G.G!
KUNNING UM SEINASTU ENDAVEITSLUNA Á HESUM SINNIÐ ;)
Kl. 11.25 í dag í auluni fer onkur at sita og taka í móti pengum til endaveitsluna, sum verður í morgin! Tað kostar 200 kr.
(Um øll ikki hava oengar við í dag, ber til at gjalda í morgin, áðrenn tit fara heim)
Dyrnar opna kl. 20.00, har borðhaldið byrjar kl. 21.00. Undir borðhaldinum verður felagssangur, lekkur grýturættur og gott undirhald. Millum kl. 23.00 og 23.30 verða borðini ruddaði av og DJ-Hannis riggar til, og hann diskar heilt til kl. 03.30, tá veitslan endar :D
Vit gleða okkum til góðan enda-hugna áðrenn royndirnar herja á!
Vh. Næmingaráðið
SHEY - Næmingaráðið
Síðan hjá Næmingaráðnum á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. :) Vit vilja gera okkara til, at fáa ein góðan og virkandi skúla, har øll trívast.
Síðan hjá Næmingaráðnum á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy er ein roynd at røkka út til næmingarnar og greiða frá tí, sum vit gera. Um tú hevur okkurt, ið tú heldur hevði gagnast øllum, sig tað so við ein av næmingaráðsumboðunum. Limir:
Bjørg Josephsen 1.a, Rakul M. Absalonsen 1.b, Karina S. Davidsen 1.x, Bina Kallsberg 2.b, Aimée Jacobsen 2.x, Sunnleyg Joensen 2.y, Guðrun Durhuus 3.a, Sølva B. Andreasen 3.z, Barbara í Billustovu 3.x, Susan M. Reinhardt 1.r og Arnleyg Joensen 1.r
Halló studentar og Hf-arar ;)
Viðvíkandi Ó-endaveitsluni ber til at fáa armbondini í døgurðasteðginum í morgin fríggjadagin 9. mai í auluni :)
Aimée verður har at geva armbond!
Hey tit! :D
Í morgin, mikudagin, verður skipað fyri FIFA kapping. Treytin er, at ALLIR flokkar skulu luttaka við einum liði uppá trý fólk, við minst eini gentu, sum skal spæla ein hálvleik. Fyri at kunna geva góðan vinning til vinnaraliðið, kemur kappingin at kosta 50 kr liðið. ;)
Vinarliga, næmingaráðið á Kambsdali
03/12/2013
Enduliga komu myndirnar út ;)
3.a fer at keypa øllum smølfunum bomm heim vid ur rom :D
Boð frá 3.g: Ímorgin byrjar ''skúlagongdin'' til vanliga tíð, tað vil siga kl 8.10 :)
Ímorgin, hósdagin 2. mai, hava allir næmingar frí tí lærarnir skulu á skeið :)
Pallborðsfundurin millum ungmannafeløgini verður í morgin í holblokkinum. Minnist til, at hugsa um ymsar spurningar at seta umboðunum! Møtið fjølment :)
Mikudagin í holblokkinum verður pallborðsfundur í millum tey politiskur ungmannafeløgini. Næmingaráðið heitir á øll um at møta fjølment! :)
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Internet side
Adresse
Klaksvík
FO 700