29/05/2026
F**t børn, sum 12.august verða okkara næmingar, vitjaðu okkum og Frítíðarskúlan í gjár. Takk fyri vitjanina. Vit gleða okkum, til tit gerast dagligur partur av Hoyvíkar skúla😊
Hoyvíkar skúli er ein 2-sporaður skúli frá 1.-9. flokk.
29/05/2026
F**t børn, sum 12.august verða okkara næmingar, vitjaðu okkum og Frítíðarskúlan í gjár. Takk fyri vitjanina. Vit gleða okkum, til tit gerast dagligur partur av Hoyvíkar skúla😊
21/05/2026
Vilt tú vera okkara nýggi starvsfelagi?
Hoyvíkar skúli søkir eftir lærarum til skúlaárið 26/27
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027 Vit leita eftir tær, sum trívist í einum fakliga sterkum skúla, har eisini er rúm fyri nýggjum hugskotum og initiativum
13/05/2026
Okkara spælilið fingið prógv ídag 😊❤️
Ársins dystur og lærararnir vunnu 4-1 💪
Leivur Simonsen gjørdist toppskorari 😊
08/05/2026
9. flokkur hevur sett sín dám á skúlagongdina alla vikuna. Í dag var temaið 80’ini, og tað sást aftur hjá teimum og fleiri lærarum ídag 🕺📀💾
Tey komu ein túr inn á lærarastovuna at heilsa uppá og taka eina mynd. Tá fullu nøkur tár 🥹
Vit gleðast saman við tykkum og um at hava tykkum her eina løtu afturat 🥰
Fleiri myndir liggja á heimasíðuni
https://hoy.fo/news/587/9flokkarnir-hava-sett-sin-dam-a-alla-vikuna
30/04/2026
8.b hevur hesa síðstu vikuna verið námsferð í Albir. Vælafturkomin, tit 😊
Nakrar myndir síggjast á heimasíðuni 👇
8.b námsferð í Albir Hósdagin í síðstu viku fór okkara 8.b á námsferð við sólorku til Albir. Tey komu aftur í dag, og vit gleða okkum at síggja tey í skúlanum aftur mánadagin
Vit gleða okkum til í annað kvøld at síggja okkara finalistar, James og Hans Otto í finaluni Kakumiks 🤩
29/04/2026
Hoyvíkar skúli hevur lagdan frídag í morgin, og fríggjadagin er dýri biðidagur.
Vit ynskja tykkum gott mikuskifti 🤗
25/04/2026
Góðan flaggdag, øll somul!
Í dag hátíðarhalda vit Merkið. Merkið varð gjørt í 1919 og góðkent sum føroyskt flagg í 1940. Tað er eitt tekin um samleika, søgu og samanhald hjá føroyingum.
Í skúlanum hava vit arbeitt við Merkinum alla vikuna.
Les meira á heimasíðuni:
Góðan Flaggdag Í dag hátíðarhalda vit Merkið. Merkið varð gjørt í 1919 og góðkent sum føroyskt flagg í 1940. Tað er eitt tekin um samleika, søgu og samanhald hjá føroyingum. Í skúlanum hava vit arbeitt við Merkinum alla vikuna.
24/04/2026
Ein góð og gevandi støddfrøðivika 😊
Næmingarnir hava arbeitt við hagfrøði. Teir hava mett um samanlagda aldurin á starvsfólkunum í skúlanum, teir hava mett um, hvussu næmingar byrja við “H” í skúlanum og hvussu nógv lego var í akvariinum, sum stóð í pyramiduhøllini og mangt mangt annað.
Meiri kann lesast á heimasíðuni: 😊
https://hoy.fo/news/583/stoddfrodivikan-2026