Sóljugarður

Sóljugarður

Del

Sóljugarður er ein kommunalur dagstovnur undir Vága kommunu fyri børn undir skúlaaldur. Stovnur

Photos from Sóljugarður's post 06/07/2023

Sóljugarður er eitt gott arbeiðspláss, segði eitt av teimum ungu starvsfólkunum í dag. Í morgin er tað síðsti arbeiðsdagur, í Sóljugarði, hjá fleiri starvsfólkum. Tey flestu eru ung fólk, sum fara víðari á lívsleiðini, at nema sær lærdóm og eisini eru tað tvær, sum fara á skúlabonk, aftaná at hava starvast í Sóljugarði síðan stovnurin læt upp í 2003. Vit ynskja øllum alt tað besta og takka fyri tíðina í Sóljugarði.

Vit ynskja eisini, at allar tær góðu søgurnar um Sóljugarð, vera at hoyra úti í samfelagnum. Orð skapa verðuleika.

Í dag komu nógv foreldur við gávum til starvsfólkini - so nógvar góðar søgur, um foreldur, sum eru nøgd, takksom og virða tað arbeiði, sum hesi starvsfólk hava útint❤️

Sjálv fekk eg eina so rørandi heilsan frá Sandastovu og ikki minni rørandi orð frá eini mammu❤️

Fleiri børn skifta stovu, onkur skiftir stovn og so eru tað tey børnini, sum byrja í skúla🌼vit ynskja øllum eitt gott summar og takka fyri tíðina í Sóljugarði❤️🌸

Myndir: Sóljugarður 20 ár 16/06/2023

Sóljugarður 20 ár🌼🥳🌸🇫🇴🌼🌹🌸❤️🌼

Myndir: Sóljugarður 20 ár Í dag var føðingardagur í Sóljugarði í Sandavági.

Endurlýsing: Kom og arbeið hjá okkum í Sóljugarði - Vága Kommuna 16/06/2023

Vit tú gera ein mun ❓Kom og lyft námsfrøðiligu uppgávuna, saman við okkum‼️ vit hava ein góðan starvsfólkabólk, samansettur av fólki við ymiskum førleikum, sum øll hava ❤️á røttum stað.

Endurlýsing: Kom og arbeið hjá okkum í Sóljugarði - Vága Kommuna Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Sóljugarð. Um stovnin Sóljugarður er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum. Á…

15/06/2023

So er við at verða klárt😊

13/06/2023

Opið hús í dag kl 14-16🌸vælkomin í 20 ára føðingardag hjá Sóljugarði🌼

08/06/2023

Sóljugarður fyllir 20 ár 15. juni og hetta fara vit at hátíðarhalda alla komandi viku 🥳🌼🦖🧚‍♀️👣💃🕺🌸🌈🌭🥤🎂🎉🎈💛🇫🇴

Photos from Sóljugarður's post 08/06/2023

Í dag var tað Sandastova, sum skipaði fyri summardegi, har vit fingu vitjan av brandbilinum í Sóljugarði. Børnini stuttleikaðu sær óført, nøkur í regnklæðum, onnur berføtt. Eitt so sera fríksligt tiltak.

Photos from Sóljugarður's post 20/05/2023

Fríggjadagin skipaði foreldraráðið í Sóljugarði fyri einum garðdegi. Tað eru mong ár síðan, at garðdagur var í Sóljugarði, so tað var spennandi at vita, hvussu hetta fór at eydnast. Tað má sigast, at dagurin var sera væl eydnaður. Foreldrini tóku sera væl undir við degnum. Tað var arbeitt hart allan seinnapartin og nógv kom burturúr. Spælihús vórðu sjeina upp, tveir lítlir bátar komu av bakkastokki, kápultunnur fingu nýtt lív, kálgarður var settur á stovn, blómubed varð lúkað, kantar hampaðir, portur afturgjørd og manngt slíkt. Børn, foreldur, systkin, ommur, abbar og starvsfólk hugnaðu sær óført. Dagurin endaði við pitsa, so kundu vit fara heim, mett og væl sett. Ein deiligur dagur í frísksligum havaveðri. 1000 takk fyri :)

Photos from Sóljugarður's post 02/05/2023

Nú hitastigini eru á veg uppeftir, fer Bakkastova at skipa fyri Summardegi nr. 2 😎 Í morgin -mikudagin 3. Mai- verur postarenning kl 10. Stovurnar hava hvør sín lit🌈stuttligt um børnini eru ílatin okkurt, sum samsvarar litinum hjá stovuni☀️🫐🌶🍏🍋🍊🍆🍉

29/04/2023
Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Sandavágur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Hammershaimbsvegur 9
Sandavágur

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 07:00 - 17:00
Tirsdag 07:00 - 17:00
Onsdag 07:00 - 17:00
Torsdag 07:00 - 17:00
Fredag 07:00 - 17:00