29/04/2026
Virkið vár í Rótini.
Í kvøld kl.18.00 verður spennandi verkstova um matoyðsl. Fyrst ein stuttur fyrilestur og so matgerða vit úr mati, sum annars var endaður sum burturkast.
Vit takka Kjølbro, FK og Amarant fyri rávørurnar🥬🫑🌶️🥖 hav krukkur við
24/04/2026
🌸Okkara Paulina🌸
Herfyri hátíðarhildu vit okkara Paulinu. Í samfull 40 ár hevur hon starvast á skúlanum. Her er eitt brot út taluni hjá Jóhonnu 👇🏼
Hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum góða Paulina. Tað er ein stórur heiður at kunna halda ein so merkisverdan dag 🤩
Ígjøgnum hesi 40 árini hevur tú við stórum eldhuga, trúfesti og fakligum dugnaskapi givið skúlanum eitt sermerkt og virðismikið íkast. Tú ert ótrúliga arbeiðssom og ikki bangin fyri at geva eina hond tá ið á stendur.
Brodering er list, sum flættar træðgrir av søgu, mentan og hugflog á toy 🤩 Og tað er júst hettar, sum tú megnar so avbera væl! Tú gert mynstur, men tíni mynstur eru ikki bert mynstur men so øguliga nógv meir. Tí til hvørt mynstur hoyrir ein tíðandi søga. Ein søga, sum verður fortald, við hugflog, nál og trá, og sum livir víðari ætt eftir ætt.
Tú dugir so væl at og geva næmingunum møguleika fyri at menna sínar førleikar. Og vísa á týdningin, tað hevur, at næmingurin nýtir egin hugskot. Tú dugir sum fáur at seta litir saman soleiðis at blómurnar fáa lív og eina dypd sum gongur upp í eina hægri eind. Til eitt litfagurt blómutyssi og tú kjelar fyri hvørjum tí einasta stingi 🌼🌸
———
Ja Paulina er nakað serligt, og vit eru heppin at hava hana her á Rótini ❤️
Vit vita at hon ígjøgnum ár og dag hevur undirvíst nógvum av tykkum. Hevur tú kanska okkurt stuttligt, gott og f**t minnið saman við Paulinu? 🥹👇🏼
23/04/2026
Tilmeldingin er byrjað🪸
Tari: Ein heilsugóð rávøra í føroyska køkinum 2026
Í sjónum kring Føroyar eru alskyns tarasløg, ið eru góð til matna. Ja tarin hevur so nógvir góðir eginleikar, at hann verður mettur at vera megnakostur (“superfood”). Á verkstovuni, 25.mai, […]
08/04/2026
Vit bjóða eitt sera viðkomandi skeið til øll fólk, sum arbeiða við mati. Tú fært grundleggjandi og nýtiligan førleika innan matvørutrygd. So kom við bert fá pláss eru eftir. Tilmelding www.rotin.fo ella [email protected]
08/04/2026
Góðkent skeið í matvørureinføri/matvørutrygd
Vit bjóða eitt sera viðkomandi skeið til fólk, sum arbeiða við mati á stovnum, í barnagørðum, sambýlum, fyritøkum, matstovum, kantinum o.ø
Málið við skeiðnum er at geva luttakarum grundleggjandi og nýtiligan førleika innan matvørutrygd.
Matvørutrygd hevur sera stóran týdning so vónandi hevur hettar áhuga fyri tykkara starvsfólk, sum arbeiða við at matgera:)
09/03/2026
Við 25 ára royndum kunnu vit hjálpa tær í gongd við einfaldum smáum broytingum.
fá meira orku - lætna nøkur kilo - fáa betri heilsu og góðar vanar.
Tilmeldingin er byrjað.
https://rotin.fo/varskeid/
16/02/2026
Vegna forfall er eitt pláss eftir til skeiðið at seyma vest.
Tilmelding. www.rotin.fo