Skúlin á Argjahamri

Skúlin á Argjahamri

Del

Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í august 2011.

22/05/2026

📣 Vit leita eftir góðum fólki til okkara skúla

Skúlin á Argjahamri søkir eftir lærarum og námsfrøðingum til skúlaárið 2026/27.

Vit leita eftir fólki, sum vilja vera við til at skapa ein góðan, tryggan og mennandi gerandisdag fyri næmingarnar – bæði í skúlanum og í serskúlatilboðnum Ljósástovu.

👉 Les meira um størvini á heimasíðuni hjá skúlanum.
https://sah.fo/news/665/storv-i-skulanum-a-argjahamri-2026-27

⏰ Freistin at søkja er fríggjadagin 5. juni kl. 13.00.

Photos from Skúlin á Argjahamri's post 08/05/2026

At keypa og selja á týskum 🇩🇪

Týsktholdið í 8. flokki hevur arbeitt við handli, prísum og evrum – alt á týskum.

Næmingarnir gjørdu sínar egnu dreymakaffistovur, dreymahandlar, bakarí, kiosk og kondittarí, og so var bara at fara í gongd við at keypa og selja.

Les meira á heimasíðuni. https://sah.fo/news/663/kaufen-und-verkaufen-at-keypa-og-at-selja

06/05/2026

Skúlataskur saknaðar

Nøkur børn hava av óvart lagt sínar skúlataskur í bagagurúmið á einum skeivum bili í dag.

Tey halda, at bilurin var myrkur, og at nummarplátan byrjaði við LH.

Hevur tú verið við skúlan í dag og møguliga fingið taskurnar við í bilin, so vilja vit fegin hoyra frá tær skjótast gjørligt.

30/04/2026

Gloymd klæði eru løgd fram á borð í Miðrók.

Vinarliga kannið eftir, um tit sakna okkurt.

Klæðini kunnu avheintast í seinasta lagi fríggjadagin 8. mai kl. 16.00.

21/04/2026

Várframsýning týsdagin 28. apríl

Týsdagin 28. apríl frá kl. 15.00 til 17.00 verður várframsýning á skúlanum. Her ber til at síggja ymiskt, sum næmingarnir hava arbeitt við í handaverk og list. Øll eru vælkomin at koma inn á gólvið at hyggja.

Photos from Skúlin á Argjahamri's post 26/03/2026

Valkassar, valbásar og spent andlit 👀

Í dag royndu næmingarnir á Argjahamri, hvussu tað kennist at vera partur av einum vali – men við einum stuttligum og bókligum tvisti. Børnini skuldu taka støðu, velja og leggja sína atkvøðu í kassan.

Les meira á heimasíðuni og fáið eitt innlit í ein dag, har fólkaræði og barnabøkur gingu hond í hond 📚🗳️

12/03/2026

Frítíðarskúlin á Argjahamri er stongdur í morgin, fríggjadagin 13. mars, vegna ráðleggingardag.

Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Argir?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Glyvursvegur 44
Argir
160