02/06/2026
Føroysk umboð til tiltakið "Bringing nordic Gastronomy Home", sum var hildið í gjár í Tivoli, Keypmannahavn, har umboð úr øllum Norðanlondum hittust.
Í stuttum snúði tiltakið seg um, at Norðurlond í størri mun eiga at nýta egið tilfeingið/rávørur. Her verður ikki bert hugsa um matstovuvinnuna, men eisini at vanligi borgarin eigur at hava atgongd til og dugur at matgera við, í okkara føri føroyskum rávørum.
Í kokkaskúlanum TSK leggja vit dent á at kokkar sum taka skúlaskeiðini her í Føroyum, læra at arbeiða við føroyskum rávørum og matmentan, sum er í tráð við politikkin sum nú eisni verður settur á dagsskrá í hinum Norðanlondunum.
Á myndini(frá høgru):
Andras S. Jacobsen, Kokkaskúlin TSK
Janet F. Johannesen, Atlanticon
Drós í Ólavsstovu, Mat- og Tilfeingishúsið
Snorri Patursson, Heilsustýrið
Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin
Birgith Lassen, Veltan
Gutti Winther, matstovuvinnan
Súsanna E. sørensen, Visit Faroe Islands (vantar á myndini)
11/05/2026
Norðurlendska kokkakappingin fyri ungar kokkar, “Arctic Young Chef”, stytt AYC, verður hildin 22. august í ár.
AYC var hildin á fyrsta sinni í 2024. Eitt innleiðandi umfar verður hildið í londunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norra.
Vinnarin í hvørjum landi heldur fram til eitt finalu- umfar, at kappast ímótir vinnarunum úr hinum londunum.
Treytirnar fyri at luttaka eru, at tú stendur í læru sum kokkur ella hevur staðið sveinaroyndina fyri kokkar, men í mesta lagi ert 24 ár. Í mesta lagi 8 luttakarar sleppa at kappast í innleiðandi umfarinum í hvørjum landi.
Í kokkakappingini sjálvari verður dentur lagdur á:
• Rávørur, ið eru ov lítið gagnnýttar
• at samantvinna siðvenju og nýhugsan
• haldføri og matspill
• at menna rættir, ið kunna borðreiðast í t.d. skúlum og almennum køkum
Tilmelding og nærri kunning fæst á www.ayc.fo
Ivamál og spurningar kunna sendast til: [email protected]
Andras S. Jacobsen, fyriskipari AYC Føroyar
02/05/2026
Matvørubreytin er við tiltakinum “Ein dagur á Grynnuni” 😊
01/05/2026
🇫🇴Vitjan frá Hotel&Restaurantskolen! 😃 Lærara og næmingar úr Danmark, vitjaðu Matvørubreytina TSK. Upplagt var at bjóða teimum í køkin at arbeiða saman við okkara næmingum. Vit matgjørdu við tosk, hýsu, saltfisk, havtasku og makrel. Eisini gjørdu vit føroyskar brellbitar av skerpikjøt, grind, turrum fiski, røstum fiski og hvalabúff til tey at royndar smakka. 🇩🇰DK: Besøg frá Hotel- og Restaurantskolen 😊kokkeelever frá Matvøruútbúgvingin - Tekniski skúlin í Klaksvík sammen med kokkeelever fra HRS i køkkenet, hvor vi arbejdede med torsk, kuller, havtaske, bacalao og makrel. Tak for en fantastisk dag i køkkenet og på gensyn! 😊👩🍳👨🍳🇫🇴🇩🇰
27/04/2026
Hesir fýra dugnaligu kokkanæmingarnir vórðu herfyri, sum teir fyrstu nakrantíð, liðug við 3.skúlaskeið í nýggju føroysku kokkaútbúgvingini. 😊 Nú mangla tey bert eitt skúlaskeið umframt sveinaroynd, at blíva útbúgvin sum kokkar 👩🍳👨🍳🇫🇴
23/03/2026
Matvøru-Føroyar!
Áhugavert hevði verið at hoyrt hvørja meining og ætlan, ymisku flokkarnir/valevnini hava um eitt so grundleggjandi evnið sum matvørur og matvørupolitik í Føroyum. Hettar evnið viðkemur hvønn einasta føroying hvønn einasta dag, so kanska undrunarvert at einki hevur verið at hoyrt um hettar evnið. Úr rúgvuni av spurningum kunnu vit kanska spyrja um:
1. Veitingartrygd og sjálvbjargni av matvørum. Hvussu ætla tit at tryggja veiting av matvørum úr útlandinum tá/um skip o.a. ikki sigla? Og hava tit nakra ætlan um størri sjálvbjargni av matvørum í Føroyum?
2.Útbúgving innan matvøruyrkini. Almenna: Ætla tit at seta krøv um útlærd yrkisfólk, og harvið møguleikan at seta lærlingar, í almennu stovnskøkunum í Føroyum? Privata: Matstovuvinnan druknar í MVG og ymiskum øðrum krøvum. Eru ætlanir um at gera rammurnar betri fyri at reka matstovu í Føroyum, so at tað ber fíggjarliga til at reka matstovu ?
3.føroysk matmentan. Okkara matmentan er serstøk. Er nøkur ætlan at orða ein matvørupolitik, soleiðis at vit kunnu varveita og menna okkara matmentan?
Nevnast kann eisini at í t.d. Danmark er matstovuvinnan blivin eitt ferðamál í sær sjálvum og hevur ein umsetning á uml. 60-70 milliardir árliga, men um matstovuvinnan ikki fær skipaði og rímilig kor at virka undir, so missa vit í føroyum hendan inntøku møguleikan, og ikki minst okkara egnu matmentan burtur.
Vælkomin at deila uppslagið :)
20/03/2026
Í fyrireikingunum til fyrstu kokkasveinaroyndina í Føroyum, sum verður í juni, hevur faklærari úr Matvørubreyt TSK, luttikið í kokkasveinaroynd í Keypmannahavn.
12/03/2026
Í dag vórðu Julian S. Láadal og Aumara K. Sørensen til endaliga roynd sum Kokkahjálpara. 👨🍳🧑🍳Julian hevur lært á Hotel Hafnia, meðan Aumara hevur lært í kantinuni á Bakkafrost. Hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir! 😊
11/03/2026
Sunt og vælsmakkandi rugbreyð við súrdeiggj og kjarnum! 😃 Hvussi ger man súrdeiggj? hvussu nógv súrdeiggj skal í deiggið? Hví skal man brúka súrdeiggj og hvat eru fyrimunirnir við at brúka súrdeiggj?
Spurningarnir eru nógvir, men á Matvørubreytini TSK kanst tú læra um hettar evnið! Vit hava í dag bakað rugbreyð við kjarnum og súrdeiggj 🍞👨🍳