Húsarhaldsskúli Føroya

Húsarhaldsskúli Føroya

Kommentarer

Í morgun gekk leiðin aftur á góðar gamlar gøtur, har eg fór mær eina vitjan á Húsarhaldsskúlanum, sum eg sjálv havi gingið á fyri nøkrum árum síðani. Eg var so heppin at vinna eina lekkra jólakurv frá teimum, sum eg var komin at heinta. Alt í kurvini er gjørt av teimum dugnaligu næmingunum, sum ganga á Húsarhaldsskúlanum. Har var alt frá heimagjørdum góðgæti, siropskøkum, glas einglum, jólahjørtum og nógv annað gott, ið tey hava evnað til. Enn einaferð eina hjartans tøkk fyri hesa lekkru jólakurvina, sum eg fari at njóta saman við familjuni. 🎄🎅
Hey
Hvar finni eg kostnaðin fyri at ganga á skúlanum 2019/2020?

Ein innbjóðandi skúli, eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk.

Åben som sædvanlig

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 20/09/2021

Enn ein fantastisk vika. Nokkso fiskiligar hesar💪
Nógvur góður stuttfluttur døgurðamatur. Flak og frikadellir í boksina og fisk og kips til døgurða.😀

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 12/09/2021

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 06/09/2021

Myndir frá viku 35. Aftur ein spennandi og fjølbroytt vika. Vitjaðu forkunnugt skeið í myndaveving. Skeið í eldsløkking frá
Sjónám.

Stuttflutt og eftir árstíðini Rabarbur, røtur og havhesur👍

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 27/08/2021

So er vikuskifti ein góð vika við sera nógvum spennandi og stuttligum upplivingum. Framsýning og ein fantastiskan samansjóðingartúr í svínoy.

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 17/08/2021

So er húsið aftur fult við blómandi ungdómi úr øllum Føroyum🥰. Líka stuttligt, spennandi og avbjóðandi hvørja ferð. Vælkomin á Húsarhaldsskúla Føroya fittu tit😍

Timeline Photos 03/08/2021

Timeline Photos

SPIS IKKE RABARBERBLADE

☀️ Det er sæson for rabarber – og der findes et væld af lækre opskrifter med rabarberstilke.

🛑 Nogle opskrifter indeholder også rabarberblade, men dem er det ikke en god idé at spise.

🤢 Rabarberblade indeholder nemlig stoffer, som kan gøre dig syg med opkast, diarré og forstyrret nyrefunktion.

Det gælder uanset om du tilbereder rabarberbladene, eller ej.

Nýggj kostráð 10/06/2021

Nýggj kostráð

Nýggj kostráð Við støði í greiningum av kostvanum hjá føroyingum í stóru fólkaheilsukanningini "Hvussu hevur tú tað?", síggja vit ein tørv á at varpa ljós á kost og eru tí farin í holt við at gera nýggj kostráð.

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 08/06/2021

Kokkaskúli fyri børn. Hesu fittu børnini hugnaðu sær óført á kokkaskeiðnum. Evni hesaferð var matmót. Børnini arbeiddu við sansunum, smakka, føla, lukta og røra.

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 10/05/2021

Í farnu viku vóru 15 sera kreativar kvinnur á skeið á Húsarhaldsskúlanum. Her bleiv bundið , seymað, broderað, smykkur, tekstil design, kokkast og mangt annað gott. Her eru nakrar myndir frá skeiðnum

Photos from Ger tað sjálv - Við Maud's post 08/05/2021

Photos from Ger tað sjálv - Við Maud's post

Timeline Photos 08/04/2021

Spennandi verkstova har tú fært innlit í tarasløg, taralívfrøði, tara í matgerð og annað gott.
Undirvísarar Agnes Mols Mortensen, Lívfrøðingur, PhD og eigari av TARI Faroe Seaweed og Jóhanna á Tjaldrafløtti, Kostfrøðingur og Kliniskur dietistur.
Skeiðið er leygardagin 8. mai frá 9-15
Kostnaður fyri skeiðið er 600 kr.
Tilmelding www.husarhaldsskulin.fo
avmarka pláss.

04/04/2021
Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 26/03/2021

Pensionistar frá Føroya Fólkaháskúla vóru og vitjaðu skúlan í dag saman við Hedvig. Fitt og prátingarsom fólk. Gestirnir fingu døgurða, kaffi og kaku og ein fyrilestur um kvinnurnar sum slóðaðu fyri og um nýggja húsarhaldskúlan.

Psykolog: Håndarbejde skaber både smertelindring og trivsel | TV MIDTVEST 21/03/2021

Psykolog: Håndarbejde skaber både smertelindring og trivsel | TV MIDTVEST

Psykolog: Håndarbejde skaber både smertelindring og trivsel | TV MIDTVEST Strik og hækling er meget mere end en hyggelig hobby, det kan lindre smerte, og man kan blive afhængig af det. Psykolog Anne Kirketerp har undersøgt, hvad der rent psykologisk sker, når vi laver håndarbejde.

Skeið í matvørureinføri 18/03/2021

Skeið í matvørureinføri

Skeið í matvørureinføri Skeið fyri fólki, sum veita ella ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi - Heimablídni

Timeline Photos 12/03/2021

Timeline Photos

02/03/2021

MÍN HÚSARHALDSSKÚLA TÍÐ

Vit hava ígjøgnum árini havt nógvar dugnaligar, herligar, fittir og evnaríkir næmingar á skúlanum 🤩 vit hava fingið nakrar av teimum at hugleiða um tíðina á húsarhaldsskúlanum 🙌🏼

Hesaferð er tað Durita Samuelsen, ið er útbúgvin Cand.mag. í sálarfrøði og læring. Sum arbeiðir sum samskipari hjá Klaksvíkar kommunu, har vit kenna hana frá Ung í arbeiði 😋

“Eg var líka við at droppa at fara á Húsarhaldsskúla, sjálvt um eg var so heldig at verða sloppin inn. Orsøkin var, at eg í grundini ikki kláraði at gerast eitt við tankan um, at eg nú skuldi vera ein sovorin, “sum heldur hús”. Men eg fór! Og tað eri eg glað fyri.
Tað er jú soleiðis, at virksemið er sera fjølbroytt á Húsarhaldsskúlanum, og tað sum stendur týðiliga eftir, er at eg broderaði pápa mínum ein vest til føroysk klæðir. Hettar hevði eg ongantíð gjørt áður, og eg hevði nokk heldur ongantíð gjørt tað, um eg tá hevði droppað Húsarhaldsskúlan. Brodering kann lýsast sum kreativt, nágreiniligt og drúgt arbeiði. Onkuntíð hevði eg hug at geva upp, men eg var fyri tað mesta hugagóð og áhuga í at læra handverkið. Hettar lat míni eygu upp fyri, at eg væl megnaði stórar uppgávur. Seinni gjørdist eg ein sovorin sum “arbeiður við verkætlanum” 😋”

Ynskir tú sum Durita at læra ymiskt nýtt og mennast so er at melda til komandi skúlaskeið.

Tilmeldingin til skeiðið 2021-2022 er byrjað, trýst her fyri at melda til 👇🏼

https://husarhaldsskulin.fo/husarhaldsskeid/#meldatil

Timeline Photos 26/02/2021

Timeline Photos

Hølini hjá Húsarhaldsskúlanum eru avmarkandi 26/02/2021

Hølini hjá Húsarhaldsskúlanum eru avmarkandi

Anna, Kamilla og Anna Jóna fittar og skilagóðar😀👍

Hølini hjá Húsarhaldsskúlanum eru avmarkandi Í fleiri ár hevur ætlanin verið at bygt nýggjan húsarhaldsskúla í miðbýnum í Klaksvík

Húsarhaldsskúli Føroya: Lisitatión júst nú 24/02/2021

Húsarhaldsskúli Føroya: Lisitatión júst nú

Spennandi dagur í dag😀

Húsarhaldsskúli Føroya: Lisitatión júst nú Umboð fyri Fuglark lósu metingarnar uppá ymsu arbeiðstøkurnar

23/02/2021

Ger sum Erla, kom við á Lívsstílsskeið á Húsarhaldsskúlanum. Tilmeldingin er byrjað.

16/02/2021

Framsýningardagur er í dag, og tað merkir mótasýning 💃🏽

Framsýningin sum altíð er almenn er í ár bert fyri innbodnum gestum...

Genturnar hava fingið nógv av skaftið hetta skúlaskeiðið 🙌🏼 Tað er fantastiskt at síggja endaliga úrsliti, og eisini syrgiligt nú vit fara at siga farvæl fríggjadagin 💗
.
.
.
.
#husarhaldsskuliføroya #heimligt #herligt #hugnaligt #framsýning #áriðiðfór #mótasýning

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 14/02/2021

Valentine jarðber dyppað í sjokulátu
ROMANTISKT LÆTT OG LESKILIGT

400 g Jarðber frísk
150 g Sjokuláta Vel eina góða sjokulátu
Til ber eisini av nýta ymisk sløg myrka, ljósa, hvíta ella hvíta við jarðber)

Vaska jarðberini í køldum vatni ikki taka grønu bløðini av.
Turkað jarðberini væl, skulu verða heilt turr áðrenn tey verða dyppaði í sjokulátuna
Sker sjokulátuna smátt og smelta 2/3 av sjokulátuni í vatnbaði.
Tak av hitanum og rør restina av sjokulátuni í.
Set ein træpinn í jarðberið og dyppa í sjokulátuna, set á bakipappír til sjokulátan er harðnað.

Prýði:
Prýð jarðberini sum tú heldur riggar best
Við hvítari ella ljósari sjokulátu,
Frostturkaðum hindber oø.

Sjokulátajarðberini skulu goymast kalt í mesta lagi 24 tímar.

09/02/2021

MÍN HÚSARHALDSSKÚLA TÍÐ

Vit hava ígjøgnum árini havt nógvar dugnaligar, herligar, fittir og evnaríkir næmingar á skúlanum 🤩 vit hava fingið nakrar av teimum at hugleiða um tíðina á húsarhaldsskúlanum 🙌🏼

Hesaferð er tað Annika Steintórsdóttir Biskopstø sum nú er útbúgving cand.mag í sálarfrøði og mentan og arbeiðir sum miðnámsskúlalærari 😋

“Húsarhaldstíðin var ein fantastiska góð og lærurík tíð. Umhvørvið var heimligt og hugnaligt. Vit vóru skapandi og kreativar í gjøgnum dagin. Lærararnir góvu okkum innlit í føroysku mat- og hondarbeiðsmentanina uppá ein nýggjan og kveikjandi hátt. Vit lærdu um føsluevni og matoyðsl. Og sloppu sjálvar at fyriskipa herligar temadagar. Vit vóru eisini á ferð í Føroyum. Vit tóku epli upp og fiskaðu og flettu. Tað var ein so deilig tíð. Vit prátaðu, fjasaðu, sungu og høvdu láturkrampar. Samanhaldið var gott og felagsskapurin gevandi. Fleiri av vinkonunum, sum eg fekk har, hava fylgt mær víðari ígjøgnum lívið og lærdómin havi eg tikið við mær til gleði og gagns.”

Tilmeldingin til komandi skúlaskeið 2021-2022 er byrjað, trýst her fyri at melda til 👇🏼

Grønmetisgrýta við kikertrum. #tasty # healty # kostráðini kikertrarsmakkavæl👌

01/02/2021

MÍN HÚSARHALDSSKÚLA TÍÐ

Vit hava ígjøgnum árini havt nógvar dugnaligar, herligar, fittir og evnaríkir næmingar á skúlanum 🤩 vit hava fingið nakrar av teimum at hugleiða um tíðina á húsarhaldsskúlanum 🙌🏼

Hetta sigur Sølvá Jansdóttir Joensen, sum nú er Yrkisbachelor í føðslu og heilsu um sína tíð á skúlaskeiðið 2009-10:

“Tíðin á Húsarhaldsskúlanum var ein góð, mennandi og spennandi tíð 😃

Tað var ongantíð nakar spurningur um eg skuldi á húsarhaldsskúla ella ikki, eg hevði bara hoyrt gott um skúlan og tí var tað eitt must eftir fólkaskúlatíðina!

Løturnar á skúlanum minnist eg aftur við einum smílið - Spennandi var at læra alt tað handaliga, men áhugin fyri matgerð og øllum, ið har tilhoyrir hevur heilt sikkurt verið við til at lagt lunnar undir mín áhuga fyri kost, rørslu og í heila tikið tí heilsugóða lívsstílinum, sum síðani hevur verið við til at mynda mína yrkisleið 😀

Tíðin á skúlanum var fantastisk uppá allar mátar, nógvar hugnaligar løtur og látur. At búgva saman við sínum floksfeløgum er nakað heilt serligt, og ger hetta at samanhaldi og tíðin gerst so nógv betur 🙌🏼

Nú eri eg eisini so heppin at vera blivin ein partur av læraratoyminum á skúlanum, og hetta gleðist eg um. At síggja hvussu ung mennast á einum ørðvísi skúla, ið leggur dent á føroyska matmentan, húsarhald, kreativitet og handligt virksemi og mest av øllum ikki setur mørk er fantstiskt!!

Eg vil viðmæla øllum at fara á Húsarhaldsskúla, tú fært vinir og minnir fyri lívið. Og ikki minst so lærir tú eina rúgvu, ið er gott og gagnligt at hava í ryggsekkinum við ígjøgnum lívið 🤩”

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 28/01/2021

Ein fantastiskur dagur í dag.

Photos from Húsarhaldsskúli Føroya's post 26/01/2021

#føroyskklæðir #husarhaldsskuliføroya

15/01/2021

MÍN HÚSARHALDSSKÚLA TÍÐ

Vit hava ígjøgnum árini havt nógvar dugnaligar, herligar, fittir og evnaríkir næmingar á skúlanum 🤩 vit hava fingið nakrar av teimum at hugleiða um tíðina á húsarhaldsskúlanum 🙌🏼

Hetta sigur Unn Baldursdóttir, sum nú er klædnasniðgevi, um sína tíð á skúlaskeiðið 2000-2001:

“Eg minnist løturnar á húsarhaldsskúlanum aftur við gleði og takksemi ❤️

Tað var ein lærurík tíð, uppá so nógvar mátar. Eitt nú kann eg nevna samanhaldið og teir vinarskapir eg fekk, sum eg havi tikið við mær.

Spennandi var eisini at fáa innlit í tað føroysku mat-siðvenjuna og sum heild sunnan og fjølbroyttan kost.

Húsarhaldskúlin var eisini við til at leggja grundarlagið undir mítt yrki, sum sniðgevi. Her fekk eg frælsi til at royna mítt hugflog og undirvísarir á skúlanum góvu mær dirvi, sjálvsálit og vegleiðing til at gjøgnumføra tær verkætlanir eg hevði sett mær fyri.

Yvirskipað vil eg siga, at tað sum heild var ein mennandi tíð, har eg menti meg nógv sum menniskja og eg vil viðmæla øllum at fara á húsarhaldskúla”

Tilmeldingin til komandi skúlaskeið 2021-2022 er byrja, trýst her fyri at melda til 👇🏼

Ein modernaður og kreativur skúli

Ein modernaður og kreativur skúli

Ein innbjóðandi skúli, við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti. Ein skúli har næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk

Skúlin vil altíð verða karmur um eina modernaða ungdómsmentan, sum tekur støði í nú’inum og raðfestur hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara. Húsarhaldsskúli Føroya byggir á eina áhugaverda søgu og er ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag. Ein modernaður og kreativur skúli har tað gamla møtir tí nýggja.

Videoer (vis alle)

Í dag byrja vit nýtt skeið 🎉... tað er her tað sker! 🙌🏼
Tilmelding er byrjað á husarhaldsskulin.fo

Sted

Type

Telefon

Adresse

Stoksoyravegur
Klaksvík
700
Andre Skole i Klaksvík (vis alle)
Tekniski Skúlin í Klaksvík Tekniski Skúlin í Klaksvík
Heygavegur 1 A
Klaksvík, 700

Bókligt og handaligt

Matvøruútbúgvingin - Tekniski skúlin í Klaksvík Matvøruútbúgvingin - Tekniski skúlin í Klaksvík
Heygavegur 1A
Klaksvík, 700

Hug at gerast Kokkur ella Føðsluatstøðingur, ella bara fáa størri vitan og læradóm um mat, og matgerð, so er hendan útbúgvingin tað rætta fyri teg.