Samvinnan

Samvinnan Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á CBS. Samvinnan is a student organization for Faroese students at CBS.

Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School. Samvinnan virkar fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari knýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg. Endamálið við áhugafelagnum Samvinnuni er eisini at geva okkum lesandi eitt andlit, soleiðis at vit eru lætt at finna, tá ið tørvur er á okkum. Her verðu

r hugsað um arbeiði í summarfrítíðini, lestrararbeiði ella arbeiði eftir loknan lesnað. Vit vilja eisini styrkja møguleikarnar til at skriva tíðarhóskandi ritgerðir um føroyskar fyritøkur; bachelorritgerð, høvuðsritgerð osfr. Hetta kervið skal eftir ætlan styrkja møguleikarnar hjá okkum lesandi, men eisini hjá føroyska vinnulívinum.

FriendShips FIMMARIN eydnaðist sera væl!🤩Okkara egni Birni fangaði løturnar📸Føroya Banki (Høvuðsstuðul)JanuarKaraoke Bar...
07/06/2026

FriendShips FIMMARIN eydnaðist sera væl!🤩

Okkara egni Birni fangaði løturnar📸

Føroya Banki (Høvuðsstuðul)
Januar
Karaoke Bar Glitnir

Soleiðis sær dagførdi kalendarin hjá Samvinnuni út 📅
19/05/2026

Soleiðis sær dagførdi kalendarin hjá Samvinnuni út 📅

Sum ikki einaferð eydnaðist Hugflog sera væl🥳🍕📊Hesuferð fingu vit spennandi innlit í stríðið millum USA og Grønland, sum...
07/05/2026

Sum ikki einaferð eydnaðist Hugflog sera væl🥳🍕📊

Hesuferð fingu vit spennandi innlit í stríðið millum USA og Grønland, sum Sjúrður Skaale greiddi frá💁🏼‍♂️

Samvinnan takkar stuðlunum Føroya Banka, Januar og Glitnir, sum gera hetta møguligt💙

Føroya Banki (Høvuðsstuðul)
Januar
Karaoke Bar Glitnir

Samvinnan hittist í Føroyahúsinum fríggjadagin tann trettanda (😳) til nakrar øl, áðrenn tey smyrja hinar føroyingarnar a...
08/03/2026

Samvinnan hittist í Føroyahúsinum fríggjadagin tann trettanda (😳) til nakrar øl, áðrenn tey smyrja hinar føroyingarnar av í PUBBKVISS🥳

💙TILTØK HJÁ SAMVINNUNI💙Takk fyri tvey feit vikuskiftir!💃🎃Nú skanna vit QR-koturnar, og løða upp til næstu tiltøkini hjá ...
17/02/2026

💙TILTØK HJÁ SAMVINNUNI💙

Takk fyri tvey feit vikuskiftir!💃🎃

Nú skanna vit QR-koturnar, og løða upp til næstu tiltøkini hjá Samvinnuni🤩🕺

🤝ARBEIÐSBÓLKUR🤝Samvinnan skal aftur í ár hava sín arbeiðsbólk, og TÚ kanst verða partur av honum😎Í arbeiðsbólkinum fært ...
13/10/2025

🤝ARBEIÐSBÓLKUR🤝

Samvinnan skal aftur í ár hava sín arbeiðsbólk, og TÚ kanst verða partur av honum😎

Í arbeiðsbólkinum fært tú møguleikan at sleppa læra onnur lesandi at kenna, hjálpa til og skipa fyri tiltøkum s.s. Fimmarir og Árveitsluna🥳

Eisini er tað feitt, um tú ætlar tær á útveksling, tí at tú fært 1 𝙎𝙩𝙪𝙙𝙚𝙣𝙩 𝘾𝙞𝙩𝙞𝙯𝙚𝙣𝙨𝙝𝙞𝙥 𝙥𝙤𝙞𝙣𝙩, sum telur 5% av vurderingini, tá tú einaferð skalt søkja um útveksling🎖️

Um hetta ljóðar áhugavert, so skrivar tú til Samvinnuna á Instagram ella Facebook, og vit hittast til fundin 5. Novembur🤗

26/07/2025

Sera spennandi tiltak hjá Føroya Banki um at flyta niður at lesa 🥳

Vit koma at greiða frá okkara upplivingum við at flyta niður at lesa á CBS og at verða limur í Samvinnu🤌💃🕺

Hugflog 2025!Í ár var evni íverksetan og hvussu fyritøkur veksa frá einari nýstovna til fyritøkur við fleiri starvsfólku...
16/05/2025

Hugflog 2025!

Í ár var evni íverksetan og hvussu fyritøkur veksa frá einari nýstovna til fyritøkur við fleiri starvsfólkum.
Vit hoyrdu frágreiðingar frá Snowminds og Omnidocs um teirra tilgongd til íverksetan og upplivingar sum íverksetarir og nýskaparir.
Vit takka stuðlum, luttakarum og ikki minst Snowminds og Omnidocs fyri væl eydnaða tiltakið.

Í gjár vóru vit á einari framúr virkisvitjan hjá Deloitte, sum er størsta tænastufyritøka í heiminum 🧠Vit fingu eina ser...
04/04/2025

Í gjár vóru vit á einari framúr virkisvitjan hjá Deloitte, sum er størsta tænastufyritøka í heiminum 🧠
Vit fingu eina serføroyska framløgu um arbeiðsdagin og yrkisøkir hjá Deloitte 😎💪

Herfyri vóru vit í Samvinnu so heppin, at fáa møguleika at vísa einum flokki á Búskaparbreytini á Glasi okkara lestrarst...
21/03/2025

Herfyri vóru vit í Samvinnu so heppin, at fáa møguleika at vísa einum flokki á Búskaparbreytini á Glasi okkara lestrarstað CBS. Vit vóru ein túr á campusinum á Frederiksberg og endaðu við einari framløgu í víðagitnu hølunum í Dalgas Have.
Framløgan snúði seg um CBS sum heild, og síðan greiddu limir í Samvinnu frá um linjurnar, ið tey hava valt sum sín lesnað.
Eisini nýttu limirnir í Samvinnu høvi at greiða frá virkseminum hjá felagnum.
Vit eru glað fyri vitjanina, og vóna at fleiri av teimum vitjandi verða limir í Samvinnu í framtíðini.

Adresse

Solbjerg Plads 3
Frederiksberg
2000

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Samvinnan sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Skolen

Send en besked til Samvinnan:

Genveje

Del