Næmingaráðið í Hoydølum

Næmingaráðið í Hoydølum

Hetta er síðan hjá næmingaráðnum í Hoydølum. Her kunnu næmingar koma við uppskotum. RÍS og RÓS. Grenja og ella bara deila tíðindi, ið eru viðkomandi fyri okkum, ið ganga í Hoydølum.

23/05/2018

So er grillin vid at vera klár! Skundi tykkum yvir kl12 til eina pylsu ella tvær👌🏼

[05/22/18]   Skrá:

Petur Dahl, næmingaráðsformaður, bjóðar vælkomin
Elsa Maria sigur nøkur orð
Felagssangur
Klassisk Trio
Lærarakórið
Rútmiska kórið
Næmingaframførslur
Ester Skála framførir
SURPRISE
Føroyskur dansur

Øll fáa grillmat ígjøgnum dagin, men verið nú góð við hvønnannan og deili eitt sindur millum tykkara...
Sanghefti verða deild út
Vit kvøða Burtur av heiði, Flóvin Bænadiktson, Havnargentan/Nú gerast kvøldini

[05/22/18]   Hey fittu tit❤️
Seinasti undirvísingardagur er í morgin, og tí fara vit øll at hygga okkum á fløtuni ímorgin👌
Ein stórur pallur kemur at standa á parkeringsplássunum uttanfyri høvuðsinngongina. Tí verða sera avmarkað parkeringspláss, so vit vilja heita tykkum á, at als ikki taka bilar við í morgin.
Og um tit eru mega fresh, so taka tit ein havastól ella eitt teppi at sita á:))

Tað verður føroyskur dansur, grillmatur, massar av framførslum, felagssangur og SURPRISE💥

Yvirskipað skrá:
Kl 08.10 Vanlig undirvísing í 1. blokki, sí tímatalvu
Kl 09.40 Morgunmatur í forhøllini í høvuðsbygninginum fyri 1.-2.s og 1. fyr
Kl 09.45 Fyrra framførsla av næminga-kabarettini (3.s og 2. fyr)
Morgunmatur fyri 3.s og 2. Fyr er aftaná kabarettina uml kl 10.30
Kl 10.30 Onnur framførsla av næminga-kabarettini (1.-2.s og 1. fyr)
Kl 11.30 Próvtøkukunning í forhøllini í høvuðsbygninginum
Kl 12 – 16.00 Undirhald og grill á Fløtuni (neyv skrá verður lýst seinni)

ENDAVEITSLAN 2018 14/05/2018

Myndir tiknar til endaveitsluna hjá næmingum, ið ganga á síðsta árið í Hoydølum. Stóra tøkk til Erla Z fyri fantastiskar myndir

Myndir tiknar til endaveitsluna hjá næmingum, ið ganga á síðsta árið í Hoydølum. Stóra tøkk til Erla Z fyri fantastiskar myndir

airtable.com 04/05/2018

Airtable: Organize anything you can imagine

Felagsskapurin Ringrás bjóðar studentaskúlaflokkum eitt lítið arbeiði! Lesið niðanfyri👇 (seriøst, lesið! Serliga 1.g!!) #worthit

Norðurlond (Føroyar, Noreg, Danmark, Svørríki, Finnland og Áland) skipa fyri gransking innan plastdálking, og í tí samanhanginum verða árligar strandaruddingar í luttakandi londunum samskipaðar fyri at fremja millumtjóða gransking innan plastdálking. Ringrás fyriskipar føroysku luttøkuna, sum verður framd umvegis landsins kommunur. Í hesum sambandinum hava vit tørv á hjálp við granskingarpartinum av arbeiðinum, nevniliga at skilja, flokka og upptelja innsavnaða burturkastið í Tórshavnar kommunu. Vit hava tørv á hjálp frá einum stundentaflokki, sum eftir okkara meting hevði klárað arbeiðið uppá 2-3 miðalstuttar arbeiðsdagar. Samsýning verður latin fyri arbeiðið, og peningurin kann nýtast til eitt nú námsferðir ella eitthvørt annað, ið flokkurin kundi hugsað sær at nýtt hann til. Samsýninging verður millum 6000 og 8000 kr. Arbeiðið fer fram á Hjalla aftaná strandaruddingarnar, sum verða framdar 17. mai.

Síðsta ár vóru 12.943 lutir upptaldir frá ruddingum í Tórshavnar kommunu, so talan er um umfatandi arbeiði, sum gevur týdningarmikil innlit í álvarsama plastdálkingartrupulleikan. Tí er tað vert at vísa á at umframt lønina, so er hetta eisini eitt høvi at vera við til at gera mun í arbeiðinum at basa plastdálking í Føroyum. Flokkurin kemur at luttaka í granskingararbeiði, sum ikki áður er framt í Føroyum (burtursæð frá í fjør), og tað verður spennandi at vita, hvussu ársins úrslit eru, sammet við tey frá í fjør. Viðlagt okkara frágreiðing av Strandaruddingini 2017 og lýsingina av ársins átaki. Vit fara at syrgja fyri, at arbeiðskorini eru so lagalig sum gjørligt, við tónleiki og øðrum góðum afturvið.
Fyri umhvørvissinnaðar / virknar studentar er hetta eisini eitt høvi at koma í samband við Ringrás, sum leitar eftir fólki at víðka um okkara toymi, menna okkara førleikar og økja um okkara virksemi.

Um fleiri flokkar eru áhugaðir, so trekkja vit lut teirra millum, tí vit hava bert tørv á einum flokki á hesum sinni. Tó er ein møguleiki, at aðrir flokkar kunnu luttaka í arbeiðinum í einari aðrari kommunu.

Tilmelding fer fram umvegis hetta oyðublaðið: https://airtable.com/shrvxQG93C2IfwaVa

airtable.com Airtable works like a spreadsheet but gives you the power of a database to organize anything. Sign up for free.

22/04/2018

Yoyoyo!
Nú nærkast til SEINASTU veitslu hjá okkum í Hoydølum🎉😪
Vónandi hava tit skaffað rave-máling og fingið fatur í teimum hvítu og neon klæðunum, tí tað fer at vera LITTT í Luux fríggjakvøldi💣💥

Vit selja atgongumerki mánadagin 23/4 og týsdagin 24/4 hvørt fríkorter. Vit í næmingaráðnum sita, as per usual, undir kunningarskerminum við grønu sofurnar. Atgongumerkini fara fyri 100kr pr stk. Vit taka ímóti reiðum peningi, ella ber til at flyta peningin á kontonummar: 6460 4975776

See youu😍🕺

18/04/2018

Myndir úr Hoydølum

Ein verkætlan er sett í gongd - Hevur tú myndir frá tínari tíð? Send so endiliga inn!

Vit savna myndir saman frá verandi og fyrrverandi næmingum úr Hoydølum. Vís okkum eitt brot úr tínari tíð í studentaskúlanum!
Send okkum tær á mailaddressuna: [email protected]

06/04/2018

Skundið tykkum oman! Vit eru júst byrjadi upp á rundu eitt, skjott fara Edna og Bjørn at spæla eina godan💃🏼🎉🤪

08/03/2018

Síðsti kjansur at keypa atgongumerki til Grease veitsluna er í morgin✌️
Næmingaráðið selur undir kunningarskíggjanum øll fríkorterini í morgin fríggjadagin 9/3🏆
Luux er klárt at taka ímóti tykkum kl. 23:00 og sjálvur Jens Marni kemur at syngja og spæla kl. 01:30🎉
Ses!

07/03/2018

Petur er klárur at selja atgongumerkir💃🏼💃🏼

Come get some

[02/26/18]   Halló!

Í dag klokkan 11:30 fara tey fantastisku fólkini hjá KFS at bjóða leskiliga kaku undir kunningarskýggjanum! 🍰

Ert tú gluten allergikari, worry not! Har eri eisini kaka til tykkum 🙌🏼

Spread the word. Be there or be square. All that jazz ✨

[02/14/18]   Bolivia nevndin savnar útreiðsluskjal og pening inn hvørt fríkorter í dag 14/2 til og við fríggjadag 16/2 undir skýggjanum💛

09/02/2018

Vit síggjast kl. 20 í kvøld til pubquiz🎉
Príslistin er viðheftur her:

[02/05/18]   Hey💛
Nú er Bolivia - dagurin í hondum, og øll kunning kemur her:

Bolivia-dagurin er komandi mikudag 7. februar

Tey, sum skulu út at arbeiða, skulu hava eitt útreiðsluskjal við sær (bæði tey, sum sjálvi finna arbeiði og tey, sum vit finna arbeiði til). Útreiðsluskalið fáa tit á næmingastevnuni (outlook). Eisini verður møguligt at heinta útreiðsluskjalið í morgin 6. februar í øllum fríkorterum undir skíggjanum.
Listin við arbeiðisplássabýtinum millum teirra, ið vit hava funnið arbeiði til, kemur út í kvøld 5. februar.

Hyggið á næmingastevnuna!!

Tey, sum skulu skriva uppgávu í skúlanum, fáa nærri kunning seinni.

Tit, ið sjálvi vilja gjalda, senda
300kr á
6460-0003763244

MINNIST TIL AT VIÐMERKJA NAVN OG FLOKK

Heilsan Bolivia Hjálpin

22/12/2017

80'ara hetjur úr Hoydølum

Góðan fríggjadag!
Vónandi hava tit sovið leingi í nátt, tí í kvøld fara vit at dansa til 'den lyse morgen'.
So, finnið Converse skógvarnar og hárbondini fram og gerið tykkum klár til seinasta brakið hjá okkum í Hoydølum í 2017.

Vit hava tosað við fýra HETJUR , sum liva/livdu í 80'unum...

Góða veitslu og góða jólaferiu

[12/14/17]   Nú eru einans 19% av øllum atgongumerkjunum eftir, til 80´ara veitsluna sum verður í Luux tann 22. desembur😧 Vit fara at selja tey síðstu atgongumerkini nú mánadagin klokkan 11:30-12:00 🤣 SOO tað ræður um at vera fyrst! Hetta verður ein ógloymandi veitsla, sum man MÁÁ vera við til 😍
VIT TAKA EINANS Í MÓTI KONTANT frá nú av!

open.spotify.com 10/12/2017

80'ini, a playlist by Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge on Spotify

Vónandi hava tit havt eitt amazing vikuskift (eeeisini tit, sum skriva BV3)!!
Tit, sum enn ikki hava ognað tykkum eitt atgongumerki: Last chance😰

Síðsti søludagur av atgongumerkjum til jólaveitsluna verður týsdagin 12/12 kl. 11:30-12:00 undir skíggjanum!
Vit selja bæði til veitsluna í LUUX og til jólaborðhaldið fyri 3. s og 2. HF💖
Eisini ber til at flyta peningin á konto nr.: 6460 4975776 og vísa okkum kvittanina.

Vit gleða okkum for sjúkt til eina fantastiska byrjan uppá jólaferiuna saman við tykkum, og eru longu byrjað at hita upp við vibey tónum frá 80'unum

Ses!

#NowPlaying

open.spotify.com A playlist featuring Elin & Kári, Wham!, Toto, and others

[12/06/17]   Vit selja atgongumerkir øll fríkorterini í dag. Selt verður til jólaveitsluna, sum er fyri øll í Luux 22/12, og kostar einans 100kr 🤩

Eisini selja vit atgongumerkir til jólaborðhaldi hjá 3.g og 2 hf, ið verður 22/12, og kostar einans 300kr. Meira kunning um borðhaldi kemur seinni í dag🤩💃

Mann kann flyta peningin á konto nr 6460 4975776 ;)

[12/04/17]   Gerið tykkum klár! Vit fara aftur í tíðina til 80’ini!!!🤩
22. dec. verður tað eitt ordans brak í Luux💥🍾🍻
Atgongumerkini verða at fáa í morgin við samkomuhøllina hvørt fríkorter fyri 100 kr. Tit kunnu eisini flyta 100kr á kontonummarið 6460 4975776, og vísa okkum kvittanina fyri at fáa atgongumerkið🤙
So be there or be square. Síggjast 🎉
🎊

22/11/2017

JÓLAVEITSLA FYRI MIÐNÁMSLESANDI🎅🎉
*vit selja ikki við dyrnar
Leygardagin 25. nov kl.19 verður STÓR jólaveitsla fyri miðnámslesandi úr øllum landinum🇫🇴🎅
Hetta er ein super møguleiki hjá tær at læra nýggj fólk at kenna. Og hvør veit? Kanska knýtast nýggj vinar- og ástarbond?❤️😎😉 Sí meira her: http://bit.ly/2AoGGas

eventbrite.com 18/11/2017

Jólaveitsla fyri miðnámslesandi

Nááhh folkens 🤣
So er bara ein vika eftir til stóru jólaveitsluna fyri miðnámslesandi úr øllum Føroyum🎉🎅

Longu nú hava suðuroyingar, runavíkingar, havnarfolk og klasvíkingar v.m. keypt atgongumerki. Vit hava bara 150 eftir. So tað ræður um at skunda sær🏃🏻🏃🏻💃💃

Veitslan verður leygarkvøldið 25. Novembur í Argjaróðraneysti.

Atgongumerki kostar 100,-. Tá er matur íroknaður😍

Keyp her: bit.ly/2zBUo8B

eventbrite.com So er at seta kross í kalendaran

[11/16/17]   Í gjár fingu vit ein mail, frá leiðslu skúlans. Vit skulu rinda eina peningaupphædd á 250 krónur, í seinasta lagið 15. Desember 2017. Hendan brádliga kunning var ikki væl móttikin, og endaði við einari trappustreyku. Í dag hava vit í næmingaráðnum verið á fund við stjóran á Glasir, Boga Bech Jensen og rektaran í Hoydølum Elsu Mariu Holm Olsen. Vit vóru samd í, at hetta var eitt óheppi tíðspunkt at fáa næmingar at gjalda hendan peningin. Og at næmingarnir ikki vóru nógv væl kunnaðir um hvat hetta snýr seg um.
Hetta hevur ført við sær stóra misskiljing fyri hvat tað er við skulu gjalda fyri. Her er tí ein forkláring um hvat Fjølrit er:

Fjølrit er felagsskapur, sum varðar av áhugamálum hjá føroyskum rithøvundum, tónaskøldum, yrkisfotografum, bókaforløgum, miðlafólkum og myndlistafólkum.

Tað vil siga, at tá vit skulu brúka ein ávísan tekst, fáa vit tekstin, ístaðin fyri at sjálvi keypa bókina, har teksturin er skrivaður í. Tá hetta er sagt, er tað munandi bíligari at rinda 250 krónur um ári fyri nakrar tekstir, enn at keypa bøkur í hópatali.

Á fundinum, komu vit til ta niðurstøðu, at desembur var ikki tann rætti mánaðin at skula av við hesu upphædd, og tískil hava vit fingið tað útsett til Mai 2018.

- Næmingaráðið

[11/15/17]   Fyri stuttari tíð síðan komu rektarin og mentamálaráðið við einari áseting av einum gjaldi, sum næmingar skulu gjalda. Upphæddin er 250kr!!

Hetta halda vit vera skomm! Vit vilja heita á allar næmingar um, ikki at gjalda, tí vit lata ikki leiðsluna vinna. Um nakar betalur, so er farið. So verður gjaldið ikki avtikið, so tí er tað sera týdningarmikið at EINGIN betalur.

09/11/2017

Dudes and dudettes!

Nú eru atkvøðurnar taldar og radikali vinnarin var, sjálvandi, 1980'ini!🙌🕺

So, kreppið hárið og takið blazearan við, tí 22. desember verður radioaktiva jólagildið hildið í Luux!

Heini Ronnie aka Dj H4ck3rMan leverar bumbu beats við einum smellifeitum gesti!🎷🎉

See you there, Ace!🛩️

[11/01/17]   Tey síðstu Ó-kortini vera deild út við høvuðsinngongina klokkan 11.30-12.00 í dag.

[10/31/17]   Tey sum enn ikki hava fingið sítt lestrarkort kunnu avheinta tað nú undir skíggjanum

[10/05/17]   Tey, ið mangla Ó-kortini kunnu avheinta tey við tær grønu sofurnar(undir skíggjanum), seinna fríkorter í morgin.

26/09/2017

Næmingaráðið hevur nú skipað seg. Í næmingaráðnum eru hesi:

Petur Dahl, Formaður

Óli Køtlum, Næstformaður

Súsan Nilssen, Kassameistari

Katrina Davidsen, Nevndarlimur

Ari Sondum Rasmussen, Nevndarlimur

Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, Nevndarlimur

Annika Malunardóttir, Nevndarlimur

26/09/2017

Petur Dahl, Formaður
Óli Køtlum, Næstformaður
Súsan Nilssen, Kassameistari
Katrina Davidsen, Nevndarlimur
Ari Sondum Rasmussen, Nevndarlimur
Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, Nevndarlimur
Annika Malunardóttir, Nevndarlimur

[09/19/17]   So er val úrslitið komið.

Í næmingaráðnum 2017/2018 verða:

Petur Dahl, 15x
Bjørk Lamhauge, 17b
Annika Malunardóttir, 17ð
Óli Køtlum, 15y
Katrina Davidsen, 15ð
Súsanna Nilssen, 16q
Ari S. Rasmussen, 15b

Varafólk:
Eir Pálsdóttir, 16b
Alda Lamhauge, 15ð

Í samstarvsnevndini 2017/2018 verða:

William Bærentsen, 15u
Jóan Pauli Patursson, 17v

Varafólk:
Silja Matras, 17q
Eiri Holm, 16e

[09/18/17]   Í kvøld kl20.00 er seinasti møguleiki at koyra eina atkvøða inn til samstarvsnevndina og næmingaráðið 🤩

So fari inn á outlook, LES: GLH Næmingar, og koyri tykkara atkvøðu inn.

Gott val 👌

** Um mann ivast í hvat samstarvsnevndin er, so er ein lýsing her

Sí annars lýsing av arbeiðnum í samstarvsnevndini niðanfyr:

§ 13. Limir í samstarvsnevndini eru leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðari, formað urin í lærararáðnum, lærari valdur av lærara ráðnum, formaðurin í næmingaráðnum og tveir næmingar valdir av næmingunum.

Stk. 2. Val av limum til samstarvsnevndina fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði.

Stk. 3. Samstarvsnevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara og ger sjálv sína starvsskipan. Leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðarin kann ikki vera formaður í samstarvsnevndini.

Stk. 4. Formaðurin í samstarvsnevndini kallar til fundar, so ofta tørvur er á, ella tá í minsta lagi 3 limir í samstarvsnevndini skrivliga biðja um tað.

Stk. 5. Samstarvsnevndin kann taka upp øll mál, sum eru við til at fremja trivnaðin á stovninum sum t.d. evnisdagar, felagstímar, frítíðarvirksemi, inn leiðslu skeið, ítróttardag, sjón- og sangleik, veitslur, kvøldsetur, tónleikatiltøk og tílík tiltøk.

Stk. 6. Samstarvsnevndin kann taka upp øll mál, ið snúgva seg um ítøkilig trivnaðarviðurskifti á skúlanum.

Stk. 7. Samstarvsnevndin kann ikki úttala seg um persónlig viðurskifti hjá lærara ella næmingi.

[09/15/17]   So er møguleiki at geva tykkara atkvøðu til næmingaráðið og samstarvsnevndina 💃🏼

Sum nakað nýtt skal mann geva sína atkvøðu á netinum, tit finna eina leinkju á outlook 🤩

May the odds be ever in your favor

Gott val👌🏼

[09/08/17]   NÆMINGARÁÐSVAL🤩🤩

Kunningarfundur um næmingaráðsvalið verður mánadagin 11.septembur.

kl.10.00 1. Hug/Nát/Bús/Fyr
kl.10.30 2. Nát/Hug
kl.11.00 3. Hug/Nát

Um mann hevur hug til at stilla upp til næmingaráðið, so vinarliga skriva til okkum í boðklivan 👈

Gott val 🤩

[08/25/17]   Eyðun Nolsøe er klárur at koma á pallin at syngja allir klassikararnar kl 00:30!🎤 dyrnar lata upp kl 23 - vit gleða okkum at síggja tykkum!🍻💙

[08/24/17]   Vit selja atgongumerkir í døgurðasteðginum 💙💙

Einans 100kr, og sjálvandi er møguleiki fyri at flyta peningin konto nr. 6460 4975776 💰

Videoer (vis alle)

80'ara hetjur úr Hoydølum
So er tann endaliga niðurteljingin byrjað!🕟Vit hava spurt nøkur fólk hvat fyri skore tricks, ella skore replikk tey vanl...
Rundtúr í Glasir 🙌🏽🎉 video kemur ut seinni 👌🏼
Kom og lurti eftir feitum tónleiki🎵🎵
Næmingaráðið skipaði fyri einari kapping týskvøldið har fólk skuldu gita tað endaliga úrslitið í forseta valinum. Tá vit...
Hey tit! Í gjár endaði billettsølan á skúlanum, og av tí at øll ikki fingu keypt, tí vit bert tóku ímóti leysum pengum, ...
Í morgin er seinasta freist at keypa atgongumerki!Vit selja atgongumerki hvørt frikorter undir skíggjanum
Veitslunevndin og limirnir í næmingaráðnum eru røsk, men formaðurin...
Meðan tit sita heima og fyrireika tykkum mentalt til várveistluna í morgin og finna uppá skorilinjur, so arbeiða vit íði...

Sted

Type

Internet side

Adresse

Sanatoriivegur
Tórshavn
100
Andre Uddannelse i Tórshavn (vis alle)
Nám Nám
Hoyvíksvegur 72
Tórshavn, 100

Nám gevur út undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, rekur kt-samskifti, og bjóðar skeið og ráðgeving, umframt at hava savn og útlán

FIMM, Faroe Islands Musical Meeting FIMM, Faroe Islands Musical Meeting
Tórshavn

www.fimm-festival.com FIMM, Faroe Islands Musical Meeting. Orchestra Academy for Young Professional Instrumentalists. 18th - 24th August 2014

Skeiðsdepilin Skeiðsdepilin
Janusargøta 2, Postboks 3239
Tórshavn, 110

Okkara heimasíða er www.sd.fo. Vit bjóða skeið innan leiðslumenning, merkantila øki, tekniska øki, almenna fyrisiting og eisini skúla fyri peningastovnar

Simprentis Simprentis
Niels Finsensgota 10
Tórshavn, 100

Tokni provides engaging online learning simulations and decision support tools

Nordkurs Tórshavn Nordkurs Tórshavn
V. U. Hammershaimbs Gøta 22
Tórshavn, FO-100

Nordkurs i Tórshavn omfatter ca. 50 timers undervisning i sprog. I tillæg er der forelæsninger om f.eks. litteratur, kvad, film, musik og sang.