Nám X
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Nám X, Skole, Tórgarðsgøta 27, Tórshavn.
06/05/2026
Ferðavinnubreytin royndi eitt spennandi tiltak! Lesið her:
Ferðavinnubreytin í Nám X var úti í góðveðrinum týsdagin og royndi átakið “Self Navigating Cars” hjá VisitFaroeIslands.
Tú skannar QR kotuna, og tú fært at vita, hvar tú skalt koyra.
Hetta er eitt átak fyri at fáa ferðafólki, sum kemur á vitjan at spjaða seg um alt landið, heldur enn at øll vitja tey vanligu støðini, sokallað hotspots.
Tú fært soleiðis at vita, hvar tú skalt koyra, og tú veit ikki, hvar leiðin gongur næst.
Vit høvdu ein frálíkan túr, og hendan háttin at ferðast uppá kunnu vit so staðiliga viðmæla😊
25/04/2026
22/04/2026
Nám X vitjar týningarleguna Sachsenhausen – ein uppliving, ið hevur ávirkan á tey vitjandi
Søgan um Sachsenhausen í stuttum
· Legan varð bygd í 1936
· Fleiri enn 200.000 fólk vóru í varðhaldi millum 1936 og 1945
· Talan var í stóran mun um politiskar fíggindar
· Hesir fíggindar vórðu sagdir at vera limir í felagsskapum, sum vóru fyri rasudiskrimering og vóru lívfrøðiliga niðari sambært nazi-stýrinum
· Hesir bólkar vóru t.d. jødar, sigoynarar, samkynd og aðrir minnilutabólkar
· Mett verður, at á leið 40.000 fólk doyðu í Sachsenhausen
Vitjanin hjá Nám X í Sachsenhausen varð helst ein tann mest hugvekjandi upplivingin á okkara námsferð.
Hóast vit undan ferðini hava lisið um annan veraldarbardaga og brotsgerðirnar framdar av nazistunum, var tað tó nakað heilt annað at standa mitt í veruligu kringumstøðunum, har menniskju í túsundatali fingu ómenniskjaliga viðferð.
Tá vit trinu innar portrið við vælkendu og døpru innskriftini ”Arbeit macht frei”, gjørdist huglagið beinanvegin meira álvarsamt. Sólin skein, og tað var mest sum eingin vindur – bert eitt lot – og kanska var tað heimssøgan, ið kom við lotinum.
Lystiliga prátið, ið er natúrligt millum 16-17 ára gamlar tannáringar stilnaði eitt sindur – tí tað var sum, at sjálvur staðurin kravdi tað av okkum.
Tílík vitjan fær tankarnar at reika; og fleiri okkara prátaðu eftir vitjanina um týdningin at læra søguna og helst eisini av søguni! Tó, at hetta er trupult at fáa eygað á í hesum ófriðaligu tíðum.
Tað hevur sjálvandi týdning, so vit sleppa undan, at nakað líknandi hendir aftur.
Hóast tølini ikki eru fult út eftirfarandi, doyðu uml. 70 mió. fólk undir seinna heimsbardaga, og umleið tveir triðingar – t.e. 50 mió. – vóru sivil.
Hetta var sostatt eisini ein áminning um, hvussu skjótt, menniskjarættindi kunnu verða tikin burtur, um eitt samfelag missir sín moral og rættvísi burtur.
Hóast talan var um ein dapra uppliving, var hon tó ómetaliga týdningarmikil. Og vit fóru haðani við størri innliti í, hvussu álvarsligar fylgjur, hatur, mannamunur og einaræðiskendar ideologiir, kunnu hava.
Søgan um annan veraldarbardaga gjørdist okkum í dag meira livandi og týðandi. Og hon minnir okkum á, at vit øll hava ábyrgd av at stuðla undir menniskjaleiki, tollyndi og fólkaræði.
Øll í Nám X hópinum hava tað gott – og lata heilsa :)
22/04/2026
Hugni, samvera og gott lag í Berlin:
22/04/2026
Nám X á vitjan í Stasi fongslinum
Stasi fongslið virkaði í stívliga 40 ár millum 1951 og 1989; og var eitt av amboðunum hjá einaræðisligu stjórnini í Eysturtýsklandi (DDR) at uppihalda valdinum.
Og – óttin frá fortíðini tóktist enn at darra í luftini, tá Nám X næmingar trinu innar í annan heim – nevnliga í Stasi fongslið í Hohenschönhausen í Berlin í dag, týsdagin 21.apríl 2026. Gráu bygningarnir dagaðu upp móti bláklára himmalinum, og hóast talan í dag er mest um eitt savn, lá tung kvirra yvir túnið – og tað var næstan so, at veggirnir vildu ikki sleppa øllum loynidómunum, ið høvdu verið innanfyri mong farin ár.
Ferðaleiðarin tosaði róliga og við einum álvara í røddini – og minnini gjørdust sostatt ikki lættari við árunum.
Hann vísti næmingunum klivarnar, har ljósið aldrin rakk innar; og har tíðin man hava kenst sum ein fíggindi. Í avhoyringarrúmunum stóðu slitnu stólarnir enn, og á borðunum lógu avrit av útfyllingarbløðum, sum Stasi-yvirmenninir nýttu til at skráseta allar smálutir um tey, ið sótu í klivunum.
Enn meir ótespiligt enn vegginir var tað sálarfrøðiliga eftirlitið, sum gjøgnumsúrgaði alt.
Næmingarnir sóu inn í avbyrgingarklivarnar, har fangarnir vórðu noyddir at sita í fullkomnari kvirru – og um teir avhoyringarhættir, sum vóru gjørdir til at niðurbróta menniskju, uttan at sjónlig kroppslig spor sóust eftir hetta.
Talan var ikki um píning, sum vit vanliga kenna hana, men heldur um skipaða niðurbróting av samleika og sjálvsfatan.
Tá Nám X næmingarnir til seinast stóðu í longu gongini, har fangarnir á sinni vórðu førdir til avhoyringar, hoyrdu teir næstan fetini fyri sær – og tað var ikki trupult at ímynda sær ta ræðslu, sum hevur fylgt fangunum hvønn einasta túr oman longu gongina.
Útafturkomin tóktist sólarljósið at hava hug at minna okkum øll á, hvørji framíhjárættindi, frælsið veruliga er.
Vitjanin var ikki júst hugalig og fjálg; men tó ikki minni neyðug. Hon gjørdi fortíðina nærverandi og minti næmingar og lærarar í Nám X á, hvussu skirvislig, rættindini til at hugsa, tosa og liva frælst, eru.
(Fleiri myndir eru í myndasavninum her á síðuni)
21/04/2026
Nám X vitjar olympiska leikvøllin
Tann fyrsta kenslan, vit standa við uttanfyri Olympiska leikvøllin, er pláss og rúmd. Ikki tykist hann ágangandi ella áleypandi móti himni, men liggur heldur har sum ein kempa, ið hevur upplivað meir søgu, enn tú kanst ímynda tær.
Tey bæði ikonisku tornini við inngongdina standa sum skreytlið til eina aðra tíð, og tú merkir eina titran í kroppinum, tá tú gongur móti teimum.
Innanfyri opnar leikvøllurin seg næstan í fullgjørdum ovalum skapi. Bláa rennibreytin sker seg runt um grøna vøllin sum litrík ramma, og sjálvt uttan áskoðarar tykist staðurin livandi.
Fetini líkasum hvørva í øgiliga rúminum, sum um leikvøllurin sýgur tey í seg og svarar við einari kúrrari og rungandi ró.
Vit seta okkum á køldu setrini og skymast runt okkum. Ferðaleiðarin minnir okkum aftur á olympisku leikirnar í 1936 og teir politisku skuggarnar; og á Jesse Owens, sum rann seg ”inn í søguna”.
Andsøgnin millum fortíðarinnar myrka og nútíðarinnar opna nútímans leikvøll er talandi. Her er bæði tyngd og lættleiki, bæði arvur og endurnýggjan.
Eitt lætt lot flytir seg millum partar á áskoðaraplássunum, og vit síggja fyri okkum eitt fult stadion: við rópunum, róminum og elektriska spenninginum áðrenn eina kapprenning.
Sjálvt í kvirruni ein staður, sum darrar av spenningi og við orku.
Tá vit fara avstað aftur, hyggja vit afturum okkum enn einaferð. Og leikvøllurin stendur enn har – óvikaligur og verðigur – sum eitt minnismerki yvir ítróttarinnar megi og søguliga margfeldi.
Og vit fara haðani við eini kenslu av at hava vitjað ikki bert ein leikvøll ella bygning – men eina livandi forteljing.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Internet side
Adresse
Tórgarðsgøta 27
Tórshavn
100