02/01/2024
Ver virkin, ver saman, ver hugbundin ♥️
ABC fyri sálarheilsu kalendarin hevur nøkur góð hugskot til hvønn dag í januar. Hesin er til vaksin, men á heimasíðuni finnur tú eisini til børn og ung ☕️📚🎼🚴🏼♀️🤾🏼⚽️🥂👨👩👧👧👨🏼🦽🧶
03/10/2023
Kom við!!
Farna mánað vóru 10 ár síðan fyrsta tiltak og fyrstu sálarviðgera-samrøður vóru í Brekkustovu. Nøkur av teimum sum komu til samrøðu, høvdu stilla bilin í langari fjarstøðu og smoygdu sær skundisliga innum, so eingin varnaðist, at tey vóru har. Ofta vóru tey sera illa fyri, tí tey í langa tíð høvdu aftra seg við at fáa ta hjálp, tørvur var á.
Nú, 10 ár seinni, kemur tað næstan ikki fyri, at fólk krógva seg tá tey koma til samrøður. Nei, heldur upplivi eg, at fólk fortelja hvørjum øðrum um teirra viðgeratilgongd í vinarbólkum, bindiklubbum og í familjuni. Eisini haldi eg, at fólk eru skjótari at fáa sær hjálp og samstundis koma tey ikki bert til samrøður tá ið tey eru vorðin illa fyri, men nýta eisini samrøðurnar sum fyribyrging, fyri at fáa størri tilvitan og sum eitt nýtt sjónarhorn á tilveruna.
Hesi 10 árini hava eg og mínir starvsfelagar gjørt ymiskt fyri at varpa ljós á sálarheilsu og arbeitt við fyribyrging og viðgerð av strongd, angist, tunglyndi, trauma og annað. Fyrr í ár bleiv eg umboð fyri psykoterapeutfelagið í ABC sálarheilsu og eri tí eisini við til at fyriskipa eitt tiltak nú sálarheilsuvika er. Vit valdu at savna nakrar sálarviðgerðar, sum á ymsan hátt starvast kring landið. Á skránni eru nakrar stuttar áhugaverdar framløgur.
Í kvøld fari eg at lata mikrofonina til mínar starvsfelagar og so fari eg sjálv aftur til starvið, sum eg fekk tá eg var 13 ár, nemliga at servera kaffi og køkur. Tað gleði eg meg til.
Ver vælkomin!
Tað verður hugnaligt, læruríkt og gevandi á café Oliviu kl 19.30 í kvøld. Tiltakið er púra ókeypis, og kaffi og køkur kosta 30 kr.
Sí skránna og brellbitar á facebook-síðuni psykoterapi.fo.
07/05/2020
Hjá 2be fer virksemi nú eisini uppaftur í ferð og møguleiki er at biðja sær tíð til samrøður. Komandi tíðina er kalendarin nokkso fullur, men ynskir tú at bíleggja tíð so lat meg frætta, so finni eg tíð so skjótt tað fer at bera til. Gleði meg til nógvar læruríkar samrøður 😊
Her fært tú eitt lítið innlit í hvat ein persónlig samrøða er 👇🏻
Persónlig samrøða - 2be
Fyri meg er tað umráðandi at tú/tit sum koma til persónligar samrøður føla at tit verða møtt har tit eru, just við tí tit koma við. Eg takið støði í tí eg upplivi saman við tykkum, og vísi á hvat eg síggi, hoyri og upplivi sum so aftur kann skapa tilvitan um "blindar plettir" "...
15/03/2020
Kunning til tykkum sum ganga til viðtalur ella um tú ynskir tíð hjá Sp/f 2be
Nøkur fyrivarni verða tikin í samband við at Corona virus herjar landi júst nú.
Vitandi at fólk sum hava tørv á sálarviðger, kunnu koma rættuliga illa fyri av ikki at sleppa til viðtalur í longri tíð, havi eg fyribils valt at halda á at hava samrøður.
Vil tó takað neyðugu fyrivarni, fyri so væl sum gjørligt, at tryggja at smitta ikki verður førd viðari.
Við hesum sagt at:
- Vit halda frástøðu við t.d. Ikki takað í hondina.
- Eyka reingerð og avsprittan verður millum hvørja samtalu
- Spritt er í viðtaluhølunum, sum tú kanst nýta tá tú kemur og fer
- Tú boðar frá og útsetur samrøðuna um tú hevur nakað sjúkutekin. (Eg geri tað sama)
- Tú útsetir um tú ella onkur í tínum húskid er í frívilligum ella boðnum sóttarhaldi. (Eg geri tað sama)
Møguleiki er at fáa samrøður gjøgnum skype
Tá hetta er sagt, síggi eg fram til góðar og gevandi samrøður um lív og sálarheilsu.
Sigbritt