Hesi eru f**t og røsk. 😍😍😍
Býlingshúsið á Norðasta Horni
Facebooksíðan hjá Býlingshúsinum á Norðasta Horni.
19/11/2025
So er fyrsti vætturin komin í barnagarðin! 👏🤩
Í dag fingu børnini í Uppistovu eitt f**t bræv frá Klávusi. ✉️ Hann hevði fingið eitt lift oman av Oyggjarvegnum við einum abba, ið koyrdi eina gravmaskinu, og spurdi um vit kundu koma eftir honum. Tað søgdu børnini ikki nei til, so vit fóru at leita…. Og vit funnu hann!!! 👏👏👏
Nú gleða vit okkum til, at Klávus kemur heim at vitja børnini, og til at hoyra um alt hann fer at gera saman við teimum. 🥰
17/11/2025
Í dag hava børnini í Niðristovu fingið eina mynd sendandi frá Lingu og Mallusi… Um tað er Klávus, sum hevur tikið hana, vita vit ikki, men vit eru í hvussu so er ótrúliga spent til tey koma! 👏😊 Tá ið tey eru komin so langt sum til Rossagøtuna, so man ikki vera so leingi at bíða. 🤩
12/11/2025
So var tíðin komin…. tíðin, ið vit øll gleða okkum til, tí nú bíða vit eftir at vættrarnir koma at vitja. 😃 Børnini í Uppistovu vóru úti í regninum í gjár og leitaðu eftir Klávusi, og píka sjey um tey ikki funnu spor av honum. 👏👏 Vit hava eisini hoyrt okkurt um, at Linga og Mallus hava ringt til børnini í Niðristovu, so nú verður spennandi um Lítlibeiggi eisini fer at vitja í Hornastovu.
Ein deilig tíð, har hugflogið hjá børnunum einki mark kennir! 😍😃🤩🧑🏻🎄🎅🏻
12/09/2025
Í tí deiliga veðrinum í morgun, hava vit spælt vatnkríggj! Onkra løtu regnaði tað so illa, at tað var ringt at skilja millum dropar úr slanguni ella skýggjunum. 🌫️🌫️ Spurningurin er, hvør hevði størst karm… børnini ella starvsfólkini. 😉
Vit høvdu ongin turr regnklæðir seinnapartin, so vit hugnaðu okkum bara við popcorn í biografinum í Alrúminum. 😊
Ein góður og stuttligur dagur fyri okkum øll!
Gott vikuskiftið. 🥳
05/09/2025
Í dag hava vit tikið okkara nýggja “reyðahús” í nýtslu. Vit hava glett okkum, og sjálvandi slapp Óli at klippa snórin. 👏👏
01/09/2025
Kom og arbeið saman við okkum í Uppistovu. 😊
Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Norðasta Horni Her sært tú, um Tórshavnar kommuna hevur eitt spennandi starv at bjóða tær.
28/08/2025
Hóast sýnið ikki var av tí besta, var hávaveiða á skránni seinnapartin. Yvamál er tó, um tær komu heim við flest hávum ella havfrúgvum. 😊
Høvdu vit bert øll havt slíkt hugflog. 😍