan. Her kann framleiðast nógv meira av heilsugóðum vælsmakkandi mati. Áhugin fyri at nema sær kunnleika innan hetta økið er breiður, alt frá ungum barnafamiljum til stovnskøksfólk og matframleiðarar, men hetta passar sum er ikki inn í verandi háskúlalóg.
🤝 Grøni Háskúlin vil nýta høvi at takka Fíggjarnevndini, Sands Kommunu, Miðstovugarði, Uttarstovugarði, MOWI, Articon, Ísansgarði og Poul Klementsen fyri dyggan stuðul í arbeiðinum og annars øllum, ið hava sýnt okkum vælvilja í arbeiðnum at skapa eina grønari leið fyri framtíðina.
Samband
Spurningar ella viðmerkingar kunnu sendast til [email protected].
Stýrið fyri Grøna Háskúlan
Sandur, 3. september 2024
17/07/2024
THE GREEN FOLK HIGH SCHOOL
Do you dream of exploring nature and a more sustainable way of living? Cooking meals from what you have harvested yourself and going on outdoor adventures? Challenging yourself while being part of a community? Then 16 weeks at The Green Folk High School in the Faroe Islands might be the perfect opportunity for you. Read more here: gronihaskulin.fo
Folkhighschools
De tredjepartsservices, denne hjemmeside bruger, benytter cookies til at indsamle oplysninger om dig til de forskellige formål, du ser herunder. Vælger du ''Accept cookies'', giver du samtykke til at tredjepartsservices må lægge denne type cookies hos dig. Du kan til- og fravælge formål herund...
17/07/2024
Ny bog undersøger højskolernes arbejde med bæredygtighed
Klimakrisen tvinger os til at tænke i nye veje til at fastholde håbet og engagementet hos både unge og ældre. I en ny bog deler højskoler deres erfaringer med at undervise i grøn omstilling.
10/07/2024
Jeg har to ting at sige om Færøerne:
1. Hvis du er mellem 18-25, er vild med natur, og har lyst til at lære at klare dig selv SAMMEN med andre nordiske søstre og brødre, så er denne højskole måske lige præcis det, du har gået og ventet på. Og så bør du tilmelde dig efterårssemesteret hurtigst muligt!!! Jeg ved tilfældigvis at den er skabt af hamrende dygtige og driftige mennesker, som har lagt meget blod, sved og hjerte i det! ♥️🌱✨
2. Hvis du ikke er mellem 18-25 år gammel og synes Færøerne ser spændende ud. Så tag derop og oplev dem. Det er så smukt, råt og vildt - som livet selv!
Det var bare det…
🇩🇰 DANSK VERSION 🇩🇰
Læs mere Den Grønne Højskole
www.gronihaskulin.fo
- Tilmeldelse til det 16 ugers lange kursus, som starter den 19. august, på [email protected]
#dengrønnehøjskole #sandoy #færøerne #grønnefingre #højskoleliv #madkultur #bæredygtighed #lokalmad
09/07/2024
HVORFOR BRUGE ET SABBATÅR PÅ EN HØJSKOLE?
Læs den fine artikel, hvor højskoleeleverne Philip, Séli og lærke deler deres tanker om sabbatår, forventningspres, tvivl, frihed, fremtidssikring og om at lære bare at være.✨
"Da studenterfesterne var overstået, kom lykken bare ikke. Tværtimod. Jeg havde glorificeret den lykke, der ventede på mig," siger Philip og beskriver en følelse, flere unge nok kan genkende.
Find link til artiklen herunder, og bliv klogere på, hvad højskoleopholdet har betydet for Séli, Lærke og Philip. 👇
07/06/2024
🌱 Grøni Háskúlin í Degi & Viku í gjár 🌱
Stýrisformaðurin í Grøna Háskúlanum, Ári Fossdalsá Brend, var í sjónvarpinum og tosaði um matsjálvbjargni og nýggja spennadi verkætlan á Sandi!
Sí, leinkju her: 📺
Fleiri føroyskar matvørur: Færri tómar hillar
Verkfallið hevur greitt víst okkum, at tað er neyðugt at framleiða fleiri føroyskar matvørur, heldur stýrisformaðurin á Grøna háskúlanum