Grøni háskúlin á Sandi

Grøni háskúlin á Sandi

Del

Náttúra • Sjálvbjargni • Útilív • Matfrø(ð)i

07/05/2023

Umhvørvisvikan Á hesari síðuni kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni hjá Tórshavnar kommunu og taka skránna niður.

Øll starvsfólk á Grøna háskúlanum á Sandi uppsøgd 22/07/2022

Vit á Grøna háskúlanum takka fyri okkum á hesum sinni og takka hjartaliga øllum tykkum, sum hava luttikið á skeiðum og á allan hátt stuðla undir og verið partur av virkseminum hjá háskúlanum. Vit takka nærumhvørvinum og øllum háskúlavinum fyri dyggan stuðul og hjálp hesi árini virksemið hevur verið á Grøna háskúlanum. Vit ynskja øllum eitt gott summar og vóna at vit síggjast aftur á Sandi.

Heilsan starvsfólkini á Grøna háskúlanum

Øll starvsfólk á Grøna háskúlanum á Sandi uppsøgd "Starvsfólkini eru uppsøgd og leigumálið somuleiðis, meðan arbeitt verður við nýggjum konsepti til Grøna háskúlan á Sandi," sigur Katrin Petersen, forkvinnan í stýrinum

Photos from Grøni háskúlin á Sandi's post 23/06/2022

Amerikonsk gastronomilesandi vitjaðu á Sandi í dag. Tey hjálptu Miðstovugarður at seta leyk niður í longu teigarnir við gularótafræum 🇫🇴 🌿 🧅 🥕

Photos from Grøni háskúlin á Sandi's post 22/06/2022

Skeið í Menning av stovnsmati til børn, vaksin og eldri er júst liðugt 💚

Staðfesting: 👉🏻 Øll okkara kæru eldri ynskja føroyskan heimagjørdan mat til allar máltíðirnar 🇫🇴
👉🏻 Stovnskøkurin er staðið har tú kanst broyta matmentanina til tað betra!

Nógvar máltíðir verða etnar uttanfyri heimi í dag!

Stovnskøkarnir í Føroyum kunnu veruliga broyta matmentanina í Føroyum til tað betra, um raðfest verður at matgera við støði í føroyskum tilfeingi 💚

Photos from Grøni háskúlin á Sandi's post 15/06/2022

Í morgun vóru vit eftir góðum, ársgomlum rossatøðum hjá Berg Hestar á Oyggjarvegnum. Leif Berg og Jacklin Durhuus eiga Berg Hestar, og tey bjóða ríðitúrar, ríðing fyri menningar- og rørslutarnaði, ríðiskeið og ríðilegur fyri børn. Á staðnum er almikið av rossatøðum, so tey vórðu fegin, at vit komu eftir tøðum.

Tað var eitt sindur vátt at lempa tøð og koyra trillubørina í sirminum í morgun, men tað var allar armrørslurnar vert, tá vit funnu eina góða og fjølbylta reyðmaðkabygd 😊 Tað fløvaði grønu hjørtuni 💚

Tøðini fóru í fiskikør, sum vit hava fingið frá Kassamiðstøðini á Toftum, og Høj Flutningur flytir tøðini suður til Sands. Vit takka fyri vælvildina og gleða okkum at fáa matplanturnar í moldina í vakstrartunnlinum 🌿💪

14/06/2022
Photos from Grøni háskúlin á Sandi's post 13/06/2022

Lær at prenta við plantum! Sólvør Helgadóttir er á Sandi komandi vikuskiftið og lærir okkum at prenta við blómum og urtum. Nøkur pláss eru eftir! Leygarmorgun til sunnudag seinnapart. Kom við!

Undirvísari: Sólvør Helgadóttir
Dato: 18 & 19. juni 2022
Tíðspunkt: Vit byrja við drekkamunni leygardagin kl. 10:30, síðani undirvísing til kl. 17:00. Sunnudagin er morgunmatur kl. 8 og undirvísing kl. 9-15:30 Les meira um háskúlan á heimasíðuni.
Støði: Grundskeið
Longd: 2 dagar
Næmingatal: í mesta lagi 14 næmingar
Upptøkutreytir: Øll eru vælkomin
Prísur: 1.800 kr pr persón (við í prísinum er skeiðsluttøka, gisting á Ísansgarði, lekkur matur og deiligt kaffi. Vit hava eisini 4 pláss til sølu uttan gisting, hesi kosta 1.500 kr.) Eisini er gjørligt hjá foreldrum at hava børn við, og kosta tey 200 kr.

Photos from Grøni háskúlin á Sandi's post 11/06/2022

Løtumyndir frá áhugaverdu leygardagsverkstovuni, har vit lærdu at hvessa alskyns knívar - ja enntá øks og líggja - við Høgna Egilstrøð Hansen. 🔪

Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Sandur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Adresse


Heimasandsvegur 117
Sandur
210