11/07/2023
"Eitt av heimsins mest vanligu tilgjørdu søtingarevninum, aspartam, verður bólka sum møguliga krabba-elvandi ..."
Ein stutt grein um aspartam, ið Signar (stjóri í Sunt) hevur skriva fyri Dimmalætting.
Les her:
Tema: Tilgjørdt søtingarevni
Aspartam verður bólka sum eitt møguligt krabbaelvandi søtingarevni.
19/06/2023
Fríggjadagin 16. juni var eitt forvitnisligt tiltak í Reinsarínum (Tórsgøta). Fimm nýggjar og spennandi íverksetarafyritøkur pitch'aðu teirra íverksetarahugskot fyri møguligum íleggjarum og áhugaðum. Sunt var ein av teimum fimm fyritøkunum, ið var útvald til tiltakið. Staðfestast kann at sera góð undirtøka var fyri nýggju tænastuni hjá Sunt, ið er eitt "rørslu sjónvarp" til føroyskar skrivstovur.
Aðrar fyritøkur vóru Flowcore, Centrego Marine A/S, Føroyar Live og Holdbar.
Fyrr í ár skipaði Hugskotið saman við Business Angels Norway fyri skeiði, har endamálið var at læra at virðismeta og gera íløgur í fyritøkur. Á skeiðinum vórðu lunnar lagdir undir fyrsta føroyska eingla-netverk og á tiltakinum í Reinsarínum fríggjadagin 16. juni høvdu luttakararnir høvi at hoyra nærri og gerast partur av hesum netverki.
28/04/2023
Seinastu tvær vikurnar havi eg verið í starvsvenjing í Hugskotinum.
Eg eiti Ári og eg gangi í NámX á íverksetarabreytini.
Í míni starvsvenjing í Hugskotinum havi eg millum annað verið á skeið um at læra at gera íløgur í byrjanarfyritøkur á Hotel Brandan. Eg havi verið við til tiltakið Morgunsparring hjá Hugskotinum, har Kristjan frá Elektron greiddi frá um virksemið hjá Elektron. Harumframt havi eg arbeitt fyri nakrar fyritøkur í Hugskotinum. Millum annað bókhaldsfyritøkuna Slóð, heilsufremjandi fyritøkuna Sunt og datufyritøkuna Flowcore. Sera áhugaverd og lærurík starvsvenjing 😊
20/04/2023
Deilig kensla! Góð morgun venjing og deiligt veður 👌
11/04/2023
Kemur tú við til POWER HIIT í apríl?
Vit hava eitt sertilboð ið er sera væl egna til tín ið ynskir at royna okkara venjing. Skeiði verður nemliga styttri og bíligari í Apríl! 😎
Í Apríl ber til at venja í 2 vikur fyri einans 350 kr (250kr um tú ert afturvendandi limur)!
Vanligt er at vit venja í 4 vikur fyri 650kr (499kr fyri um tú ert afturvendandi limur)
Hetta er ein super møguleiki um tú yvast ið um hendan venjing er nakað fyri teg. Síggjast vit? So skriva til okkara!
11/04/2023
➡️ Betri vælveru í kroppin?
➡️ Tapa nøkur kilo?
➡️ Meira rørslu?
➡️ Betri sálarheilsu?
➡️ Bara liva “Sunt” 😉
Kom og royn okkara vældámdu venjing 🙌
Sunt POWER HIIT💪
✅ 30 min, tveir dagar um vikuna
✅ Bara kropsvektsøvilsir
✅ Pláss fyri personligari justering
Sum nakað heilt serligt hava vit eitt hálvt skeið í Apríl har prísurin fer frá 650kr niður til bert 350kr.
Fyri allir aftirvendandi limir er prísurin einans 250kr.
Kom og royn okkara venjing í Apríl og fáa eitt super tilboð :)
Skriva til okkara fyri tilmelding ⭐️
Meira kunning er at finna á okkara síðu og á www.sunt.fo
21/03/2023
Afturmelding frá okkara venjing 🙂💪