30/07/2026
Ólavssøkudystur
FF Klettar spældu ímóti Fintuni úr Aalborg á Ólavssøku í einum dysti sum gjørdist sera spennandi.
Klettar løgdu seg á odda við máli frá David Vang eftir fáir minuttir. Klettar kempaði væl, men funnu seg aftanfyri 2-1 í hálvleikinum.
Klettar útjavna stutt inni í øðrum hálvleiki, við enn einum máli frá David Vang. Men Fintan blívur við at koma aftur og taka føringina til 4-2.
Teit Jacobsen vísti enn einaferð góðar dygdir, tá hann setti eitt fríspark í handara horn og minkaði um munin til 4-3.
Klettar skoraðu tíverri ikki fleiri mál í dystinum og Fintan tekur ein 5-3 sigur við sær til Aalborg.
Dagsins leikarar gjørdist David Vang og Gilli Pálsson Augustinussen
Vit vilja takka Fintuni og dagsins dómarum fyri ein stuttligan og spennandi dyst, sum vit vóna at endurtaka komandi ár.
Samstundis vilja vit takka Tórshavnar Kommunu, HB, B36 og EB/Streymur fyri at loyva okkum at brúka klæðir og ítróttarligu umstøðurnar.
Stuðlað dystinum hava Føroya Banki, Faroe Ship, Atlantic Airways og MEST Shipyard
Video síggjast í kommentarfeltinum