09/06/2025
Lofoten folkehøgskole, et år i magiske Lofoten. Linjer for foto og Friluftsliv.
Vi ligger vakkert til, bare et steinkast fra havet og under noen av de flotteste Lofotfjellene. Naturområdene rundt skolen, samt gode og velutstyrte lokaler ...
18/03/2024
Lær at skriva og framleiða løg 🖋🎼
Í páskafrítíðini verður eitt spennandi sangskrivaraskeið 👩🎤 við Jasmin Mote (Jazzygold) og Eyðfinn Bogason Lamhauge (Aggrasoppar)
Kom við á eitt læruríkt og spennandi sangskrivaraskeið har vit læra at brúka ymiskar háttir í sangskriving 🎶
Jasmin og Eyðfinn koma at vegleiða hvussi tey plaga at gera/skriva tónleik 🎸
Skeiðið er fyri ung úr øllum Føroyum úr 8. – 10. flokk.
Skeiðið verður í Margarinfabrikkini 25. – 27. mars. Allar dagar frá kl. 11-15.
Tekna teg við at senda navn, aldur og tlf. nr. í einum telduposti til [email protected].
09/02/2024
Forsíða
Ert tú 25 ár – tó 30, tá talan er um handverksútbúgvingar – hevur tú møguleika at verða førleikamett/ur. Við førleikameting kanst tú taka eina útbúgving eftir styttri tíð enn annars. Førleikametingin kann eisini hjálpa tær at taka rætta avgerð um útbúgving. Meira kunning ...
07/02/2024
Søkjast kann um upptøku í norðuratlantiska flokkinum innan 1. mars
Norðuratlantiski studentaflokkurin er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving
12/09/2023
Seinastu tvær vikurnar hava Niels, Sigmundur, Ísakur og Jónas frá skúlanum á Løgmannabreyt verið í starvsvenjing í Hugskotinum. Í starvstíðini hava teir arbeitt við at menna sítt egna hugskot, Dreamband, sum er ein serligur vekkari til fólk, ið hava trupult við at vakna av ljóðvekkarum.
Seinasta fríggjadag løgdu teir sína verkætlan fram fyri íverksetunum í Hugskotinum, ið góvu ungu íverksetunum góð ráð á leiðini.
Vit ynskja Niels, Sigmundi, Ísaki og Jónas bestu eydnu víðari við spennandi verkætlanini 😃
08/09/2023
Í tvær vikur hevur Birni verið í starvsvenjing hjá okkum 🥰
Hann gongur í skúlanum við løgmannabreyt 😁
Hann hevur verið sera raskur og fyrikomandi her❤️
31/03/2023
Í tvær vikur hevur Bjørk verið í starvsvenjing hjá okkum 🥰🥰
Hon gongur í skúla við løgmannabreyt 🤗