FLÓÐ

FLÓÐ

Del

Sjálvsmenning Eg eri 44 ár, giftur og eigi tvey børn. Útbúgvin bygningssnikkari og havi verið sjálvstøðugur síðan eg varð útlærdur.

Eg havi nógvar ymsar arbeiðs- og lívsroyndir á baki og fyri tveimum árum síðani, bleiv eg settur sum leiðari hjá Dugna í Suðuroy. Mín áhugi fyri samspælinum og samrøðum millum fólk hevur ført við sær, at eg eri farin í holt við at menna mínar persónligu førleikar hjá fyritøkuni Bering og Søgaard í DK. Henda útbúgvingin tekur støði í sjálvsmenning og hetta vil eg geva víðari til tykkum, sum hava tørv á persónligari sparring og vegleiðing.

31/07/2023
20/07/2023

Eg havi fingið fyrispurningar um, hvat tað er, eg eri farin í gongd við. Tað snýr seg um sjálvsmenning. Her greiði eg frá, og hugleiði um, hvat tað inniber.

09/07/2023

Hvussu stendur til við tíni orku? Set tær mál, skapa góðar vanar og raðfest tað, tú veruliga ynskir at fylla gerandisdagin við.🌱🌻

Photos from FLÓÐ's post 08/04/2023

Eftir at fleiri luttakarir vórðu lidnir fyri páskir, hava nøkur teirra sett orð á teirra uppliving av skeiðnum.

12/02/2023

❤️ Hetta árið verður ikki øðrvísi, um tú gert tað sama sum tú plagar.

❤️ Hetta árið fara umstøðurnar ikki at batna, um tú ikki gert av, tilvitað, at broyta tær.

❤️ Hetta árið verður ikki lættari ella kærleiksfult ella væleydnað, um tú ikki tilvitað ger av at broyta tað.

❤️ Hetta árið verður bert enn eitt ár, sum tú fylgir reglunum hjá øðrum, um tú ikki velur at brúka tínar superkreftir at skapa tað besta lívið fyri teg og tína familju.

❤️ Stjørnurnar og alheimurin vegleiða og stuðla tær- um bert tú biður um tað.

❤️ Eg haldi, at eisini í ár fara vit at síggja nógv menniskju fara at vera rakt av kríggi, líðing og órættvísi - kanska fara vit øll at vera rakt av hesum.

❤️ Spurningurin er bert, um tú velur at hyggja at ella aktivt velur at broyta tínar umstøður. Avgerðin er tín. Tú kanst velja at “ lata eyguni upp “ og broyta tín veruleika, og blíva tann persónurin, tú innast inni ynskir at vera❤️

11/02/2023
Vil du plassere din skole på toppen av Skole-listen i Hvalba?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Internet side

Adresse


í Heiðatrøðini 11
Hvalba
850